týsdagur 28. februar 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. mars 2017 · Nr. 26
mikudagsblaðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Vit taka slett ikki støðu til, um
Andrass Mortensen er skikkaður
til starvið sum lærari og granskari
við Fróðskaparsetur Føroya.
Men tað undrar okkum – og fólk
flest, hvussu tað ber til, at tey fín
aru fólkini, sum fáa fótin í almennu
skipanini, altíð verða loftað aftur í
øðrum stað.
Er starvsheitið fínt nokk, er løn
in nóg høg, og er persónurin »tann
rætti« – so vísir tað seg, at fólk
kunnu ikki koyrast úr starvi hjá tí
almenna.
Og tað er líka mikið, um tað er
ein kavráur fólkafloksmaður ella
ein bleyt tjóðveldis- ella javnað
arkona, sum situr við valdinum í
landsstýrinum. Tey fínaru fólkini
við fínaru lønunum, tey skulu
loftast – kosta hvat tað kosta vil.
Men hevur tað almenna brúkt
ov nógvar pengar, so verður spart
– so verður rationaliserað. Og tá tað
verður rationaliserað, so skulu øll
vita og skilja, at tá má tað ganga út
yvir onkra vaskikonu, sum vit ikki
hava brúk fyri kortini, tí nú skulu
fólk sjálvi taka eitt sindur meira
upp eftir sær.
Tað sama, um tað snýr seg um
skrivstovufólk ella tímaløntar ar
beiðsmenn. Slík fólk, sum bara fáa
einar 100 krónur um tíman, tey
kunnu saktans sigast úr starvi, tí
eingin saknar tey kortini.
Málið
um
stjóran
á
Søvnum Landsins er bara tað síðsta
í røðini.
Tiltikið er, tá aðalstjórar ikki
kunnu brúkast longur. So verða teir
sagdir úr starvi og settir aftur við
somu løn sum ráðgevar. Teir hava
so holla vitan, at teir mugu brúkast
til okkurt skilagott.
Enntá eisini ta ferðina Jørgen
Niclasen niðurlegði Landsbankan.
Tá loftaði eisini hann øllum starvs
fólkunum – eisini stjóranum, sum
varð settur í annað stjórastarv,
har ein annar stjóri varð, sum varð
settur í granskarastarv á Setrinum.
Vaskikonan varð helst uppsøgd.
Í Degi og Viku vísti Sonja Jógv
ansdóttir á henda margháttliga og
kreativa máta at flyta runt við al
mennum toppembætisfólkum.
Hon spyr – eins og vit, hví tað
sama ikki er galdandi fyri øll.
Vit standa spyrjandi, og fólk
standa spyrjandi. Hvat er hetta fyri
nakað? Men vit fáa einki skilagott
svar, tí í slíkum førum snakka poli
tikarar bara uttanum.
Men Sonja Jógvansdóttir kann
gera nakað við hetta. Hon kann
reisa málið í tinginum og biða løg
mann um eina forkláring. Hon
kann eisini seta ein fyrispurning
til løgmann, har hann skal greiða
frá, hví summir samfelagsborgarar
skulu viðfarast tignarligari enn
aðrir. Og hví tað altíð eru óbrúkilig
toppembætisfólk, sum skulu loft
ast. Skilt á tann hátt, at tá ein per
sónur verður vrakaður í einum
almenn toppembæti, so skal hann
loftast.
Tað er sum hjá Orwell gamla:
Summi eru meira líka enn onnur
Hví tað? – harra løgmaður
Skulu
vera
grønur
miðdepil
Tíðíndi síða 8-9
Sovi
morgun
til móðan
ungdóm
heilsusíða Síða 15
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Skatturin av virkseminum
hjá Bakkafrost fyllir áleið
líka nógv í landskassanum,
sum ríkisveitingin úr Dan
mark.
Soleiðis verður føroyski
landskassin størsti avtakar
in av vinningsbýtinum og
skatti annars, sum Bakka
frost rindar. Tilsamans rind
ar Bakkafrost samtakið yvir
hálva milliard beinleiðis í
skatti.
