Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-27, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2017síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 9 • 27. FEBRUAR 2017 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Suðuroy 24 TEMA Lítil kommuna við ríkari søgu – Vit halda, at Víkingadagar og virk­semið hjá forn­ minnis­felaganum annars setir Hovs kommunu í eitt forvitnisligt ljós, og vit fegnast um, at slík tiltøk seta fokus á bygdina. Vit hava nógv at vísa ferðafólki, sigur Jónsvein Hovgaard, borgarstjóri í Hovs kommunu Vilmund Jacobsen H in 1. januar í ár fekk Hovs komm­una nýggjan borgarstjóra. Jón­svein Hovgaard, sum und­an­farnu átta árini hevur verið varaborgarstjóri, er nýggjur borgar­ stjóri. Hetta er fjórða skeiðið hjá hon­ um í bygdarráðnum í Hovi. Hann er skúlalærari og hevur verið í starvi við Tvøroyrar skúla síðan 1981. Tey eru fimm, sum manna bygdar­ ráðið í Hovi, og í kommununi búgva 103 fólk. Kommunulógin sigur, at tá talið av borgarum í kommununi fer niður um 100, skulu bara tríggir limir velj­ast í bygdarráðið. Soleiðis, sum gongdin hevur verið í fólkatalinum í Hovs kommunu seinnu árini, er spurn­ ingurin, hvussu leingi aftr­at, at komm­ unu­stýrislimirnir vera fimm í tali. Góðkend spillivatnsætlan Jónsvein Hovgaard sigur, at komm­ unan hevur ongar nevndir, men bygd­ ar­ráðslimirnir hava hvør í sínum lagi sítt øki at standa fyri. Onkur hevur tekniska partin, onkur trivnað, og onk­ ur hevur mentan. – Men, annars eru vit øll saman um alt, leggur hann aftrat. Skattaprosentið í Hovs kommunu er lutfalsliga lágt, 20 prosent, og komm­unan eigur nøkur grundstykki tøk at byggja á, sum kunnu seljast fyri ein ógvuliga sámuligan prís. Kommunan hevur eisini eina góð­ kenda spillivatnsskipan, sum ikki allar kommunur kunnu reypa sær av at hava. Jónsvein Hovgaard vísir á, at komm­ unan fær nakrar krónur burtur úr aling­ini á Hovsfirði, men slíkt virksemi krevur eisini, at kommunan hevur ein bátahyl við portri sum er trygt. – Vit eru als ikki nøgd við, at ali­ fe­lagið bara kemur suður higar eftir fiski, sum verður virkaður norðanfyri, tí suðuroyingar hava ikki møguleikar at pendla norður eftir til arbeiðis, eins og onnur á fastlandinum hava, sigur hann. Samstarv millum kommunur Borgarstjórin í Hovs kommunu ásann­ ar, at eldraøkið er tungt hjá einari so lítlari kommunu. – Ein partur av afturberingini til kommunurnar fyri eldraøkið er fyri úti­ siglarar, og vit hava at kalla ongar úti­ siglarar í kommununi. Jónsvein Hovgaard vísir á, at komm­ unan kennir tað sum sína skyldu at útvega dagstovnapláss og skúlatilboð til sínar borgarar. – Eingin skúlagongd er í okk­ara skúla, og vit hava onga dag­røktar­ skipan. Hesi mál loysa vit saman við øðrum kommunum í oynni. Vit hava tí­skil øll tey tilboð, sum onnur kunnu bjóða, men bara ikki í bygdini, leggur hann aftrat. Nýggjur ídnaðarkøkur Hovs skúli fær í løtuni ídnaðarkøk í einari lítlari uppíbygging, og borgar­ stjórin heldur, at hetta er ein góð íløga. Skúlin verður nógv brúktur til ymisk tiltøk og til legur hjá ítróttarfeløgum og øðrum, og við ídnaðarkøkinum verða hesar umstøður nógv betri. – Í skúlanum eru góðar umstøður, og her er eisini ein stórur salur. Skúla­ garðurin hevur graslíki, og í skúla­garð­ inum er eisini eitt avmarkað spæli­ pláss. Jónsvein Hovgaard sigur, at komm­ unan hevur roynt at bjóða tí almenna skúlan til onkran stovn, men enn hevur ikki eydnast at fáa nakað leigumál í lag. – Men, skúlin stendur so eisini opin fyri møguleikum hjá ferðavinnuni. Víkingadagar í Hovi Í Hovi er ein stórur stevnudagur síðst í mai. Hetta eru Víkingadagar, sum eru sera væl vitjaðir. – Vit eru fegin um at hava eitt virkið fornminnisfelag í bygdini, har ein sjálvsognarstovnur eigur gamla handilshúsið niðri á bryggjuni. Felagið eigur eini hús uppi við vatnið, sum felagið kann leiga út til ferðafólk. Jónsvein Hovgaard sigur, at eitt ann­að felag er eisini í gongd við at byggja ein stóran víkingabát og neyst til bátin, og henda ætlan er komin væl áleiðis. – Vit halda, at Víkingadagar og virksemið hjá fornminnisfelaganum annars setir Hovs kommunu í eitt forvitnisligt ljós, og vit fegnast um, at slík tiltøk seta fokus á bygdina. Vit hava nógv at vísa ferðafólki, leggur borgarstjórin í Hovs kommunu aftrat. Jónsvein Hovgaard er nýggjur borgarstjóri í Hovs kommunu Mynd: Birgir W. Høgnesen Frá Víkingadøgunum 2016 Hovs skúli fær í løtuni ídnaðarkøk í einari lítlari uppíbygging. Skúlin verður nógv brúktur til ymisk tiltøk og til legur hjá ítróttarfeløgum og øðrum Mynd: Birgir W. Høgnesen