Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-27, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2017síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 9 • 27. FEBRUAR 2017 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Suðuroy 18 TEMA Vilmund Jacobsen K ristin Michelsen, ið hevur sitið sum borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu í meira enn 14 ár út í eitt, er nú saman við øðrum góðum fólkum farin undir eitt nýtt skeið. – Tað er við góðum huga og treysti, at eg enn einaferð havi sett meg við stýrisvølin í Tvøroyrar kommunu, sum hevur givið mær og okkum øllum, sum búleikast her, so nógv. Eg eri sera fegin um tað álit, sum fólk enn eina­ ferð hava víst mær, og eg ætli mær ikki at svíkja hetta álit. Kristin Michelsen vísir á, at sum býráðspolitikari og borgarstjóri ert tú við til at taka tøk til frama fyri økið, tú ert valdur at umboða. – Størsta vinnuliga frambrotið í mínari tíð sum borgarstjóri var at fáa stóra uppsjóvarvirkið hjá Varðanum Pelagic bygt á Tvøroyri. Hetta virkið hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri Tvøroyrar kommunu og fyri stóran part av Suðuroynni. Nú gleða vit okk­ um til, at nýggja surimivirkið fer undir framleiðslu. Tey fyrstu árini eftir, at Varðin Pelagic koma, hevði Tvøroyrar komm­ una størsta skattavøkstur í landinum, og framvegis er góð gongd í skatta­ inntøkunum hjá fleiri kommunum í oynni. – Vit mugu eisini minnast til, at skattaprosentið er lækkað, og kortini hava inntøkurnar verið góðar, sigur Kristin Michelsen. Borgarstjórin sigur, at hóast ar­ beiðið á Varðanum Pelagic er árstíðar­ bundið, hevur felagið eisini fólk í føst­ um størvum. – Tað, at vit hava ein so stóran veitara, sum Varðin Pelagic er, merkir eisini, at virksemið smittar á aðrar fyri­tøkur og tænastur. Arbeiðið og trivnaður Tað hevur gingið striltið hjá Suður­ oynni at varðveitt verandi fólkatal, og hetta er ein gongd, sum bæði er kend í útjaðaranum í Føroyum og í øðrum londum. – Vit kunnu bara fegnast um, at vit fingu hetta stóra virkið, tí uttan Varðan Pelagic hevði fráflytingin verið uppaftur størri. Føroyar hava eisini brúk fyri stórum aktørum, sum eru mentir at lyfta slíkar íløgur. Borgarstjórin dylur ikki fyri, hvørji hjartamálini hjá honum og mongum suðuroyingum eru. – Suðuroyar Sjúkrahús hevur veld­ uga stóran týdning fyri oynna, og skal eg siga sum er, eru Suðuroyar Sjúkra­ hús og Smyril eymastu punktini hjá mongum okkara. Suðuroyartunnilin Kristin Michelsen vísir á, at Smyril nú hevur skjótt 12 ár á baki, og hann vænt­ar ikki, at skipið kemur at sigla í 30 ár. – Smyril er eitt gott skip, men skipið slítist illa við tí stóra og tunga flutningi sum er. Eg eri sannførdur um, at Smyril heldur ikki í 20 ár aftrat. Borgarstjórin er tí rættiliga heitur fyri tankanum, ið hevur verið frammi, nú sett er á Eysturoyartunnilin, og Sandoyartunnilin er næstur í røðini, at arbeitt fer ast verða við føstum sambandi um Suðuroyarfjørð. – Tøknin verður betri og betri, og eg eri ógvuliga glaður fyri, at okkara landsstýrismaður í samferðslumálum, Henrik Old, av álvara er farin at tosa um at knýta Suðuroynna upp í megin samferðslunetið. Borgarstjórin væntar, at tá tíðin kemur, at Smyril fer at nærkast út­ skift­ing, verður eisini komið undir land við verkætlanini til ein undir­ sjóvar­tunnil. Arbeiðsplássini eru altavgerandi Størsta vinnuliga frambrot í tíðini hjá mær sum borgarstjóri er Varðin Pelagic, og vit gleða okkum til, at nýggja surimivirkið fer undir framleiðslu, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu – Eg eri sera fegin um tað álit, sum fólk enn einaferð hava víst mær, og eg ætli mær ikki at svíkja hetta álit. Sum býráðspolitikari og borgarstjóri ert tú við til at taka tøk til frama fyri økið, tú ert valdur at umboða, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen – Størsta vinnuliga frambrotið í mínari tíð sum borgarstjóri var at fáa stóra uppsjóvarvirkið hjá Varðanum Pelagic bygt á Tvøroyri. Nú gleða vit okkum til, at nýggja surimivirkið fer undir framleiðslu, sigur borgarstjórin Mynd: Vilmund Jacobsen