Rúni M. Hansen er nevnd
arformaður í Bakkafrost, og
er tað tí hann, sum í síðsta
enda skal taka støðu til,
hvat skal skjótast upp á að
alfundinum, og hvussu nógv
vinningsbýtið skal rindast.
Aðalfundurin er evsta vald
í felagnum, og partaeigara
skarin er smáttbýttur yvir
fleiri lond, og eingin einstak
ur partaeigari eigur yvir 10
prosent av partapeninginum.
Rúni M. Hansen sigur við
info, at tá felagið í 2010 var
skrásett á keypskálanum, og
fólk og stovnar vóru boðin
við at seta pening í felagið,
varð sagt, at felagið hevði
sum mál at gjalda millum 30
prosent til 50 prosent av yv
irskotinum, aftan á skatt, út
í vinningsbýti.
– Hetta hava vit gjørt á
hvørjum ári síðani. Ein stórur
partur av yvirskotinum er
annars farið til íløgur, millum
annað Havsbrún í Fuglafirði,
smoltstøðinar á Viðareiði og
við Strond í Klaksvík, nýggja
virkið á Glyvrum og í tey
trý størru skipini, vit hava
keypt, umframt tvíkiljur og
aðrar íløgur, sigur Rúni M.
Hansen.
Spurdur, hvussu nógvar
av teimum 425 milliónunum
enda í føroyska landskassa
num, sigur hann, at umleið
125 milliónir fara beinleiðis
í
landskassan.
Sambært
roknskapinum, sum varð
framlagdur í gjár, verða har
afturat 294 milliónir goldn
ar í partafelagsskatti og 108
milliónir í umsetningsskatti.
Sostatt er samlaði skatturin,
sum Bakkafrost samtakið
rindar í skatti fyri árið 2016,
527 milliónir krónur.
Umframt
beinleiðis
skattin
hjá
Bakkafrost-
samtakinum og vinnings
býtisskattin, so fær landið
eisini lønarskatt frá starvs
fólkunum hjá Bakkafrost.
Tilsamans rindaði Bakka
frost í fjør 328 milliónir krón
ur lønum. Siga vit at umleið
ein triðingur ella gott og
væl tað er goldið í skatti, so
er tað um tað lagið, at land
ið fær meira inn í skatti av
virkseminum
hjá
Bakka
frost, enn landið fær í ríkis
veiting úr Danmark, sum er
641,8 milliónir krónur.
Fáa allan blokkstuðulin
í skatti frá Bakkafrost
Bakkafrost-fam
iljan hevur fing
ið 276 mió kr
í vinningsbýti
seinastu 9 árini
Bakkafrost milliardingarnir,
Regin Jacobsen, stjóri, og
mamma hansara, Oddvør
Jacobsen, fáa mest, tá Bakka
frost fer at útluta 425 mió kr í
vinningsbýti fyri 2016.
Tey fáa mest, tí tey eru
størstu partaeigarar. Oddvør
eigur 9,4 prosent av parta
peninginum, og Regin eigur
9,2 prosent.
Teirra
ongarlutir
eru
verdir ávikavist 1,22 milliard
ir krónur og 1,19 milliardir
krónur.
Tað gevur teimum eisini
størsta vinningsbýti. Odd
vør Jacobsen fær hesaferð
39,95 mió kr, meðan Reg
in Jacobsen fær 39,1 mill
ión
krónur.
Vinningsbýti
verður skattað við 35 pro
sentum. Tað merkir, at Regin
Jacobsen og Oddvør Jacob
sen skulu gjalda ávikavist
13,69 og 13,98 milliónir í skatti
ella tilsamans 27,67 mió kr.
Tey fáa tí útgoldið ávikavist
25,42 og 25,97 mió kr í part
eftir skatt.
Seinastu níggju árini hev
ur Bakkafrostfamiljan fingið
276,4 milliónir vinningsbýti.
Ársúrslitið hjá Bakkafrost
í fjør var 1,165 milliard krón
ur, og felagið fer at rinda út
425 milliónir krónur í vinn
ingsbýti.
Hava fingið 276 mió
kr í vinningsbýti
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Sólskinssøgan um Bakkafrost er eisini ein sólskinssøga hjá
Bakkafrostfamiljuni, sum eru størstu partaeigarar í felagnum