Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 FÓTBÓLTUR 2017 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM SÁMAL ERIK HENTZE Meistararnir í Víkingi eru ikki mettir enn. Teir hava styrkt seg og ætla sær at vera við í FM-stríðnum aftur í ár. – Tað skal vera stuttligt at venja og at spæla dyst. Tað má vera høvuðsfaktorurin, heldur venjarin, Sámal Erik Hentze. VERA VIÐ Víkingur vann í fjør fyrsta FM-heiti í søgu felagsins. Hópurin var nakað hin sami sum undanfarnu árini, men á venjarabonkinum var ein útskifting. Meistaravenjarin Sámal Erik Hentze tók nevniliga við og vísti teimum vegin. – Tað var heildin, sum vann FM fyri okkum. Menn avrikaðu, og liðið riggaði væl av tí sama, sigur Sámal Erik. Hvussu røkist fyri, at tað fer at eydnast hjá tykkum aftur í ár? – Hetta er eitt nýtt ár, men vit søta nøsina upp ímóti, at tað aftur fer at rigga. Hini toppliðini hava styrkt seg, og tað hava miðliðini eisini, so um vit ikki verða sterkari, so fara hini at nærkast ella at yvirhála. Vit mugu uppa okkum, viðgongur Sámal Erik, sum ikki sigur seg stúra fyri, at menn eru mettir aftaná FM-heitið í fjør. – Tað skal vera stuttligt at venja og at spæla dyst. Tað má vera høvuðsfaktorurin, sigur hann. Eins og í fjør, so er Sámal Erik varin við at gera FM til ein málsetning. – Tað er umráðandi at spæla við til ímóti endanum, tá ið árið verður áhugavert. Tað hevur alt at siga. Avgerðin fellur seinastu fimm umførini, og tað snýr seg um at vera við í kapprenningini. So er bara spurningurin hvønn veg alt koppar tá, sigur hann. ÁLEYPARIN Nakrar broytingar eru á Víkinga-liðnum í ár. Geza Turi hevur lagt handskarnar á hillina, og stafettin fer víðari til lærling hansara, Elias Rasmussen. Harafturat hevur Víkingur fingið Fróða Benjaminsen og Adeshina Lawal. – Erling (Jacobsen, red.) verður ikki við í øllum førum tvey tey fyrstu umførini, so tað er umráðandi at hava fingið ein góðan leikara sum Fróða í hansara stað. Hann verður avgerandi fyri okkum í ár, tí hann kann jú spæla allastaðni, sigur Sámal Erik um fyrrverandi landsliðsliðskiparan. – Og so hava vit fingið ein áleypara. Vit brúktu Filip og Lava í fjør, og hóast teir gjørdu tað gott, so eru teir eru ikki veruligir áleyparar. Tað er Lawal. Hann var eitt tilætlað val hjá okkum. Nú hava vit fingið ein at spæla upp á, og hann hevur fantastiskar dygdir, heldur Sámal Erik. B36 OG KÍ Sámal Erik Hentze er væl nøgdur við fyrireikingarnar hjá liði hansara í ár. – Jú, tær hava verið góðar. Veðrið hevur verið gott, og vit hava verið á venjingarlegu í Íslandi, sum eydnaðist væl. Vit eru klárir og bíða bara til kappingin byrjar, sigur hann. Hann heldur, at tað er trupult at peika á nakran FM-favoritt í ár, tí at liðini frá topp 5 í fjør eru rættiliga jøvn, tó at tvey skilja seg burturúr. – Tey sterkastu meti eg vera KÍ og B36. Tey hava ein breiðan hóp við tveimum leikarum til øll plássini, so tað skal nógv til at koppa hasum báðum liðunum í ár, metir Sámal Erik Hentze. ÆTLA SÆR VIÐ Í FM-STRÍÐIÐ  LYKLASPÆLARIN Sølvi Vatnhamar Ársins leikari í Effodeildini í fjør fær aftur í ár ein lyklaleiklut hjá Víkingi í ár. Ikki einans er hann eitt snúningspunkt á liðnum, men hann kann eisini gera tað óvæntaða og hevur nógv mál í sær. Í fjør skeyt hann 14.  GJØGNUMBROTIÐ Jákup Vatnhamar Olsen  VENJARIN Sámal Erik Hentze Hann er við at vinna sær eyknevni sum meistaravenjari, og tað er ikki uttan orsøk. Taktisku snildirnar hevur hann, og hann hevur eisini eldhugin sum skal til at kveikja lív í. Vann FM nærum uttan áleypara - nú hevur hann so fingið áleyparan, sum hann so leingi hevur ynskt sær.  MÁLIÐ FM Sum verandi føroyameistari, uttan stórvegis frágongd og skilagóðari tilgongd, kann Víkingur ikki sleppa sær undan, at málið má vera at endurvinna FM. Tað skal vera stuttligt at venja og at spæla dyst