mánadagur 27. februar 2017síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 9 • 27. FEBRUAR 2017
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Suðuroy
28
TEMA
Tangavirkið fær nýggjar
og góðar umstøður í Vági
Á Tangavirkinum í Vági er rættilig gongd í at byggja fyrrverandi
bovlinghøllina um til sølubúð, goymslu og skrivstovuhøli
Vilmund Jacobsen
T
að er Tangavirkið í Vági, sum
eigur bygningin, har bovling
høllin helt til áður.
Í kjallaranum er rúmlig smiðja, og
her hevur fyritøkan fingið nógv betri
umstøður enn tær, sum vóru í gomlu
smiðjuni.
Tað er Arni D. Brattaberg, sum hev
ur verið drívmegin aftan fyri stóru verk
ætlanina at umbyggja ovaru hæddina
til handil, goymslu og skrivstovu.
Tað fyrsta, sum skuldi gerast, var
at bróta niður tað, sum var í ovaru
hæddini, og í fjør heyst varð farið í holt
við at byggja uppaftur.
Góðar umstøður
Tá Vikublaðið vitjaði í Suðuroy í
síðstu viku, vóru vit inni á gólvinum í
nýggju hølunum saman við stjóranum
í Tangavirkinum, Mortani Mortensen
og Arna D. Brattaberg.
Áðrenn vit fara víðari, kunnu vit
skoyta upp í, at Arni D. Brattaberg
í fleiri ár hevur havt bókhaldið hjá
Tangavirkinum um hendi, og tá fyri
tøkan læt upp sølubúð, serliga við
hvs-útbúnaði í ár 2000, var hann
handilsleiðari, til hann og konan fóru
at byggja Torgið í Vági, sum læt upp
í 2008.
Øll árini hevði hann tó havt bók
haldið hjá Tangavirkinum um hendi.
Verandi sølubúð hjá Tangavirkinum
er umleið 60 fermetrar, men umstøð
urnar í nýggju hølunum verða so nógv
størri og betri.
Nýggi handilin verður umleið 220
fermetrar stórur, og goymsluplássið
verður einar 200 fermetrar.
– Eg eri ikki útbúgvin timburmaður,
men eg smíðaði í sínari tíð okkara egnu
hús yvir eini trý ár, og tá vit lótu Torgið
byggja, var eg at kalla hvønn einasta
arbeiðsdag og hjálpti til.
Arni D. Brattaberg sigur, at Tanga
virkið hevur nógvar góðar handverkarar
í starvi, og teir hava verið óførir at
hjálpt til.
– So, hetta finna vit saktans út av
saman, sigur vagbingurin.
Nýggju og stóru handilshølini hjá
Tangavirkinum fara at hava alt hvs til
vanlig viðskiftafólk, og síðan verða
eisini onnur og størri ting, sum eitt nú
kommunur og vinnulív eftirspyrja. Tá
arbeiðið er liðugt, fer Tangavirkið at
hava eina nógv størri sølubúð, eins og
goymsluumstøðurnar á somu hædd
sum handilin verða nógv betri enn í dag.
– Vit fáa eisini eitt stórt glaspartí,
sum kemur at pynta nógv um framsíð
una og inngongdina til stóra handils
hølið, og her er forarbeiðið við stoyping
og øðrum í gongd í løtuni.
Arni D. Brattaberg sigur, at málið
er, at tá fólk skulu byggja sær eini hús,
so skal Tangavirkið kunna levera alt,
sum skal brúkast innan hvs og baði
rúmsmøblar. Haraftrat skal goymslan
fevna um meginpartin av tí, sum
kommunur og vinnulív eftirspyrja innan
økið hjá Tangavirkinum.
Stórt arbeiðspláss
Tangavirkið í Vági er eitt lutfalsliga
stórt arbeiðspláss í Vági og stjórin,
Mortan Mortensen, sigur, at í løtuni
eru millum 18 og 19 mans til arbeiðis
í fyritøkuni, harav fimm lærlingar.
– Gjøgnum árini hava vit gjørt
nógvar ymiskar uppgávur, og vit hava
eisini verið partur av nógvum størri
og smærri verkætlanum – ikki bara í
Suðuroy, men eisini kring um landið.
Sum navnið sigur, framleiðir verk
staðurin eisini tangar av ymiskum slagi,
men virkið er ikki minst kent fyri sína
framleiðslu av eitt nú gelendarum,
rekkverkum, trappum, dragarum og
ymiskum øðrum úr jarni og stáli.
– Í seinastuni hava vit arbeitt á
nýggja surimivirkinum á Tvøroyri, og
vit arbeiða í nýggja barnagarðinum,
sum verður bygdur í Hvalba. Vit hava
gjørt stórarbeiði fyri SEV, og enn hava
vit fólk í ymiskum uppgávum fyri
SEV, sigur Mortan Mortensen, stjóri í
Tangavirkinum.
Her á loftinum verður skrivstova við
góðum útsýni yvir vágna í Vági.
– Umframt Arna D. Brattaberg, eigur
Poul Augustinussen, sum hevur arbeitt á
Tangavirkinum í eini 30 ár, ein stóran leiklut í
hesi verkætlan, sigur stjórin, Mortan Mortensen
Mortan Mortensen og
Arni D. Brattaberg
Her skal stórt glaspartí
byggjast sum inngongd
til handilshølini