hósdagur 23. februar 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 24
26
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Jóhanna Bernina
Ragnhild Hansen,
Neystavegur 8, 435
Streymnes, fødd tann
10.07.1927, deyð tann
06.02.2017, og fyrr deyða
hjúnarfelaga Poul Adrian
Hansen, verða við hesum
biðin um innan 3 mánaðar
frá kunngerð av hesi lýsing
at boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Fríða Patursson,
Advokatskrivstovan,
Frúutrøð 4, 100 Tórshavn,
vísandi til sks.nr. 53/2017,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 20. februar 2017
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Johan á Hálvmørk,
Toftavegur 17, 650 Toftir,
føddur tann 25.08.1945,
deyður tann 04.02.2017,
verða við hesum biðin um
innan 3 mánaðar frá
kunngerð av hesi lýsing at
boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Petur Even
Djurhuus, Advokatfelagið,
Yviri við Strond 4, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
49/2017, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 15. februar 2017
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Solveig Oluffa Hansen,
Áargarður 2, 520 Leirvík,
fødd tann 9. december
1925, deyð tann 3.
november 2016, og fyrr
deyða hjúnarfelaga Jacob
Adrian Hansen, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Petur Even
Djurhuus, Yviri við Strond 4,
100 Tórshavn, vísandi til sks.
nr. 337/2016, saman við
frumriti av teimum skjølum,
sum krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 21. februar 2017
NØVN
Tíðliga mánamorgunin 20. februar
dró Julius Olsen sín síðsta anda
drátt, og í gjár varð hann borin til
sítt seinasta hvíldarstað her á fold
– uttanfyri Heygarnar. Hann var
føddur fjórða september í 1936 og
hevði harvið rokkið kempualdur,
nú hann stillisliga legði árarnar
inn.
Vøggan stóð mitt á Toftum, og
Julius var toftamaður og B68ari
um ein háls. Foreldrini vóru
Nanna, sum var oman av Regni,
og Wenzel Olsen, nevndur Wenzel
í Køkinum. Tey fingu átta børn –
Julia, Nicolina, Julius, John, Emma,
Jastrid, Vernar og Rúna. Jastrid
búsettist á Strondum og øll hini
á Toftum. Eftir á lívi eru Nicolina,
Emma, Vernar og Rúna.
Julius búði heima, inntil hann
fyri nøkrum árum síðani fór á
Sambýlið Vesturskin, og nú hann
andaðist hevði hann í eina tíð búð
inni á Ellisheiminum.
Hann var serstakur partur av
bygdarmyndini, bæði í arbeiði og
frítíðini, og eisini eftir at hann
seinnapartin av áttati árunum
gavst at arbeiða.
Í nógv ár arbeiddi hann hjá D.
P. Højgaard inni í Oyrum, har tað
bæði var turkihús og handil. Har
var alt møguligt at fáa, og tey flestu
høvdu ørindi í Oyrum. Eftir tátíðar
máti minti handilin um SMS, har
alt fekst til klædna og matna og
útgerð og amboð. Har bar til at
keypa olju og kolið, sum tey flestu
brúktu at fýra við, og har tóku teir
ímóti og hagreiddu teir fisk.
Julius arbeiddi í kolinum, har
hansara leiklutur var at viga kolið,
sum skuldi í sekkir. Hann bar heilt
nógvar kolsekkir.
Í fiskaarbeiðnum var tað luturin
hjá Juliusi við trillubøru at trilla
fiskin til turkaríið og frá aftur.
Hann fekst við so mangt, og serliga
væl dámdi honum at trilla.
Tá ið ferjulegan á Toftagjógv
varð gjørd fyrrapartin av sjeyti
árunum, var Julius við í arbeiðnum.
Tá var hansara lutur at trilla tungu
trillubørurnar (kerrurnar), tá ið
teir stoyptu.
