mánadagur 6. mars 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
FÓTBÓLTUR 2017
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
MEIRI TYNGD
Í MEISTARUNUM
VÍKINGUR MEISTARI
Víkingur fer undir verjuna av fyrsta FM
heitinum við meiri royndum og størri tyngd,
enn tað var á liðnum, tá ið tað í fjør eydnaðist
at vinna FM heitið fyri fyrstu ferð
Í fjør varð trumfur settur á, tá ið tað
eydnaðist Víkingi at vinna fyrsta FM heitið. Í
25. umfari vann Víkingur seg á toppin, og tá
ið FM varð staðfest á Argjum leygardagin
22. oktober, vísti Víkinga legan, at hetta var
tindurin hjá átta ára gamla felagnum.
Meistararnir hava brynjað seg væl at
verja meistaraheitið. Sámal Erik Hentze
er framvegis venjari, og mest sum uttan
undantak eru teir klárir at taka eitt tørn
aftrat, sum fyri góðum fýra mánaðum
síðani fingu gullkrónu hongda um hálsin.
Royndirnar á meistaraliðnum eru
nógvar. Miðalaldurin er hægri, enn hann
er í nøkrum av hinum feløgunum, og
dystartalið hjá spælarunum er í miðal
hægri, enn tað er í nøkrum av hinum
feløgunum.
Geza Turi, sum verður 43 dagin undan
kappingarbyrjan, er klárur av verja málið,
um tað fer verður neyðugt. Í fyrstu atløgu
eru tað 20 ára gamli Elias Rasmussen og 17
ára gamli Bárður á Reynatrøð, sum kappast
um plássið millum stólparnar.
Atli Gregersen og Erling Jacobsen eru
miðverjar, og Hanus Jacobsen og Gert
Hansen vongverjar. Aðrir, sum kunnu røkja
leiklutir í verjuni, eru Hjalti Strømsten,
Gunnar Vatnhamar og Jákup V. Olsen.
Hóast hann ikki verður við alt árið, so
er Fróði Benjaminsen øgiligur styrkur at
hava fingið. Bæði hann og Sorin Anghel
eru styrkir á miðvøllinum og í miðverjuni.
Hans Jørgen Djurhuus er annar veteranur
á miðvøllinum, har Sølvi Vatnhamar er
stýrimaður, og Sámal J. Joensen er annar
møguleiki.
Í framrættaðu plássunum eru Hans
Pauli Samuelsen, Andreas Lava Olsen,
Philip Djordjevic og Magnus Jarnskor, sum
serliga fyrra partin av kappingarárinum í
fjør var á liðnum.
Størsta avbjóðingin var í fjør at finna
álopsspælaran, sum var førur fyri at skora
ta rúgvuna av málum, sum tað plagar at
verða roknað við, at toppskjúttin á bestu
liðunum skal syrgja fyri.
Í fjør gekk tað striltið við hesum. At
tað kortini eydnaðist at vinna so góð
úrslit komst av, at Sølvi Vatnhamar
vísti seg at vera málmaskina og av
tí, at Philip Djordjevic og Hans Pauli
Samuelsen skoraðu nógv mál. Fram ímóti
kappingarenda var Andreas Lava Olsen
serliga væl upplagdur sum málskjútti.
Nú halda teir í Sarpugerði seg hava
funnið rætta mannin. Talan er um 32 ára
gamla Adeshina Lawal, sum fýra tey
seinastu árini hevur skorað 46 mál.
Størsta avbjóðingin hjá Víkingi er at ala
spælarar í felagnum og harvið at syrgja
fyri manning til besta liðið. Leiðslan er
støðug, og tað verður arbeitt miðvíst. Tað
eru væl útbúnir venjarar í øllum teimum
yngru deildunum. Fleiri ungir menn, sum
eru uppaldir í felagnum, eru á gáttini at
spæla seg inn á besta liðið. Ein av hesum er
álopsspælarin Tonni Thomsen, og aðrir eru
Fannhard Skoradal, Elias Lervig og Hans
Jákup Lervig.
MEISTARI (1) 2016
STEYPAVINNARI (5) 2009, 2012, 2013, 2014, 2015
GREIPUVINNARI (0) Ongantíð
Í BESTU DEILDINI (9 ÁR) 2008-
Í EUROPA (6) 2010, 2012, 2013, 2014, 2015, 2016
VÍKINGUR STOVNAÐ 14. januar 2008 FORMAÐUR Brandur Jacobsen
4
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Venjari Sámal Erik Hentze
1
Elias Rasmussen
25 Bárður á Reynatrøð
3 Hanus Jacobsen
4 Atli Gregersen
6 Sámal Jákup Joensen
13 Erling Jacobsen
21 Gert Hansen
7 Fróði Benjaminsen
9 Filip Djordjevic
10 Sølvi Vatnhamar
11 Hans Pauli Samuelsen
14 Magnus Jarnskor
15 Jákup V. Olsen
16 Hans Jørgen Djurhuus
19 Sorin Anghel
24 Gunnar Vatnhamar
2 Andreas Lava Olsen
20 Hjalti Strømsten
30 Adeshina Lawal
Tonni Thomsen
Fannhard Skoradal
Elias Lervig
Hans Jákup Lervig
Tilgongd: Adeshina Lawal (ÍF), Fróði Benjaminsen (HB)
Frágongd: Geza Turi (givin), Finnur Justinussen (Fremad Amager)
Jón Krosslá Poulsen (TB/FCS/Royn), Heðin Hansen (HB), Dánial
Pauli Lervig (HB)