mánadagur 27. februar 2017síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 9 • 27. FEBRUAR 2017
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Suðuroy
26
TEMA
Fámjin er á gravarbakkanum
– Tað, sum ræður um, er at fáa gongd á eina tunnilsbygging, soleiðis at fólkið í
Fámjin hevur nakað at síggja fram til, sigur borgarstjórin, Jóanis Lisberg
Vilmund Jacobsen
J
óanis Lisberg er nýggjur borgar
stjóri í Fámjins kommunu. Hann er
sumbingur, giftur til Fámjins. Annar
abbi hansara, Karl í Smiðjuni róptur,
var úr Fámjin, og tí eigur borgarstjórin
nógvar góðar løtur í Fámjin sum smá
drongur. Tá abbi hansara flutti úr
Fámjin til Sumbiar, varð hann í Sumba
róptur Karl á Fløttinum.
– Eg havi arbeitt í alingini hjá Bakka
frost í Trongisvági í stívliga fimm ár og
eins og onnur, sum búgva í Fámjin og
arbeiða aðrastaðni, veit eg, hvat tað er
at koyra um Øraskarð á vetrardegi.
Jóanis Lisberg dylur ikki fyri, at
ein tunnil millum Øravík og Fámjin er
eitt av hansara hjartamálum, og hann
ætlar ikki at helma í, fyrr enn hesin
tunnil antin er komin ella er rættiliga
í eygsjón.
– Fámjin er ein perla og eitt paradís
um summarið og í betru tíðini av
árinum, men myndugleikarnir skulu
ikki gloyma, at her býr eisini fólk um
veturin, sum hava sama rætt sum onn
ur til eina trygga farleið.
Borgarstjórin heldur, at kanska hava
fólk í Fámjin ikki rópt nóg hart hesi
árini, tá samferðslan er vorðin útbygd.
Hava rullað grót
– Í staðin fyri tigandi at hava rullað
grót, sum ríður oman á vegin, í eini 30
ár, skuldu vit kanska heldur havt ringt
eftir tíðindamiðlunum, so størri fokus
hevði verið á teimum umstøðum, sum
fólkið í bygdini livir undir, tá stormur
og hálka gera um seg.
Jóanis Lisberg er onga løtu í iva um,
at fær Fámjin ikki tunnil innan heilt fá
ár, doyr bygdin út.
– Vit eru stívliga 80 fólk í bygdini,
og tað er ikki at taka munnin ov fullan
at siga, at bygdin rættiliga er komin á
gravarbakkan.
Borgarstjórin sigur, at hann hevur
snakkað við nógvar politikarar um um
støðurnar, og hann ætlar ikki at helma
í, fyrr enn myndugleikarnir skilja álv
aran.
– Tað gongur slett ikki, at ein tunnil
til Fámjins verður lagdur í nakran karm,
har vit koma at liggja aftarlaga í einari
ella aðrari røð. Tað hava vit slett ikki
stundir til, um fólkið ikki skal flyta
burtur.
Jóanis Lisberg sigur, at tað, sum
ræður um, er at fáa gongd á eina tunn
ilsbygging, soleiðis at fólkið í Fámjin
hevur nakað at síggja fram til.
Hann sigur, at honum dámar væl
tankan, sum eitt nú Henrik Old, lands
stýrismaður í samferðslumálum hevur
verið inni á, at Landsverk aftur fær út
gerð og eitt borilið, sum kann taka sær
av at bora tunlar, sum teir gjørdu áður.
– Eg haldi, at hetta er ein góður
tanki. Bart út sagt eru tey fólk, sum
enn búgva í Fámjin, í dýrastu neyð, og
tað er bara politiski myndugleikin, sum
kann taka eina hond í.
Var í bussinum
Sjálvur var Jóanis Lisberg í skúla
bussinum, sum í fyrra helmingi av
áttatiárunum í vindi og hálku fór út av
Sumbiarvegnum og bóltaði fleiri ferðir
runt oman gjøgnum lendið.
– Bæði beiggi mín og eg vóru í
bussinum, og vit vóru 17 fólk tilsam
ans, um eg minnist rætt. Tað var bara
eitt guds undur, at eingin fekk álvars
ligan skaða.
Borgarstjórin og kona hansara
eiga trý børn, sum ganga í skúla í
Tvøroyrar kommunu, og tá teir ringu
vetrardagarnir eru, er veruligur ótti
á foreldrunum, sum noyðast at lata
børnini av bygdini.
– Í ringasta føri kann tað henda, at
vit missa øll okkara børn í einari van
lukku, tí farleiðin um Øraskarð í vindi
og hálku er alt annað enn nútíðarhósk
andi. Vit vilja ikki longur spæla við lívið
hjá okkara borgarum, og hetta noyðast
myndugleikarnir at taka til eftirtektar,
leggur Jóanis Lisberg dent á.
Eldraøkið er tungt
Eitt, sum rættiliga tyngir Fámjins
kommunu fíggjarliga, er eldraøkið.
