Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 FÓTBÓLTUR 2017 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM B36 HEVUR LONGU SKRIVAÐ SØGU BÓLTFELAGIÐ B36 Árstalsfelagið fer við nýggjum álopsvápnum og styrktum lokalum samleika at royna at vinna triðja meistaraheitið í fýra ár Fyri fyrstu ferð nakrantíð, síðani besta deildin í 1988 varð víðkað at fevna um tíggju lið, er B36 venjarin ein, sum er uppvaksin í felagnum. Jákup á Borg er fyrsti B36 venjarin í B36 í 37 ár. Tað skal leitast aftur til 1980 fyri at finna síðstu ferðina, tá ið ein felagsmaður helt um stýrisvølin. Tá var tað Jørleif Kúrberg, sum hevði verið málverji á næstbesta liðnum og onkuntíð á besta liðnum, sum var venjari. Tað var hann í fýra teimum síðstu umførunum, tá ið hann loysti skotan Stan Mills av. Setningurin í fjør var at vinna FM triðju ferð á rað. Tað eydnaðist ikki, men B36 vann seg enn einaferð í europeisku kappingina. Nú er málið at vinna triðja FM heitið í fýra ár. Um tað eydnast, so verður talan um søguskriving. Besta úrslitið higartil er trý FM heiti í fimm ár. Tað hevur B36 tvær ferðir megnað. Fyrra ferðin var, tá ið B36 vann FM tríggjar tær fyrstu ferðirnar – í 1946, 1948 og 1950. Hetta var endurtikið, tá ið FM varð vunnið í 2011, 2014 og 2015. Manningarliga er tað mesta væl kent í B36. Í fjør gekk tað ofta striltið at umseta upplagdar málmøguleikar til mál. Meðan B36 bara skoraði 46 mál, so skoraðu teir tríggir kappingarneytarnir, ið endaðu ovari, umleið seksti mál í part. Nú er Philip Lund ein av teimum, sum er ætlaður at skjóta málini. Hann var partur av liðnum í 2015. Aðrir nýggir framrættaðir spælarar eru Christian R. Mouritsen og Patrik Johannesen. Kappingarneyti hjá teimum er Jógvan Skeel Nolsøe. Tríggir av lyklaspælarunum í fjør – Jónas Þór Næs, Hørður Askham og Hanus Thorleifsson – eru burtur. Í felagnum eru væl skikkaðir og royndir avloysarar - ávikavíst Høgni Eysturoy, sum í fjør var skaðaplágaður, Odmar Færø, sum seinna partin av síðsta kappingarári var á verjukendum miðvallarplássi, og unglingaspælarin Hannes Agnarsson, sum í fjør megnaði at spæla seg til alt størri og avgerandi leiklut. Alex Mellemgaard, sum var lyklaleikari, tá ið tvey tey seinastu FM heitini vórðu vunnin, var í fjør nógv skaðadarvaður. Umframt teir omanfyri nevndu er Andrias H. Eriksen lyklaspælari í miðverjuni frammanfyri Tórð Thomsen, sum er komin fyri seg eftir at vera nógv skaðaplágaður í fjør. Jákup Højgaard og Rói Mørk Hentze eru eykamálverjar. Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen og Lukasz Cieslewicz eru álitisspælarar á sentrala miðvøllinum, og saman við Hannes Agnarsson eru Gestur B. Dam og Benjamin Heinesen boð upp á ódnirnar í borðunum. Síðstu árini hava fleiri ungir spælarar, ið eru uppvaksnir í felagnum, snoddað til besta liðið. Umframt Hannes Agnarsson er talan eitt nú um verjuspælararnar Bjarna Petersen, Erland Magnussen og Fróða P. Rasmussen og framrættaðu Pætur Petersen og Magnus Holm Jacobsen. MEISTARI (11) 1946, 1948, 1950, 1959, 1962, 1997, 2001, 2005, 2011, 2014, 2015 STEYPAVINNARI (5) 1965, 1991, 2001, 2003, 2006 GREIPUVINNARI (1) 2001 Í BESTU DEILDINI (71 ÁR) 1942-1943, 1945-1984, 1986, 1988- Í EUROPA (15) 1992, 1997, 1998, 1999, 2000, 2002, 2004, 2005, 2006, 2008, 2009, 2012, 2014, 2015, 2016 B36 STOVNAÐ 28. mars 1936 FORMAÐUR Rúni Herup Olsen 2 V I T T I P P A HÓPURIN Venjari Jákup á Borg 1 Tórður Thomsen 2 Andreas H.Eriksen 3 Fróði P. Rasmussen 5 Odmar Færø 6 Eli F.Nielsen 7 Alex Mellemgaard 8 Patrik Johannesen 9 Hannes Agnarsson 10 Róaldur Jakobsen 11 Lukasz Cieslewicz 12 Jákup Højgaard 13 Gestur B. Dam 14 Philip Lund 16 Bjarni Petersen 18 Benjamin Heinisen 19 Erlendur Magnusson 20 Høgni Eysturoy 21 Rói Mørk Hentze 23 Jógvan Skeel Nolsøe 24 Magnus Holm Jacobsen 28 Christian R. Mouritsen Tilgongd: Patrik Johannesen (AB), Christian R. Mouritsen (HB), Philip Lund (Egersunds IK) Frágongd: Jákup á Borg (Givin), Hanus Thorleifsson (Giza Hoyvík), Jónas Tór Næs (ÍBV), Hørður H. Askham (KÍ), Sebastian Pingel (HB), Trygvi Askham (Útleigaður til EB/Streym)