mánadagur 27. februar 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 9 • 27. FEBRUAR 2017
14
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Jákup Suni Lauritsen
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUNA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Ótolin, heimkærur og arbeiðssamur.
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
IPHONE 7
HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR
FRÍTÍÐARUPPLIVING ?
Í Kalifornia í 2016.
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST ?
Orsaka.
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM ?
Eygunum, annars heildini.
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
Tá familjan hevur tað gott.
HVAT STRESSAR TEG?
Løgtingsfólk, sum siga eitt í dag
og eitt annað í morgin.
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Ræst og feskt stokt, føroyskt lambskjøt.
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
Eg fekk ein verson.
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Sum sjálvstøðugur vinnurekandi.
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Country, gospel og góðum
gomlum rock, og tað hoyra vit ikki
í morgunsendingini hjá Kvf :(
HVAT ER BESTA UPP
FINNINGIN OG HVÍ?
Eg haldi tað er bilurin, kann
ikki vera hann fyriuttan.
HVAT ER BESTA ÍLØGAN
TÚ HEVUR GJØRT?
Mínar útbúgvingar.
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Et ikki mat, har sukur er latið í.
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Nei.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Goldið restina av láninum og
gjørt íløgur fyri rest.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Goldið restina av láninum, latið døtrunum
burturav, lagt nakað til síðis og gjørt íløgur
fyri rest. Tað er annars ikki møguligt at
vinna, tá mann ongantíð roynir tað.
HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
At vit enn kunnu kenna okkum
trygg í egnum landi.
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Í Sørvági saman við so nógvum av
mínum kæru sum møguligt.
Country,
gospel og
gamlan rock
hoyra vit ikki
í morgun
sendingini
hjá KvF
Løgtingsfólk,
sum siga eitt í dag
og annað í morgin,
stressa meg