týsdagur 28. februar 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 1. mars 2017 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUÐUL ÚR FELAGSGRUNNI
Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn
Møguleiki er nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk,
Reykjavík og Tórshavn. Fundur verður í grunninum fyrst í mai mánaði,
har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul.
Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta árliga pening í grunnin,
hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan,
undirvísing og ítrótt, ið kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina
millum hesar kommunur og borgarar teirra. Umsóknir, har allir tríggir
býir taka lut, hava fyrimun.
Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma
undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við
frágreiðing um tiltakið. Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðu
kommununnar www.torshavn.fo. Tað er av týdningi, at umsóknarblaðið
verður nýtt, tá søkt verður, og at svarað verður so gjølla, sum til ber.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Hannu Simonsen, málsviðgera,
telefon 302010.
Umsókn merkt „Vestnordisk hovedstadsfond – Nuuk, Reykjavík og
Tórshavn“ eigur at vera hjá Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, 110
Tórshavn, torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi týsdagin 18. apríl 2017.
torshavn.fo
ERT TÚ OKKARA
NÝGGJA SØLUFÓLK?
Vit søkja eftir einum sølufólki til okkara
kundar í føroysku byggivinnuni.
Tú fært í samstarvi við sølustjóran ábyrgdina av
søluni av okkara vørum og konseptum til bæði
núverandi og nýggjar kundar.
Sum sølufólk í byggivinnuni vitjar tú byggi fyri tøkur,
timburmeistarar, snikkarar, múrarar, málarar o.l.
Hvussu er arbeiðið?
Sum koyrandi sølufólk vitjar tú okkara kundar
har tú:
• mennir samstarvið við núverandi kundar
• leitar upp nýggjar kundar og sýnir fram
okkara vørur og konsept
• ger ætlanir um tínar kundavitjanir
• gert uppfylgjandi arbeiði við fyrispurningum,
bílegging og tilboðum
Hvør ert tú?
Tú ert klárur til eina karrieru sum sølufólk hjá
okkum um tú:
• ert ágrýtin og áhaldin
• ert álitisvekjandi og kanst skapa viðvarandi
kundarelatiónir
• ert søluorienteraður
Søluroyndir er ikki ein treyt, men royndir í
byggivinnuni er ein fortreyt fyri at søkja starvið.
Hvat bjóða vit tær?
Vit bjóða tær eitt starv, sum er fjølbroytt við
einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari
professionellari fyritøku í vøkstri.
Fyri at hjálpa tær til framgongd í starvinum hjálpa
vit til við:
• nágreiniligari introduktión og upplæring
• leypandi praktiskari útbúgving, har tú mennir
teg sum sølufólk
• løn í mun til avrik eins og pensiónsskipan
• firmabil, telda/teldil og fartelefon
Vit síggja fram til at hoyra frá tær!
Vit hava samrøðurnar mánadagin og týsdagin
27. og 28. mars 2017 í Tórshavn. Samrøðan
verður á donskum, tí luttøka er av fólki frá Würth
Danmark.
Vit skulu móttaka tína umsókn elektroniskt og á
donskum um okkara heimasíðu: www.wuerth.dk
Umsóknarfreist: 20. mars 2017
Starvssetan. Sum skjótast
Starvsøki: Føroyar
Meira upplýsingar við at venda sær til:
Claus V. Christensen, sølustjóri, 22 50 17.
nógv nýggj spennandi vøra
2. og 4. mars
Fermingardagar
Føroya fjølbroyttasta úrval til borðreiðingina
Vit leiga eisini steintoy út
kom og fá góð tilboð, íblástur, ráðgeving og
aðrar fyrimunir til borðreiðingina á stóra
degnum
- 15% í avsláttri av dúkum, serviettum,
ljósum og borðpynti
vit draga lut um gávukort á 1000kr
millum gestirnar og bjóða
kaffimunn
HJARTALIGA VÆLKOMIN
hósdagin 2.mars frá kl.18-20 &
leygardag 4.mars frá kl.14-16
Heykavegur 3 - 100 Tórshavn - Tlf: 311428 - post@thomasdam.fo - Síggj fleiri tilboð á Facebook