Í fleiri ár var Julius á Nyki. Hann
stóð við skrædlaran, tók frá, trillaði
bakkar inn til konufólkini, sum
reinskóru, og so var hann eisini í
saltfiskinum.
Julius var trúgvur í bæði kirkj
uni og missiónshúsinum.
Á Svangaskarði dámdi honum
so sera væl. Dystardagar møtti
hann tíðliga upp, og hann tók sína
uppgávu í stórum álvara. Hon var
at syrgja fyri, at hornafløggini
vórðu sett upp, og at tey eftir
dystarlok vórðu fingin upp á pláss
aftur.
Undir dystinum var hann
øgiliga spentur. Hann koyrdi
á sínar menn fyri at fáa teir at
vinna. Tað var ikki altíð, at hann
var samdur við dómaran, og um
hann ikki var samdur við hann, so
royndi hann at rætta upp á hann.
Tá ið grasvøllurin var lagdur
á fyrst í níti árunum, var Julius
nógv uppií, og eisini tá tók hann
sína uppgávu í stórum álvara. Upp
gávan var at trumla grasfløgini, tá
ið tey vóru løgd á, og vit minnast
við gleði aftur á, hvussu spentur
hann var at trumla, eftir at síðsta
flagið varð lagt á.
Julius var sera hittinorðaður, og
millum toftafólk verður ofta tikið
til tað, sum Julius hevur sagt. Eitt
nú er tað tiltikið, tá ið Wales spældi
á Svangaskarði. Millum spælar
arnar var Manchester United
stjørnan Ryan Giggs. Hann spurdi
Julius, um hann var the busdriver,
og Julius var skjótur at svara, at tú
tvætlar títt tvætl!
Fyrst í september 2006 var 70
ára føðingardagur á Svangaskarði.
Tey vóru mong, sum nýttu høvi at
heilsa upp á Julius. Lagið var gott,
og Julius var fegin um øll tey, sum
vóru í føðingardegi. Men – bráður
sum hann var – glapp tað honum
av munni, tá ið hann helt, at nú
var tíð at fara til hús, at eitt var at
koma í føðingardag og eitt annað
var at fara avstað aftur!
Øll vóru góð við Julius, og Julius
var góður við øll. Tá ið fyrimyndar
ligu foreldrini ikki orkaðu meir,
hildu systkini fram við at vera um
hann. Tað vóru tey eisini, nú hann
ikki orkaði meir og flutti í teir
ævigu bústaðir.
Hvíl í friði, okkara kæri bygdar
maður og vinur.
Niclas
Ein trúgvar B68 stuðul er farin
85 ára føðingardagur
Leygardagin 25. februar verður
Valdis Andreasen 85 ár. Dagur
verður hildin í Irish Pub sama
dag frá kl. 10.00 – 15.00, øll eru
hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
8. mars verður Ida Nielsen 90 ár.
Dagurin verður hildin 11. mars í
Starvsmannafelagshúsinum kl.
18.00. Tey, ið vilja gleðast saman
við mær, verða biðin at siga frá
áðrenn 1. mars á tlf. 283406.
70 ára føðingardagur
23. februar fyllir Regin Høgnesen,
trúðboðari, Leirvík, 70 ár. Dagurin
verður hildin í missiónshúsinum
í Leirvík leygardagin 25 februar
frá kl 13-17. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Føðingardagur
Fríggjadagin 10. mars heldur
Halla Poulsen 40 ára føðingar
dag í Lonini í Fuglafirði frá kl.
18.00. Hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
28. mars hava vit verið gift í
25 ár. Vit hátíðarhalda dagin í
bygdarhúsinum í Leirvík 8. apríl
kl 18. Tað hevði glett okkum at sæð
ætt vinir og kenningar. Vinaliga
sigið okkum frá í seinasta lagi 31.
mars við at senda eini sms boð ella
við at ringja á telefonnr.
273329 Tórhild Bjarkhamar
787329 Rúni Bjarkhamar