Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 FÓTBÓLTUR 2017 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Hóast KÍ var ógvuliga tætt við at vinna FM í fjør, so kenna teir einki trýst á sær at tað skal eydnast í ár. Venjarin, Mikkjal Thomassen, vil ikki tosa um FM. Hann sigur, at málsetningurin um at bíta seg fast sum eitt topplið stendur við.  LYKLASPÆLARIN Semir Hadzibulic 30 ára gamli serbiski miðvallarin er ein fongur fyri KÍ-liðið. Hann fyllir nógv á miðvøllinum, er rótin til uppspølini og fær so avgjørt aftur í ár ein lyklaleiklut á liðnum.  GJØGNUMBROTIÐ Jóannes Bjartalíð Eyðsýndar vóru dygdirnar hjá stórtalentinum í fjør, men avgerandi var tað eisini, at hann gjørdi mun á máltalvuni. Heili 17 mál bleiv tað til í Effodeildini hjá 20 ára gamla framrættaða leikaranum, sum saman við Jákupi Andreasen er ein av ungu KÍ-gimsteinunum.  VENJARIN Mikkjal Thomassen Hann hevði eina greiða ætlan um at gera KÍ til eitt topplið, tá ið hann tók við stýrisvølin í 2015, og sigast má, at tað hevur eydnast væl higartil. Hann er heilin aftanfyri taktikkin, og tað tykist sum allir kenna sína uppgávu.  MÁLIÐ FM Teir gera alt fyri at dylja tað. Almenna málið er at bíta seg fast sum eitt topplið, men tað skal vera løgið – við úrslitinum og leikaratilfeingi í huga – um felagið innanhýsis ikki hevur ein málsetning um at vinna FM. MIKKJAL THOMASSEN Vit hava stórt sæð sama hóp í ár við stórt sæð somu breidd TEIR LEGGJA UPPÁ Í KLAKSVÍK HALDA FRAM Tað hevur ikki lagt nakað trýst á KÍ at vinna FM í ár, nú tað var so ómetaliga tætt við í fjør. Í øllum førum ikki, um tú spyrt venjaran, Mikkjal Thomassen. – Nei, als ikki. Har er einki trýst, tí tað hevur einki við málsetningin hjá okkum at gera, sum er at bíta okkum fast sum eitt topplið í føroyskum fótbólti. Avbjóðingin verður at halda fram við menningini, sum vit eru í gongd við, sigur Mikkjal. KÍ hevur ein av breiðastu hópunum í Effodeildini. Tríggir eru farnir, og tríggir eru komnir. Teir eru Hørður Askham, Dion Splidt og Albert Adu. – Vit hava stórt sæð sama hóp í ár við stórt sæð somu breidd. Í og við at vit hava 17-18 spælarar, ið eru uppvaksnir í felagnum, so hava vit eina mótstøðumegi. Tað merkir, at vit hava nøkur bein at standa á við harðari kapping um plássini og sunnum kappingarumhvørvi. Tað tryggjar eisini, at um skaðar raka, sum teir óivað fara at gera, so raka teir okkum kanska ikki so meint sum okkurt av hinum liðunum, heldur Mikkjal. EVROPA KÍ-venjaran sigur seg annars vera nøgdan við fyrireikingarnar til kappingarárið. – Vit hava havt góðar umstøður at vant og hava spælt passaliga nógvar venjingardystir til at fáa brúkt dýpdina, vant spælskipanir og ymisk upplegg. Vit eru komnir væl runt. Vit byrjaðu við hesari langtíðarætlanini í 2015, og vit halda fram við at leggja uppá. Leikarar eru dugnaligir og inni í tingunum, so vit eru við at vera har, sum vit skulu vera, sigur Mikkjal. Nýtt fyri KÍ í ár er tað, at teir skulu spæla Europa League-undankapping. – Vit ætla okkum at vera við til at skava nøkur evropeisk stig saman til føroyskan fótbólt. Líka síðani vit vistu, at vit komu í Evropa, hava vit arbeitt við nøkrum tingum innanhýsis um tað. Vit koma at gera nøkur ting nakrar dystir í ár, sum er fyrireiking til evropeiskan fótbólt, sigur Mikkjal. SPENNANDI KÍ-venjarin væntar sær annars nógv av kappingini í ár. – Eg vænti tað verður fantastiskt. Kanska tann mest spennandi kappingin nakrantíð. Eg vænti at 07 Vestur fer at yvirraska, og at Skála eisini kann lyfta seg eitt stig upp afturat. FM verður bíligari í ár enn í fjør, um vit tosa í stigum. Tað er so javnt, sum tað kann vera, og tað er gott at síggja, at øll feløgini satsa. Eg síggi nógv gott vera ávegis, sigur Mikkjal. Hann heldur, at topp fimm fer at minna um tann í fjør – eisini við HB, sum hann heldur vera undirmett. – Men B36 er klárt tað sterkasta liðið, sum vit hava møtt og sæð, og teir hava verið dugnaligir við at keypa inn. Teir hava kanska tann mest spennandi álopspartin eg havi sæð alla mína tíð. Eg vænti ikki nakar kann hyggja aftur og finna eitt lið, sum hevur havt so nógvar streingir at spæla upp á, sum B36 hevur í ár, sigur Mikkjal Thomassen.