Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mars 2017 · Nr. 26 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Tað er greitt fyri flestu fak­ fólkum, at tørvur er á at fáa samskipa psykiatri í Før­oy­ um. Kring um okkum í øðrum londum verður arbeitt nógv við tí, sum nevnt verður økis­psykiatri. Ein partur av tí er sett í verk fyri at lætta trýstið á psykiatrisku sjúkra­ húsini, men eitt annað enda­ mál er, at tey sálsjúku kunnu halda til í egnum, kendum umráðum. Stig eru eisini tikin til hesa skipan í Føroyum, men sumt bendir á, at alt ikki virkar eftir ætlan. Tí hevur landsstýris­ kvinn­an við heilsumálum, Sir­ið Stenberg, settt ein ar­ beiðsbólk at gera eina heild­ ar­ætlan fyri psykiatri í Før­ oy­um. Betri sálarheilsa fyri øll er eitt av aðalmálunum fyri hesi ætlan. Heildarætlanin eitur »Álit um heildarpsykiatri fyri Før­ oyar«. Málið er at tryggja, at øll við sálarsjúku fáa eina javn­ bjóðis, dygdargóða og trygga tænastu, so tætt at gerandislívinum, sum til ber. – At hjálpa teimum, ið stríð­ast við sálarsjúku er ein felags samfelagsuppgáva, sum umframt fevnir um alt frá viðgerð til arbeiðs­ lív­ið, útbúgving, fíggjarliga stuðul, námsfrøði, bústaðar­ møguleikar og mangt annað. Skulu vit røkka góðum úr­ slitum er neyðugt við dygd­ ar­góðum samskipaðum átøk­um tvørtur um geir­ar og fakmørk, sigur Sirið Sten­ berg, lands­stýriskvinna. Heildarætlanin snýr seg um psykiatri í breiðastu merk­ing og ikki bert í heilsu­høpi. Heildarætlanin nemur við mest sum øll væl­ ferðarøki í føroyska sam­fe­ lag­num. Arbeiðsbólkurin, sum skal gera heildarætlanina, er tí somuleiðis mannaður við umboðum úr fleiri geirum, ymsum fakkunnleika, um­ framt at umboð fyri brúk­ar­ an verða við. Høvuðsuppgávan hjá tvørfakliga arbeiðsbólkinum er at gera eina heildarætlan fyri psykiatri í Føroyum við ítøkiligum tilmælum um átøk at fremja á økinum kom­andi árini. Arbeiðsbólkurin skal á heildarætlanini millum ann­ að meta um møguleik­arnar fyri og at gera tilmæli um, at tað við røttu tilboðum til røttu tíð ber til, at: • fyribyrgja sálarsjúku bet­ ur – her undir at breiða út kunnleika um sálarsjúku og at burturbeina stig­ mati­seringina • at finna sálarsjúku tíðliga til tess at fyribyrgja at sjúka versnar og • at menna tænastur, ið fremja møguleikarnar hjá tí einstaka at endur­ menna og koma seg og virka í gerandisdegnum aftur – her undir at koma aftur í arbeiði ella útbúgv­ ing. Arbeiðsbólkurin, sum er sett­ ur, er fyri tað mesta mann­ aður við leiðarum innan øki og tey sum hava við umsting av økinum at gera, men sagt verður, at bólkurin fer at kalla onnur inn eisini. Nevnt verður, at fakfólk, sum dagliga arbeiða á økin­ um verða kallað inn, men eisini verður sagt, at ætlanin er eisini at fáa brúkararnar PSYKIATRI NÚ SKAL SKIL FÁAST Á PSYKITATRISKA ØKIÐ Landsstýriskvinnan við heilsumálum ætlar nú at skipa eina heildarætlan fyri psykiatri í Føroyum Í arbeiðsbólkinum sita: • Tormóður Stórá, depilsleiðari, Landssjúkrahúsið, formaður • Doris Bjarkhamar, fulltrúi, Almannamálaráðið • Frida Poulsen, fulltrúi, Mentamálaráðið • Sólrun Foldbo, heilsufrøðingur, Gigni • Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, Sernám • Elsebeth Sanna á Krákusteini, leiðari, Almannaverkið • Súsanna Olsen, námslektari og forkvinna í Sinnisbata • Oddbjørg Balle, leiðari, Kommunufelagið • Suni Poulsen, sálarfrøðingur, Føroyskir Sálarfrøðingar • Marjus Dam, kommunulækni, Kommunulæknafelag Føroya • Fróði Jacobsen, stjórnarsamskipari, Heilsu- og innlendismálaráðið Tormóður Stórá, psykiatriskur yvirlækni, er formaður í arbeiðsbólkinum, sum longu hevur havt fyrsta fundin Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur tikið stig til at ein arbeiðsbólkur ger eina heildarætlan fyri psykiatriska økið Psykiatriski depilin á Landssjúrkahúsinum er ein stórur partur av psykiatrisku viðgerðini, men heildarætlanin skal flyta ein part av viðgerðini út har tey sálarliga sjúku búgva