Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 9 • 27. FEBRUAR 2017 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Knívar í heimsflokki fyri serprís T að var Miklagarður, sum á sinni legði lunnar undir, at vanligi føroyski brúkarin í sambandi við sítt vanliga innkeyp av og á ognaði sær merkir, sum seinni kundu brúkast til at keypa onkrar útvaldar vørur fyri ein heilt serligan prís. Síðani hava fleiri aðrir handlar gjørt tað sama, og nógv fólk hava gjørt sær dælt av hesum møguleika. Skipanin gongur í stuttum út uppá, at man fær eitt ávist tal av merkjum í mun til upphæddina, ið man keypir fyri. Tá ið man hevur savnað sær eina nóg stóra nøgd av merkjum, so ber til at keypa sær onkrar útvaldar vørur fyri ein heilt serligan prís – í summum før­ um við avsláttri uppá heili 70 prosent. Hetta er tað besta av tí besta Nýggjasta átakið, sum byrjar 27. februar, er við hágóðsku knívaseriuni hjá F. Dick. Hesir knívar eru mest kendir frá slaktarum og kokkum. Men nú fær vanligi brúkarin eisini møguleika ogna sær hesa dygdar vøruna. Premier Plus-serian er allarbesta dygd við einum elegantum sniði hjá F. Dick, og knívarnir eru virðisløntir fyri snið og teknikk. Eco-Audit Sertifikatið váttar, at F. Dick vísir umhvørvisgóða hugsan og praksis. Tí lýkur F. Dick sjálvandi eisini minstakravið fyri umhvørvisgóðsku. Dicks-knívarnir verða mettir sum nakrir av teimum bestu í heiminum, hvat viðvíkur dygd, og royndi slaktarin í Miklagarði, Jørgen Jørgensen, letur væl at knívunum. – Hetta er tað besta av tí besta. Tá ið man sum vit hevur ein knív sum sítt týdningarmiklasta arbeiðsamboð, so ræður um at hava høga góðsku, og tað hava Dicks-knívarnir. Vit brúka tvey sløg av knívum í slaktaradeildini hjá okkum, og Dick er annað av teimum báðum, sigur Jørgen Jørgensen. Hann hevur verið slaktari í SMS í næstan 40 ár, og hann veit tí, hvat hann tosar um. – Ein góður knívur hevur alt at siga hjá einum slaktara, og ein knívur í slíkari góðsku sum Dick knívarnir skulu ikki brýnast eins ofta sum aðrir knívar, tí teir eru so góður, sigur Jørgen Jørgensen. Miklagarður var fyrsti handilin í Føroyum, sum bjóðaði kundum sínum at samla gullmerkir. Hesi átakini hava verið sera væl móttikin. Fyrsta átakið var í 2014, har brúkarin kundi samla gullmerki og keypa Thomas Cook køks­útgerð við stórum avsláttri. Miklagarður fer í hesi vikuni undir eitt nýtt átak, har viðskiftafólk kunnu savna merkir og keypa dygdarknívar fyri serprís Samla gullmerkir og kuta 70% av prísinum • Samlimerkir verða býtt út frá 27. februar 2017 til 3. september 2017. • Samlimerkir eru fullgild til 17. september 2017. • Fyri hvørjar 50 krónur, sum tú keypir fyri, fært tú eitt samlimerki. • Í einum fullum samlihefti eru 30 merkir og geva 70% í avsláttri fyri knívar ella tilhoyr. Knívur at taka bein úr við Steik-knívasett Knívaserian