Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 FÓTBÓLTUR 2017 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM KÍ ER VÆL TRIMMAÐ KLAKSVÍKAR ÍTRÓTTARFELAG Úrslitið í fjør var tað besta síðani 1999 - sigur í steypakappingini og silvurkrónur í landskappingini. Harvið fer KÍ í summar fyri fyrstu ferð síðani 2003 at luttaka í altjóða fótbólti. Tað kundi havt verið uppaftur betri, tí stóran part av kappingarárinum høvdu klaksvíkingar kós ímóti FM. Ófatuligi kiksarin ímóti niðurflytarunum á Argjum kostaði gullkrónurnar. Nú er setningurin at verða uppaftur betri enn í fjør og tað vil siga at vinna FM. Um tað ikki eydnast, so verður møguleikin stórur fyri, at tað ikki slepst undan keðiliga metinum. FM turkurin frá 1972 og fram til 1991 var í nítjan ár. Um KÍ ikki vinnur FM í ár, so verður tíðarskeiðið uttan FM í hesum umfarinum átjan ár, tí KÍ er ikki endað ovast síðani 1999, tá ið felagið vann greipuna. Hetta er triðja árið, at Mikkjal Thomassen er venjari. Onkrar skiftingar hava verið. Meginreglan er, at nýggju spælararnir skulu røkja ódnirnar fyri teir, ið eru farnir. Nýggi íblásturin kann fara at styrkja um liðið, og royndirnar frá í fjør eiga at fara at hava við sær, at einstøku spælararnir og liðið í síni heild verða betri fyri. Í fjør var Kristian Joensen málverji og Meinhardt Joensen avbjóðarin millum stólparnar. Higartil í ár hevur Meinhardt vart málið, tí Kristian Joensen ikki er komin fyri seg eftir skaða. Triði málverjin er Kristin N. Vilhelmsen. Sera skjóti Hørður Askham, sum hevur verið álit í B36, er nýggjur í miðverjuni. Har kappast hann við Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed Mujdragic og Ólav Niclasen, sum í fjør vísti, at tað kann roknast við honum. Uppløgd val á vongverjunum eru Sørmundur Kalsø og Ísak Simonsen. Aðrir møguleikar eru David Langgaard, sum spældi fleiri ferðir í fjør, og Henry Heinesen, sum var burtur í fjør, og sum eisini kann brúkast longri frammi á vøllinum. Á sentrala miðvøllinum eru Semir Hadzibulic og Jákup B. Andreasen lyklaspælarar. Tað verður vónað, at Atli Danielsen fer at megna størri leiklut enn í fjør, tá ið hann var nógv skaðadarvaður. Stríðsmaðurin Tórur Justesen er annar møguleiki. Í borðunum eru Jóannes Bjartalíð, Hjalgrím Elttør, Heðin Klakstein og Dion Splidt, sum er komin úr AB, bestu boðini. Páll A. Klettskarð er sjálvskrivaður fremsti maður. Í fjør var hann lyklaspælarin fram um allar hinar. At avrikið er so nógv treytað av, at ein ávísur spælari er tøkur og væl fyri, er veikleiki. Nú er Albert Adu lagstur aftrat. Tølini siga, at hann er upplagdur málskjútti – í tvey ár hevur hann skorað 24 mál fyri TB, ið hevur kappast fyri at varðveita plássið í deildini. Ungir spælarar, sum eisini í fjør vandu við, eru Mikkjal á Bergi, Aksel B. Danielsen, Steinbjørn Olsen og Jóannes Danielsen. Tórur Jacobsen er heilt nýggjur í hópinum. MEISTARI (17) 1942, 1945, 1952, 1953, 1954, 1956, 1957, 1958, 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970, 1972, 1991, 1999 STEYPAVINNARI (6) 1966, 1967, 1990, 1994, 1999, 2016 GREIPUVINNARI (3) 1966, 1967, 1999 Í BESTU DEILDINI (74 ÁR) 1942-1943, 1945-2009, 2011- Í EUROPA (8) 1992, 1995, 1997, 1999, 2000, 2002, 2003, 2007 KÍ STOVNAÐ 24. august 1904 FORMAÐUR Tummas Lervig 1 V I T T I P P A HÓPURIN Venjari Mikkjal Thomassen 1 Kristian Joensen 16 Meinhardt Joensen 30 Kristin N. Vilhelmsen 2 Dávid Langgaard 3 Ísak Simonsen 4 Jonas F. Rasmussen 5 Ahmed Mujdragic 6 Sørmundur Kalsø 13 Mikkjal á Bergi 17 Hørður Askham 18 Ólavur Niclassen 8 Jóannes Bjartalíð 10 Hjalgrím Elttør 11 Atli Danielsen 12 Henry Heinesen 14 Tórur Justesen 15 Aksel B. Danielsen 19 Jákup Andreasen 20 Dion Splidt 21 Heðin Klakstein 22 Semir Hadzibulic 25 Steinbjørn Olsen 7 Albert Adu 9 Páll Klettskarð 23 Jóannes Danielsen 24 Tórur Jacobsen Tilgongd: Dion B. Splidt (AB), Hørður H. Askham (B36), Albert Adu (TB) Frágongd: Niels Pauli B. Danielsen (ÍF), Súni Olsen (givin), Mayowa Alli (Thisted FC) Stóra avbjóðingin hjá klaksvíkingum er at gera upp við lítið tespiliga metið, sum hóttir. Tað er, at tað í heyst verða átjan ár síðani, at FM heitið varð vunnið til Klaksvíkar