mánadagur 27. februar 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 9 • 27. FEBRUAR 2017
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Suðuroy
16
TEMA
Satsa miðvíst uppá trivnað í Vági
– Vit eru greið yvir, at vit onkursvegna mugu skilja okkum burturúr, tí vit hava ikki somu møguleikar,
sum eitt nú kommunur í miðstaðarøkjunum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu
Vilmund Jacobsen
S
einastu fýra árini hevur Vágs
kommuna miðvíst arbeitt við
at skapa so góðar trivnaðarum
støðurnar sum tilber fyri allar aldurs
bólkar.
– Hetta er eitt arbeiðið, sum er
framhaldandi, og í veruleikanum kem
ur tú ongantíð á mál í at skapa betri
trivnað. Tað er altíð okkurt, sum kann
gerast betur, og haraftrat tørvurin hjá
teimum ymisku bólkunum í nærum
hvørvinum við tíðini.
Tað sigur Dennis Holm, borgarstóri
í Vágs kommunu.
– Vit hava lagt okkum eftir at
hava góð tilboð til allar aldursbólkar.
Vit hava nýggjan barnagarð og hava
eisini fyri fáum árum síðan stovnað
ungdómshús. Saman við fólkaskúl
anum royna vit at tryggja, at okkara
børn og ungu fáa so góð skúlaár sum
tilber. Við Ítróttaháskúlanum og Fjar
lestrardeplinum eru eisini nýggj skúla
tilboð til tey, sum eru liðug við fólka
skúlan.
Borgarstjórin vísir á, at á frítíðar-og
ítróttarøkinum eru eldsálir, sum gera
eitt fantastisk arbeiðið og uttan hesar
eldsálir og tey tilboð, sum tey skapa,
var Vágs kommuna fátækari.
– Vit eru eisini greið yvir, at tað
forpliktar, tá fólk gera eitt so stórt
arbeiðið, og kommunan er sjálvsagt ein
sera virkin viðspælari, bæði í at skapa
góðar karmar og stuðla fíggjarliga.
Vágs kommuna hevur eisini lagt
seg eftir at skapa góð tilboð til eldra
ættarliðið, og tað eru tey eldru eisini
glað fyri.
– Vit fara at koma við fleiri tilboðum
á hesum økinum komandi tíðina, sigur
Dennis Holm.
Á rættari leið
Gongdin í Vági seinastu árini hevur
verið spakuliga rætta vegin. Fólkatalið
er støðugt vaksið seinastu árini, og í
dag búgva 1.365 fólk í Vági. Soleiðis
eru eini 70 fólk fleiri í Vági í dag enn
fyri 3-4 árum síðan.
– Vit eru tó varug við, at tað eru
nógvar avbjóðingar, serliga viðvíkjandi
vantandi virksemi á og við bryggjuna í
Vági. Hóast kommunan roynir at vera
ein virkin viðspælari hjá vinnulívinum,
so kann kommunan ikki beinleiðis verða
partur av vinnuvirksemi. Vit hava styrkt
munandi um íverksetaraskipaninar í
Vágs kommunu, soleiðis at fólk, sum
fara undir nýggjar fyritøkur og nýtt
virksemi, fáa bæði ígongdsetarastuðul,
atgongd til ókeypis skrivstovu og eisini
leiðbeining frá fakfólki. Tað er okkara
vón, at hetta eisini skundar undir økt
vinnuligt virksemi á staðnum.
Dennis Holm sigur, at arbeitt verður
støðugt við at menna Vág og Vágs
kommunu í ferðavinnuhøpi, og eingin
ivi er um, at sera stórir møguleikar eru
í ferða- og upplivingarvinnuni.
– Í Vági royna vit eisini at ganga
nýggjar leiðir. Vit hava skapt eina røð
av nýggjum tilboðum, eitt nú Fjarlest
rardepil, Ítróttaháskúla og Páls Høll -
fyri at nevna nøkur.
Framtíðin er avbjóðandi
Vinnuliga roynir Vágs kommuna eisini
at skunda undir og flyta seg.
– Vit eru greið yvir, at vit onkurs
vegna mugu skilja okkum burturúr, tí
vit hava ikki somu møguleikar, sum
eitt nú kommunur í miðstaðarøkjunum.
Hóast tað er avbjóðandi at ganga
nýggjar leiðir, so er tað neyðugt, tí
grundarlagið og veruleikin, sum vit
einaferð bygdu okkara lokalsamfelag
á, er broyttur. Hesa avbjóðing mugu
vit taka í størsta álvara og spakuliga
ganga nýggjar leiðir, soleiðis at vit fáa
eitt breiðari grundarlag, sum okkara
lokalsamfelag kann mennast á, sigur
Dennis Holm, borgarstjóri.
Dennis Holm, borgarstjóri
í Vágs kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Porkeri fær skipað bingjupláss
– Hetta er harðliga tiltrongt, tí vit hava ongantíð havt eitt veruligt bingjupláss undir
skipaðum viðurskiftum, sigur Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeris kommunu
Vilmund Jacobsen
M
ikkjal Sørensen, borgarstjóri
í Porkeris kommunu, sigur,
at fólkatalið í bygdini hin 1.
januar í ár lá um sløk 300, og tað
merkir, at fólkatalið er minkað nakað
seinasta árið. Men, í árinum fyri var
ein lítil vøkstur.
– So, tað gongur eitt sindur aftur og
fram, men tendensurin er, at fólkatalið,
sum árini ganga, tíverri er minkandi.
Porkeri hevur bæði skúla við umleið
27 skúlabørnum, og kommunan hevur
eisini eina góða dagrøktarskipan við
umleið 25 børnum og 5-6 dagrøktar
mammum.
Byggja bingjupláss
Tað stóra arbeiðið, sum Porkeris
kommuna fer at gera í ár, er eitt veru
ligt bingjupláss, sum verður bygt niðri
á havnalagnum. Hetta arbeiðið, sum
er í gongd, fer at kosta kommununi
eina góða miljón.
– Hetta er harðliga tiltrongt, tí vit
hava ongantíð havt nakað veruligt
bingjupláss undir skipaðum viðurskift
um. Vit hava havt eitt opið pláss niðri á
bryggjuni, men hevur hevur hvørki verið
hegn ella nøkur gyrðing um økið.
Mikkjal Sørensen sigur, at kommun
an hevur fingið áminningar frá IRF um
at skipa økið betri, og nú verður tað so
gjørt.
– Hetta er ein íløga, sum vit mugu
bera sjálvi. Men, vit duga at síggja, at
eitt veruligt bingjupláss undir skip
aðum viðurskiftum eisini fer at hava
nógvar fyrimunir við sær.
Liðugt í apríl
Borgarstjórin vísir á, at fólk, sum eru
komin við ymiskum, sum skal koyr
ast burtur, bara hava sett tingini á
bryggjuna, og tað í sær sjálvum er ein
vánalig loysn.
– Tá bingjuplássið verður liðugt,
verður tað opið ávísar dagar og tímar í
vikuni, og her kemur fólk at syrgja fyri,
at alt verður væl lagt til rættis.
Mikkjal Sørensen sigur, at tey eisini
fara at gera eina reglugerð fyri økið.
– Nýggja bingjuplássið skal verða
liðugt í apríl, og vit gleða okkum til,
at hesi viðurskifti verða skipaði niðri á
bryggjuni, sigur borgarstjórin í Porkeris
kommunu.
Her sæst oman yvir havnalagið, har bingjupláss nú verður gjørt
Mynd: Vilmund Jacobsen
Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeris kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen