mánadagur 27. februar 2017síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 9 • 27. FEBRUAR 2017
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Suðuroy
22
TEMA
Áhugamál úr fjøru til fjalls
Nýggi borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Janus Thomsen, er løgreglumaður. Áhugin fyri vinnulívi
og trivnaði í fólkinum er stórur, og honum dámar væl at fáast við seyð og kríatúr
Vilmund Jacobsen
Á
kommunuvalinum hin 8. no
vember gjørdist 37 ára gamli
løgreglumaðurin í Hvalba, Jan
us Thomsen, toppskorari við ikki færri
enn 149 persónligum atkvøðum.
Góða valúrslitið leiddi hann eisini
í borgarstjórasessin í Hvalbiar komm
unu, har hann tók við hesum álitisstarvi
hin 1. januar í ár.
– Eg havi ikki stillað upp áður, men
í fjør summar fekk eg áheitan um at
stilla upp, og eg tók av. Eg skrivaði
onga grein til valið, og eg skrivaði einki
valtilfar á Facebook. Hinvegin setti eg
nakrar reglur saman á eitt A4-ark, sum
eg bar í hvørt hús í kommununi. Her
vísti eg á, hvørji míni áhugamál eru, og
hvat eg kundi hugsað mær at arbeitt
fyri, um eg fekk undirtøku.
Janus Thomsen sigur, at hann und
an valinum hevði ein varhuga av, at
hann kanska fór at fáa nóg mikið av
atkvøðum til at koma í bygdaráðið.
Stórliga ovfarin
Á valkvøldinum gjørdist hann stórliga
ovfarin. Tá liðugt var at telja upp í
Sandvík, varð hann uppringdur og
fekk at vita, at hann átti heilar 19
har. Síðan ringdi beiggi hansara úr
valhølinum í Hvalba, og har fekk hann
at vita, at hansara bunki við atkvøðum
var stórur.
– Tá hugsaði eg, at nú er í hvussu
er sloppið, og eg eri valdur. Eg hevði
tó ikki droymt um, at undirtøkan fór at
gerast so stór.
Janus Thomsen sigur, at tá úrslitið
fyrilá, og tað vísti seg, at hann varð
valdur í bygdaráðið við flest atkvøðum,
ásannaði hann eisini, at nú er tað álvari.
– Okkara listi hevði gjørt eitt sera
gott val. Vit høvdu fingið fimm av
sjey valdum umboðum, og okkum
restaðu bara fýra atkvøður í at fáa
sætta umboðið. Tað var tískil eg, sum
fekk samráðingarrættin um skipan
av nýggjum bygdaráði, og longu val
kvøldið tosaðu vit sama um, hvussu
vit skuldu skipa okkum, sigur borgar
stjórin.
Ein góð skipan
Janus Thomsen er hálvur hvalbingur
og hálvur tvørámaður. Hann er giftur
Birgit Thomsen, sum er úr Klaksvík.
Tey eiga trý børn.
– Eg fór niður til Danmarkar á politi
skúla í 2002, kom heimaftur í 2004
og gjørdist liðugur í 2005. Síðan eg
var liðugur við mína útbúgving, havi eg
arbeitt minsta partin í Suðuroy. Eg havi
arbeitt fleiri ár í Havn, og arbeiði í løtuni
í Klaksvík, har eg nú havi verið í eitt ár.
Borgarstjórastarvið
í
Hvalbiar
kommunu er á pappírinum hálvtíðar
starv, og Janus Thomsen sigur, at hann
hevur fingið eina góða skipan við sín
arbeiðsgevara um, hvussu starvið sum
løgreglumaður og hálvtíðarstarvið sum
borgarstjóri kunnu flættast á besta
hátt.
– Sum løgreglumaður kemur tú
í samband við ymiskar stovnar og
myndugleikar, og eg haldi, at hetta
gevur mær ein part av barlastini, ið eg
kann brúka sum borgarstjóri.
Nógv áhugamál
Tað var í 2012, at Janus, Birgit og
børnini fluttu til Hvalbiar at búgva.
– Pápi mín sigldi og hevði trolvirkið
Bergið, so hetta er nakað, sum eg eri
uppvaksin við, og sjálvur havi eg eisini
arbeitt á Berginum.
Borgarstjórin er ógvuliga errin av
vinnulívinum í Hvalba.
– Her hava vit nógv raskt sjófólk og
arbeiðsfólk, bæði sum fyriskiparar og
ikki minst á gólvinum á fiskavirkinum.
Janus Thomsen sigur, at tá vinnu
lívið hevur tað gott, hava fólkið og
kommunan tað eisini gott, og hann er
sannførdur um, at vinnulívið saman við
øllum teimum, sum arbeiða í komm
ununi og aðrastaðni eru krumptappurin
í bygdasamfelagnum.