– Her eru útlitini rættiliga døpur. Á
kommunuvalinum seinast høvdu 74
fólk valrætt. Av hesum vóru umleið 30
prosent 67 ár og eldri. Tað merkir, at
nógvir pensjónistar eru í kommununi.
Hinvegin er lítil og eingin afturbering
frá útisiglarum.
Jóanis Lisberg vísir á, at hevði aftur
beringin fyri eldraøkið samsvarað við
talinum av pensjónistum, hevði betri
staðið til hjá kommununi.
– Men, soleiðis sum afturberingin
er skipað nú, koma vit at gjalda
nakrar hundrað túsund krónur meira
til eldraøkið um árið, enn vit fáa úr
landskassanum sum gjald fyri økið,
og tað kann ikki vera rætt. Her mugu
myndugleikarnir hjálpa okkum til
eina betri og rættvísari skipan, sigur
borgarstjórin í Fámjins kommunu.
– Vit vilja ikki longur spæla við lívið hjá okkara borgarum,
og hetta noyðast myndugleikarnir at taka til eftirtektar,
sigur Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Bíligt at gista á Hotel Bakkanum
Tvey kunnu gista á Hotel Bakkanum í Vági í tveymanskamari við vc og
bað og fáa morgunmat fyri einans 800 krónur um náttina
Vilmund Jacobsen
T
að er stívliga eitt ár síðan, at
Finn Olsen keypti partin hjá
Martini Christensen í Hotel
Bakkanum. Tað vóru Martin og sonur
Finn, Róin Olsen, sum arbeiðir í Havn,
ið áttu Bakkan, og nú eru tað feðg
arnir báðir, sum eru eigarar.
Finn Olsen hevur umsitingarliga
virksemi á Hotel Bakkanum um hendi
og við síðan høgru lið hevur hann Ingun
Poulsen, ið hevur starvast á hotellinum
í fleiri ár.
– Árið í fjør var gott, men tað hevur
verið minni at gera í januar og februar
í ár. Hetta kann hava nakað við tað
at gera, at ymiskt virksemi var her í
økinum, sum nú er liðugt. Her er nógv
at gera við mati, men tað eru gist
ingarnar, sum higartil í ár hava verið
færri enn somu tíð í fjør.
Finn Olsen hevur gjørt nógv við
Hotel Bakkan, síðan hann tók yvir um
sitingina.
– Í fyrsta lagi eru allar einkult
sengurnar skiftar út við dupult sengur.
Nýggir stólar eru keyptir, og snøggað
er um rúmini kring um á hotellinum.
Døgurði og pizzakøkur
Umframt at Hotel Bakkin altíð hevur
ein góðan døgurðabita frá klokkan
12-13.30, er pizza-køkurin opin
hvønn dag frá klokkan 16-21 og um
vikuskiftið til klokkan 22.
– Umframt vanligu matarskránna
um middagsleitið, kunnu fólk eisini altíð
keypa sær ein góðan búff. Tað tekur eina
løtu at tilreiða ein búff, men bíleggja fólk
í hampiligari tíð, er tað eingin trupulleiki.
Tað ber eisini til at koma inn og bíðja
um ein búff uttan bílegging, men tá er
so neyðugt at bíða eina løtu, meðan
búffurin verður tilreiddur.
Finn Olsen vísir á, at í pizza-køkin
um fáast nógv sløg av pizza, og her
fæst høsnarungi og kips, fiskur og kips,
umframt kebabs, durum og annað gott
til góman.
– Summi koma inn á gólvið, keypa
í pizza-køkinum og eta inni. Onnur
taka matin heim við. Er talan um
fleiri bíleggingar, koyra vit eisini út av
húsinum við bíleggingini.
Umsitingarleiðarin sigur, at Hotel
Bakkin eisini ger mat út av húsinum til
ymisk høvi, og tá verður maturin sjálv
andi eisini koyrdur til dyrnar.
– Í aðrar mátar ber eisini til at leiga
seg inn á Hotel Bakkan til ervi, kon
firmatiónir, føðingardagar og ymisk
onnur hugsandi tiltøk.
Bíligt at gista
Hotel Bakkin hevur níggju tveymans
kømur, harav fýra av kømrunum hava
bað og wc. Í aðrar mátar er bað og wc
beint uttan fyri dyrnar.
– Eitt tveymanskamar við wc og
brúsu kostar fyri tvey 800 krónur
um náttina, og tá er mongunmatur
íroknaður. Er bara ein inni í kamarinum
- ella tvey leiga eitt kamar, sum ikki
hevur wc og bað inni, er kostnaðurin við
morgunmati 700 krónur um náttina.
Finn Olsen sigur, at barrin, sum
er í niðara enda av bygninginum, er
opin hvønn dag frá klokkan 11 um
morgunin.
– Vit gera eisini smyrjibreyð út
av húsinum til ymisk høvi, eitt nú til
føðingardagar, barnadópar, konfirma
tiónir, merkisdagar og veitslur annars,
sigur hann.
Finn Olsen hevur umsitingarligu uppgávurnar, og Ingun Poulsen tekur sær av tí dagliga
Mynd: Vilmund Jacobse