mánadagur 6. mars 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
FÓTBÓLTUR 2017
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Tað sigur Christian Restorff Mouritsen, sum í vetur hevur skift frá HB til
B36. Eitt skifti hann eisini gjørdi í 2009. Spælistílurin tiltalar bóltsterka
miðvallaranum, sum ásannar at hann var koyrdur troyttur í HB. Lands-
liðið er ikki í huganum, men eitt kærkomið pluss, um hann spælir væl
Tað er nakað síðanii, at Christian Restorff
Mouritsen setti sín dám á føroyskan lið- og
landsliðsfótbólt. Havnarmaðurin vónar nú,
at eitt skift til grannarnar kann geva honum
nýggja orku.
– Eg vil royna okkurt nýtt og koma til
eitt lið, ið spælir góðan fótbólt. Eg føli, at
eg passi væl til spælistílin í B36. Teir spæla
við um fremstu plássini og eru í Evropa,
sigur Christian R. Mouritsen, sum einki ilt
hevur at bera barndómsfelagnum HB.
Hann sigur tó eisini, at um alt var um tað
skuldi í HB, so hevði hann eisini hildið fram
har.
– HB er millum annað ikki í Evropa.
Eg kendi meg eisini útbrendan, og hevði
brúk fyri ein broyting, sigur framrættaði
miðvallarin.
Hann vísir eisini á spælararnar í B36,
sum eina orsøk. Fyrrverandi liðskiparin á
U21 landsliðnum heldur, at hann passar væl
saman við teimum.
– Har eru góðir spælarar, sum spæla
góðan tekniskan fótbólt og spæla seg úr
øllum støðum. Róaldur Jakobsen, Lukasz
Cieslewicz og Philip Lund kundi eg nevnt,
men alt liðið spælir góðan fótbólt, greiðir
Christian R. Mouritsen frá.
FRÁ FM TIL SKAÐA
Í 2013 bleiv Christian R. Mouritsen
nummar tvey til ársins spælara tiltakið
hjá Sosialinum. Hann spældi fríttgjørt á
vonginum og átti mangan lut í, tá HB fekk
mál. Síðani hevur gingið niður á bakka.
– Tað er ein bílig bakgrund at siga, at eg
havi verið skaddur, men sannleikin er, at eg
ikki spældi í 2014. Síðani havi eg ikki verið í
góðari venjing. Spældi hálvur í 2015 og var
helst eitt sindur mentalt útkoyrdur í fjør,
sigur Christian R. Mouritsen, sum ikki hevur
verið á landsliðnum síðani 2013.
Miðvallarin hevur spælt 17 landsdystir,
men fyribils er málið ikki at vinna sær
plássið aftur.
– Tað er ikki beinleiðis ein dreymur at
koma á landsliðið, men um eg spæli væl
og verið úttikin, so taki eg fegin av, sigur
Christian R. Mouritsen.
Nú ynskir hann bara at koma fyri seg og
spæl væl fyri B36.
– Eg ynski at koma í toppform, so eg fái
gjørt tað eg eri góður til. Eg eri heintaður
inn at skjóta mál og leggja upp, so tað
er eisini eitt mál fyri meg, sigur nýggi
miðvallarin hjá B36.
Hann nevnir eisini Evropa, har B36 júst
blivu ov stuttir í ár.
VENUR EINS OG HANN SPÆLDI
Nýggjur venjari hjá B36 er Jákup á Borg.
Hóast stutt tíð er fráliðin, so er Christian R.
Mouritsen sannførdur um, at Jákup á Borg
verður ein góður venjari.
– Eg kenni hann sum spælara og hann er
akkurát líka sum venjari. Hann hevur stórar
ambitiónir, og er væl fyrireikaður til venjing.
Higartil hevur hann víst góðar dygdir, sigur
Christian R. Mouritsen, sum ikki heldur tað
er ein trupulleiki, at hann júst er givin sum
spælari.
– Hann finnur væl útav tí og virðing er
har. Eg síggi tað ikki sum ein vansa. Jákup
hevur nógvar royndir sum spælari, og
hann veit nær venjing skal verða hørð og
krevjandi, men eisini nær hon skal verða
stuttligt, sigur Christian R. Mouritsen at
enda.
B36 PASSAR VÆL
TIL MÍTT SPÆL
LYKLASPÆLARIN
Lukasz Cieslewicz
Tú kemur ikki uttan um ársins spælara í 2011
og 2015. Hann er maðurin, sum einsamallur
kann avgera ein toppdyst, men samstundis
er grundin undir tekniska spælinum hjá B36.
Póllendingurin er lyklaspælarin hjá B36 í ár.
GJØGNUMBROTIÐ
Hannes Agnarsson
Skjóti vongurin vísti í løtum í fjør, at hann er ein
spælari, ið kann gera mun. Hann er óhugnaliga
skjótur, men stríðist eisini við skaðar til tíðir.
Spælir hann, so verður hetta helst gjøgnumbrotið
VENJARIN
Jákup á Borg
Í nógv ár hevur Jákup á Borg verið millum
teir royndu spælararnar, men nú hevur hann
sett seg í ein nýggjan stól. Lykilin hjá Jákupi
á Borg verður at umstilla seg frá spælara til
venjara. Bæði taktiskt, men eisini mentalt.
MÁLIÐ
Evropa og gott spæl
B36 hevur vunnið tvey FM heiti seinastu trý
árini, so Evropa er eitt deilmál. Liðið skal helst
gera um seg í Evropa ella steypakappingini
eisini – umframt at fótbólturin skal verða
góður. B36 kann blíva heilt spennandi í ár.
CHRISTIAN R. MOURITSEN
Tað er ikki beinleiðis ein dreymur
at koma á landsliðið, men verið
eg úttikin, so taki eg fegin av