– Vit eru eisini ógvuliga spent eftir
at síggja, hvat Hvalbiarfjørður kann
koma at kasta av sær, nú royndir
verða gjørdar við aliringi á fjørðinum,
og eg vóni, at alingin í komandi tíðum
kemur at geva okkum eitt bein aftrat
at standa á, sigur hann.
Framtíðar dagstovnur
Í løtuni byggir Hvalbiar kommuna
barnagarð, sum ætlandi kemur at
nøkta tørvin á stovnsplássi fleiri ár
fram í tíðina. Her verður bæði vøggu
stova, barnagarður og frítíðarskúli.
– Eg haldi, at tað var skilagott av
undanfarna bygdaráði at fara undir
hesa verkætlan, og alt bendir á, at
vit fáa ein góðan, kærkomnan og
funktionellan stovn, ið er ein av fyri
treytunum fyri einari kommunu í
menning og við trivnaði í hásæti. At
nýggi stovnurin liggur tætt upp at
skúlanum, verður eisini til fyrimunar.
Janus Thomsen vísir á, at sambært
byggiætlanini verður stovnurin liðugur
í summar, tá hann eisini verður tikin í
nýtslu.
– Sjálvsagt er hetta ein stór íløga,
sum kemur at merkjast, men eg eri
glaður fyri, at vit fáa ein veruligan
stovn – og ikki eina lappaloysn, leggur
hann aftrat.
Haft um beinini
Tað gleðir eisini borgarstjóran, at
ætlanin at byggja ein nýggjan Hval
biartunnil nú veruliga er í eygsjón.
– Vit hava vónir um, at arbeiðið
fer at byrja næsta ár. Hetta gleða vit
okkum rættiliga til, tí tað er eingin
loyna, at verandi tunnil er eitt haft
um beinini á vinnulívinum í Hvalba,
umframt at tunnilin, sum árini eru
gingin, og tunga ferðslan er økt, als
ikki er nøktandi.
Janus Thomsen sigur, at fólk í Hval
biar kommunu vóna, at ein skilagóð
loysn fæst um linjuføringina, soleiðis
at nýggi tunnilin kemur út so niðarlaga
í lendinum í Trongisvági sum gjørligt.
– Tað er ógvuliga umráðandi, nú
tunnilin skal byggjast, at vit fáa eina
framtíðartryggjaða loysn – eina loysn,
sum vit øll kunnu liva við og fegnast
um. Ein nýggjur Hvalbiartunnil verður
vónandi eisini ein farleið í komandi
tíðum til og frá einum Suðuroyartunnli,
sigur hann.
Bíligari í Roynhøllini
Ein trupulleiki, sum Suðuroyggin dreg
ist við, er fráflyting, sum tykist vera
trupul at steðga. Tá tað gongur best
í eitt ár, veksur fólkatalið í onkrari
kommunu, men tendensurin yvir ár
er, at Suðuroyggin minkar í fólkatali.
– Vit vilja gjarna gera nakað fyri
tey ungu í okkara kommunu, sum
kann viðvirka til, at ungdómurin trívist.
Kommunan hevur yvirtikið Roynhøllina,
og vit hava nú lækkað prísirnar fyri
leigu av høllini í vónini um, at her verða
enn fleiri tiltøk av ymiskum slagi.
Janus Thomsen vísir á, at neyðugt
verður helst at gera nakrar dagføringar
í høllini, og hetta er nakað, sum nýggja
kommunustýrið helst fer at taka upp.
– Royn hevur fingið nýggja nevnd,
og vit eru spent eftir at vita, hvat fe
lagið fer at gera, serliga við atliti til
tær yngru deildirnar. Tað gleðir okk
um eisini, at øll Suðuroyggin stendur
saman um vaksnamannaliðini í fót
bólti. Hetta er avgjørt positivt fyri sam
anhaldið í oynni, sigur hann.
Áhugi fyri seyði
Janus Thomsen og beiggin, Jógvan
Thomsen, taka sær eisini í felag av
einum festi. Tað var pápin, sum hevði
festið, og síðan hann doyði fyri sjey
árum síðan, hevur festið ligið hjá
mammuni.
– Okkum dámar væl at fáast við
seyð. Vit hava eisini trý fjallaneyt
úr Kirkjubø, tvær kvígur og ein tarv.
Hetta er eisini ein av orsøkunum til, at
vit fluttu suður at búgva. Mær hevur
altíð dámt væl í Hvalba, og konan
trívist eisini her suðuri. Hon arbeiðir
hálva tíð á skrivstovu á Tvøroyri og
er við í onkrum bindiklubba. Vit valdu
at flyta suður, tí vit bæði hildu, at tað
kundi verið gott fyri børnini at veksa
upp á bygd, sigur Janus Thomsen,
borgarstjóri í Hvalbiar kommunu.
– Tá valúrslitið fyrilá, og tað vísti seg, at eg varð valdur í bygdaráðið við flest atkvøðum, ásannaði
eg, at nú er tað álvari, sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen