týsdagur 28. februar 2017síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN MARS 2017
ÍM
YN
D
A
Ð
Í
B
L
Á
S
T
U
R
S
F
E
R
Ð
K
R
I
N
G
K
N
Ø
TT
IN
MAROKKO: SITRUSFRUKTIR,
SAFFRAN, TURKAÐAR ABRIKOSUR,
ZUCCHINI, MYNTA OG MANDLUR
Um eg kundi sloppið á matferð í einum av hesum londunum, so
hevði eg valt Marokko (og Italia <3 PASTA!). Eg eigi bara ímyndir
av hvussu Marokko smakkar, men ongar veruligar royndir. Tað
ger kanska ikki so nógv, tí mín ímynd av Marokko smakkar væl.
Eg ímyndi mær at toskur í Marokko hevði verið serveraður við
safftan-appelsinsós. Hita saffranið í eitt sindur av olju. Rív skalið
av sitrusfruktunum og sker sitruskjøtið í smáar bitar (alt tað hvíta
skal skerast av). Legg sitrusfrukt, sitrusskal, zucchini, hakkaða
myntu, salt og abrikosur í grýtuna til saffranið. Lat smáputla í á
leið 10 minuttir. Stoyt síðani hetta út yvir toskaflakið í fatinum.
Hakka mandlur og stroy tær út yvir fiskafatið. Baka í ovninum á
200 hitastigum í á leið 20 minuttir. Borreiðið couscous og eina
skeið av køldum neutralum jogurti afturvið.
INDIA: KARRY, KOKOS, KANEL OG KARDAMUMMA
Indarar mugu vera nakað troyttir av at vit evropearar
minka teirra matmentan niður í karry og kokos. Oh
well, áðrenn eg fái ráð til ein veruligan matíblásturstúr
til India, ja, so fari eg at njóta kokos og karry - og so
sjálvsagt eisini kardamummu og kanel - ja, í mat! Kardamumma og kanel
riggar ikki bara í søta køkinum, men eisini í tí salta. Hita karry, kanel
og kardamummu í smøri ella kokosolju í eini grýtu - tá kemur angin
veruliga fram - stoyt kokosmjólk út yvir og lat kóka eina løtu (tú kanst
koyra eina rúgvu av grønmeti í - allar restirnar frá køliskápinum - og lata
tær kóka eina løtu í kokossósini). Stoyt kokossósina út yvir fiskin og
baka í ovninum á 200 hitastigum í á leið 20 minuttir. Servera við rísi og
møguliga mango? Jogurt er eisini lekkurt afturvið, somuleiðis hakkað
feskt korriander.
ITALIA: PASTA, HVÍTLEYKUR,
SPINAT, TOMATSÓS OG OSTUR
Pasta hóskar til alt - eisini til fisk! Italienarar hava
eina rúgvu av ymiskum formum av pasta - ja, enn
fleiri enn tey 10-15 sløgini, ið tað ber til at fáa fatur á í Føroyum.
Cannelloni er ein pastarættur, sum ikki er so kendur í Føroyum.
Hetta eru egentliga bara fyltar lasagnuplátur - tú kanst rulla tíni
egnu canneloni við feskum lasagnuplátum, ella keypa turkaðar
cannellonirullur. Hakka toskin smátt. Blanda hann við hakkaðum
hvítleyki, salti, spinati og ricottaosti. Rør eitt egg upp í. Fyll
cannellonirullurnar ella fesku lasagnupláturnar við toska-ricotta-
spinat fylluni. Stoyt tomatsós út yvir. Rív ost omanyvir og baka í
ovninum á 200 hitastigum í á leið 20 minuttir.