mánadagur 27. februar 2017síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 9 • 27. FEBRUAR 2017
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Suðuroy
20
TEMA
Appnet veitir tænastur um alt landið
– Vit gera heimasíðuna og hava hana liggjandi á okkara servarum, og vit eru samstundis
røktarar av síðuni. Kundin kann nú sjálv/-ur sita á síni skrivstovu og leggja tekst, myndir og
video út. Hetta er ein serføroysk og trygg loysn, sigur stjórin í Appnet, Robert Thomsen
Vilmund Jacobsen
V
ikublaðið hevur verið inni á
gólvinum hjá teldufyritøkuni
appnet.fo, sum heldur til í
Suðuroy. Fyritøkan, sum varð stovnað
í 2002, hevur síðan byrjan arbeitt við
forriting og heimasíðuloysnum.
– Vit eru eitt virki innan KT-vinn
una, sum framleiðir heimasíður, forrit
og appir. Okkara fólk hava høgar út
búgvingar og nógvar royndir innan
økið, og vit fylgja væl við í menningini
á KT-økinum. Tí eru vit eisini før fyri
at bjóða okkara kundum eina holla og
góða tænastu fyri ein sera kappingar
føran prís.
Tað sigur stjórin í Appnet, Robert
Thomsen.
Í fyritøkuni eru trý fastlønt ársverk,
umframt at fríyrkisfólk eru knýtt at
ymiskum verkætlanum hjá fyritøkuni.
– Vit leggja stóran dent á, at
starvsfólkahópurin er rætt saman
settur, tí vit virka á fleiri pallum. Vit
hava fólk til gerð av heimasíðum, snið
geving, datafólk, sølufólk og ráðgevar.
Umframt okkum trý í føstum starvi,
eru eini seks fólk tilsamans knýtt at
felagnum, sigur hann.
Nógvir møguleikar
Robert Thomsen vísir á, at útgangs
støðið hjá Appnet er, at áhugaðir
kundar seta seg i samband við App
net, og so fara fólk hjá fyritøkuni út
at ráðgeva um ynskini.
– Kundarnir hava nógv ymisk
ynski, og tí er tað sera umráðandi, at
okkara fólk hava røttu útbúgvingar og
førleikar. Ynskir kundin, at vit skulu
taka myndir, gera vit eisini tað.
Stjórin sigur, at heimasíðuloysnir
nar hjá Appnet eru føroyskar, og tær
eru skræddaraseymaðar til hvønn
einstakan brúkara. Stórur dentur
verður lagur á, at tær eisini kunnu vitj
ast við mobil eindum, eitt nú mobil
telefonum og teldlum.
– Vit gera heimasíðuna og hava
hana liggjandi á okkara servarum, og
vit eru samstundis røktarar av síðuni.
Kundin kann nú sjálv/-ur sita á síni
skrivstovu og leggja tekst, myndir og
video út. Hetta er ein serføroysk og
trygg loysn.
Robert Thomsen sigur, at fólk
eru vælkomin at hyggja inn á teirra
heimasíðu - www.appnet.fo - og
síggja, hvussu fyritøkan arbeiðir.
Rætta brek umvegis netið
Appnet loysir eisini aðrar uppgávur
enn heimasíður, forrit og appir.
– Vit hava eisini aðrar tænastur,
sum vit kunna um á okkara heimasíðu.
Vit hjálpa kundum at rætta brek á
telduni, seta upp nýggjar teldur, og
gera alt, sum ein fyritøka kann hava
brúk fyri innan netverkið.
Stjórin vísir á, at Appnet javnan er
úti hjá fyritøkum í Suðuroy, har fólk
hava ymiskar teldutrupulleikar ella
ynskja ymiskar dagføringar.
– Vit hava eisini ta skipan, at vit
saktans kunnu rætta ein teldutrupul
leika í Klaksvík ella aðrastaðni, meðan
vit sita í Suðuroy. Hetta gera vit um
vegis internetið. Tað eru fleiri, sum
hava eina slíka tænastu hjá okkum,
og ein slík tænasta er sjálvsagt nógv
bíligari at brúka okkum - júst tá trupul
leikin uppstendur - enn at hava egið
teldufólk í fyritøkuni alt árið, sigur
Robert Thomsen hjá Appnet í Suðuroy.
– Útgangsstøðið hjá Appnet er, at áhugaðir
kundar seta seg i samband við okkum, og
so fara fólk hjá okkum út at ráðgeva um
ynskini, sigur Robert Thomsen, stjóri
Sumbiar
kommuna
setir fokus
á trivnaðin
- Vit fara at byggja spælipláss í Sumba og
Lopra, og vit fara at dagføra felagshúsið,
sum vit hava keypt í Sumba, sigur
borgarstjórin, Eyðbjørn Thomsen
Vilmund Jacobsen
Í
ár fer Sumbiar kommuna serliga at
fremja nakrar verkætlanir, sum hava
við trivnaðin í kommununi at gera.
– Í kommununi hava vit gott vatn
úr Sumbiartunlinum, og vit eru lidnir
við kloakkirnar. Haraftrat eru vegirnir í
kommununi rímiliga góðir.
Borgarstjórin í Sumbiar kommunu,
Eyðbjørn Thomsen, sigur, at tey í hesum
árinum fara at gera tvey spælipláss.
– Annað spæliplássið verður gjørt
í Sumba og hitt í Lopra. Bæði eru í
gongd, og planeringar eru partvís
gjørdar. Ætlanin er, at spæliplássið
í Lopra eisini verður flættað við eitt
fríøki í bygdini.
Eyðbjørn Thomsen vísir á, at hetta
eru tvær rímiliga stórar verkætlanir,
tí bæði spæliplássini skulu gerast frá
grundini av.
– Vit gleða okkum til, at hesar
verkætlanir eru lidnar, tí vit meta tað
hava stóran týdning fyri trivnaðin,
at børnini í bygdunum í kommununi
kunnu spæla og hugna sær saman.
Felagshús í Sumba
Sumbiar kommuna hevur júst fingið
øll viðurskifti við keypinum av felags
húsinum hjá Arbeiðsmannafelagnum
Beinisvørð upp á pláss.
– Vit hava keypt húsið, sum nú skal
gerast tipp topp í stand. Køkur, wc’ir
og garderopa skulu flytast upp á, og
alt skal setast í besta stand.
Eyðbjørn Thomsen vísir á, at lítið er
gjørt við húsið í nógv ár, og her eru bara
neyðugar ábøtur framdar.
– Tá vit eru liðug at byggja upp
í húsið og byggja um innan, verður
hetta ein frálíkur savningarstaður í
kommununi.
Hann vísir á, at húsið gjøgnum
mong ár hevur verið brúkt sum savn
ingarstaður, og hann heldur, at tað er
so sjálvsagt, at tað er kommunan, sum
tekur sær av hesum.
– Í Lopra er eisini eitt hús, sum
bygdafelagið í bygdini eigur. Her er
nógv sjálvboðið arbeiðið gjørt, og vit
hava eisini sum kommuna hjálpt til og
stuðlað undir, soleiðis at hetta húsið er
í besta standi, sigur Eyðbjørn Thomsen,
borgarstjóri í Sumbiar kommunu.
– Í ár fara vit serliga at leggja okkum eftir trivnaðinum í kommununi,
sigur borgarstjórin í Sumbiar kommunu, Eyðbjørn Thomsen
Mynd: Vilmund Jacobsen