Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-02, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MARS 2017 SOSIALURIN 27 32 N orðurlandahúsið bjóð­ ar føroyskum børn­um at sýna fram teirra list á spennandi skrímsla­ framsýning á barnafestivalinum, sum verður 1.-9. apríl 2017. Norðurlandahúsið skrivar soleiðis um tiltakið: Børn eru okkara mest kreativu listafólk, og tí skal teirra list sjálv­andi eisini vísast fram í Norður­landahúsinum. Eitt av evnunum á barna­festi­ valinum hesaferð er “skrímsl”, og Norðurlandahúsið kundi hugsað sær at vitað, hvussu føroysk børn halda, at skrímsl síggja út. Tí bjóða vit øllum børnum at lata eitt listaverk inn til okkara framsýningina “Skrímslið hjá mær”, sum verður frammi allan barnafestivalin. Listaverkið skal vera ein standmynd millum 25 og 50cm og skal kunna hanga ella standa. Alt tilfar er loyvt frá pappíri og klæði til træ, grót og sjálvandi endurnýtslutilfar. Listaverkini verða sýnd fram inni í Klingruni og uttanfyri Norðurlandahúsið, um okkurt Skrímsl tolir at standa úti. Hvussu síggja føroysk skrímsl út? MYND: HEINESEN MYNDIR V it eiga alt grótið í Før­ oyum, hvønn ein stein. Grótið er langt síðani yvirtikið, heimtikið, hóast tað altíð hevur verið her. Var millum fyrstu yvirtøkur hjá heimastýrinum, millum fyrstu heimtøkurnar, sum slík stig kallast á frælsissjargongini. Hvør steinpirra er føroysk, 200 prosent. Ja, ókey, kanska ikki stein­ arnir í Amtmansborgini, men annars alt grót. Men fyri tað kunnu vit klandrast um tað, eins og vit klandrast um alt annað, bæði heimtikið og ikki. Sum tað stendur í sangin­ um: vit eiga mold og eyr og sand, vit eiga næstan Før­ oya­land, og vit eiga hvønn ein hagablett. So var tað hatta við rá­evnunum í undir­ grundini. Ein avtala m i l l ­u m d a n s k­ arar og før­oyingar tollaksmessuaftan í 1992. Okkurt um rættin til rá­evnini undir Føroyum og undir før­oysk­um golfstreymasjógvi. Og nú koma nógv ráevni upp úr undirgrundini. Ikki slík, sum kunnu seljast fyri doll­ar­ ar, flótandi ella sveimandi kol­ vetni. Men slík, sum eingin skoytir um. Tað ræður um hjá bygdafólki at sleppa til Havnar sum skjótast. Í Havn er best. Tí skal langt hol skjótast millum størstu oyggjarnar, hóast frálíkir vegir og nógv hol longu eru. Men, sum áður sagt, hvør bygd og hvør býur sítt hol. Vit vilja fegin hava framburð og góðar umstøður hjá vinnuni. Bara ikki beint her hjá okkum. Í okkara túni. Uttan fyri mítt køksvindeyga. Hvar tola fólk at síggja grót í grótlandinum Føroyum? Føroyskt grót, heimtikið grót. Og vit bardust gróthart í nógv ár fyri rættinum til grótið í undirgrundini. Nú eru vit komin í neyð av tí. Nú hevði komið væl við, um danir áttu ráevnini í undirgrundini. Tí so áttu teir grótið. So kundu tey tikið alt grótið und­an Skálafjørðinum og Tanga­ fjørðinum heim, tí har er ikki ov nógv grót. Og har tola tey helst at síggja grót. Tey kundu lagt tað oman á Himmelbjerget, so tað bar navnið meira við røttum. Í Føroyum ber onga staðni til at tveita alt hatta grótið uttan at onkur mótmælir og kærir. Hundrað fótbóltssvøllir, stikk denn, vit standa steinbýtt. Og tað er púra beint. Hví oyði­ leggja vakra náttúru við gróti? Vakra náttúru, sum eingin fyrr enn nú heldur er vøkur. Tað ber til at friða grót, men ikki móti gróti. Sum ein við Skálafjørðin segði so væl: tola fólk og orka tey ikki at síggja framburð við sjóvarmálan, í fjøruni, eiga tey at flyta niðan í fjøllini. Har er nógv pláss, og har fær útsýnið frið afturundir onkrum høgum tindi. Grót verður mált í rúmmetrum, kubikkum, tí eingin veit rættiliga, hvat ein rúmmetur er, hvussu nógv, hann er. Tí er betri at brúka rúmmetrar enn tons, tí tey flestu vita, hvat eitt tons er, 100 kilo ella 1000 kilo ella 2000 pund, sama ger, eitt tons er nokk so nógv, ið hvussu so er. Ella skal alt grótið takast út í Eystur­oynni. Við Skálafjørðin ræðast tey ikki so illa grót, heldur ikki í Gøtu. Grót er so ljótt, gamaní, men tað kann brúkast til mangt og hvat, breiðka smala vegin til dømis. Vit búgva á klettunum, siga vit, fara heim á klettarnar. Tíverri eru teir ikki grótfríir. Dropin fyllir glasið. Men hann holar ikki steinin. Steinurin er grótharður. Friðingarnevndin er bara beinhørð. Vit eiga hvønn ein tunnilsstein, tjingilingilingiling. Vit eiga hvønn ein vegartein tjingilingilingiling. Vit eiga hvørt eitt kærufjant tjingilingilingiling. Vit eiga hvønn ein bryggjukant tjingilingilingiling. Høgni Djurhuus Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Heima á grótfríu klettunum BAKSÍÐAN