mánadagur 6. mars 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
FÓTBÓLTUR 2017
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
FÓTBÓLTUR 2017
Fótbóltsblaðið hjá Miðlahúsinum
Útgevari: Sosialurin
6. mars 2017
Redaktørur:
Tróndur Arge
Blaðfólk:
Tróndur Arge, Neli Heldarskarð,
Jóannes Hansen, Pætur Albinus
og Hilmar Jan Hansen
Myndir: Álvur Haraldsen
Prent: Prentmiðstøðin
Fyri átjandu ferð gevur Sosialurin út Fótbóltsblaðið, sum er ein
upptakt til komandi kappingarárið í fótbólti. Blaðið er ætla teimum,
sum fylgja við bestu deildini í føroyskum fótbólti
Fyrst av øllum, so fari eg at bjóða tykkum vælkomin í føroyska fótbóltsheimin saman
við ÍtróttarSosialinum og Miðlahúsinum anno 2017. Hetta árið kann seta føroyskan
landsliðsfótbólt á heimskortið, men her heima á klettunum eru fleiri avbjóðingar.
Vit fara eins og tey nógv undanfarnu árini at fylgja væl við í føroyskum fótbólti, so tú
eisini kanst fylgja væl við
Hetta blaðið setur sjóneyku á Effo-deildina. Í hesum blaðnum hava vit hóparnar
hjá øllum feløgunum í Effo-deildini, men tað er við tí fyrivarni, at flytingarvindeygað
ikki er latið aftur. Sostatt kunnu flytingar koma fyri, men tað kanst tú altíð lesa um í
Sosialinum og á in.fo.
FIMM KUNNU VINNA FM
Tað eru fáa deilir í Evropa, sum hava størri spenning um hvør vinnur meistaraheitið,
enn Føroyar. Tað eru fimm avbjóðarar, men ongin vil ordiliga siga tað. Úr HB er
murran, at meistaraheitið altíð er eitt mál. Víkingarnir halda ikki teir eru mettir, men
vilja heldur ikki seta FM sum beinleiðis mál. Klaksvíkingar eru varnir, meðan NSÍ hóast
60 ára føðingardag heldur ikki vil kanna sær bitan. Jákup á Borg er nýggjur venjari hjá
B36, og eisini í árstalsfelagnum verður tosað um Evropa, meðan FM er eitt pluss.
Tað tykist vera semja um, at øll topp fimm feløgini frá í fjør, eru styrkt til komandi
kappingarár. Nú verður spennandi at fylgja gongdini.
YVIRLIVARNIR
Tað eru eisini broytingar í miðjuni í føroysku landskappingini. Nógvar broytingar eru í
Fuglafirði, har ábyrgdin nú liggur á nýggjum herðum. Eftir nøkur góð ár, so tykist ÍF nú
hava eitt mál um yvirliving, heldur enn at bjóða fimm teimum fremstu av.
Hinvegin, so tykist Skála hava fingið fatur á rætta endanum. Liðið hevur fingið fleiri
spælarar til, men venjarin er tann sami.
Í Suðuroynni eru eisini rembingar. TB, FC Suðuroy og Royn hava lagt saman til eitt
felagslið. Samanleggingin kemur í tøkum tíma. Bæði tá hugsað í stóra samanhanginum,
men eisini til hetta kappingarárið. Tí valdar stór óvissa styrkina hjá liðnum, men helst
er málið at fáa javnvág í.
UPPFLYTARARNAR
Hóast EB/Streymur endaði á fyrsta plássi í 1.deild, so er tað 07 Vestur, ið hevur
stolið flestu yvirskriftirnar. Felagið hevur styrkt seg við milum annað navnframa Ken
Fagerberg. Vónin er at felagið megnar at halda fast í plássinum í bestu deildini.
EB/Streymur er í nýggjum leikluti sum uppflytari, men royndirnar úr bestu deildini eru
fleiri. Arnbjørn T. Hansen er komin heim aftur í eini vón, um at fáa felagið á rætta kós
aftur.
FØROYSKUR FÓTBÓLTUR Á VEGAMÓTI
Í løtuni hevur føroyskur fótbóltur tvær stórar avbjóðingar. Ein er stroymingin og
hvussu føroyskur fótbóltur kann fáa eina inntøku burturúr tí. Her hava summi feløg
valt at siga nei til stroyming, tí tað merkist á áskoðaratølunum. Tað er tó bara ein
løtuvinningur, men tað eru feløgini eisini samd í.
Hon avbjóðingin er føroyskur fótbóltur í Evropa. Einki lið kom víðari í Evropa farna
kappingarár. Tað merkir at eitt av teimum fýra plássunum, sum føroyskur fótbóltur
fær í Evropa fyri falli. Tá føroysk lið spæla í Evropa, so spæla vit fyri hvørjum øðrum.
Tað tykist sum vit leggja meiri fyri nú, men tað er ikki nokk, um vit framhaldandi skulu
halda fast í fjórða plássinum, sum gevur milliónir frá UEFA.
FYLG VIÐ ÍTRÓTTINUM Í ÍTRÓTTARSOSIALINUM
Eins og altíð, so gera vit í Miðlahúsinum nógv burturúr føroyskum fótbólti. Vit vóru
einasti miðilin í Grikkalandi, tá Føroyar vunnu. Vit royna at verða til flestu dystirnar, so
vit í størri mun kunnu greiða frá hvat veruliga hendir.
Á in.fo, sum er tíðindaportalurin hjá okkum, leggja vit stóran dent á at fáa bráð
fengistíðindini út. Vit fylgja væl við í fótbóltsheiminum, og hava eisini eitt hav av
myndum frá nógvum dystum. Vit leggja stóran dent á, at hava beinleiðis frásøgn
frá flest øllum dystum.
Í ár koma vit at leggja enn størri dent á, at fáa sjónbandamyndir frá dystum í bæði
bestu og næstbestu deildini í føroyskum fótbólti.
Í ÍtróttarSosialinum, og Sosialinum sum heild, leggja vit dent á bakgrundssøguna.
Hví vunnu ella taptu Føroyar, og vit hava »Dysturin hesa vikuna«, har vit eisini gera
spælarametingar. Hetta er ein stór ábyrgd, sum vit taka í stórum álvara.
FØROYAR Á HEIMSKORTIÐ
Fyri føroyska landsliðið er talan um eitt spennandi ár. Vit skulu skulu spæla tvær ferðir
móti Andorra, ið er styrkismett lægri enn vit. Vit fáa vitjan av Lettlandi, sum vit vunnu
2-0 á í Riga. Tí er møguleiki fyri fleiri stigum, meðan størsta uppgávan er á útivølli móti
EM vinnarunum úr Portugal.
Gott kappingarár!
Føroyskur fótbóltur á vegamóti
Tróndur Arge