mánadagur 6. mars 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
FÓTBÓLTUR 2017
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
60 ÁR OG NÓGV
UNGT FÓLK
NES SÓKNAR ÍTRÓTTARFELAG
Tíggju ár eftir fyrsta FM heitið, sum varð vunnið
50 ár eftir stovnanina, er NSÍ væl brynjað at vera
við í kappingini um meistaraheitið, sum tvey tey
seinastu árini ikki hevur verið so langt burtur
24. mars verður NSÍ seksti. Tey
fyrstu árini snúði tað seg um hondbólt
og kappróður. Nú er NSÍ fótbóltsfelag
burturav. Tindurin varð rokkin í 2007, tá
ið NSÍ fylti fimmti ár og vann FM. Hetta
var fyrsta FM heitið, og tað skoraði undir
tilvitanina um, at tað er einki í vegin fyri,
at teir gulu og svørtu kunnu kappast við
tey bestu. Í steypakappingini hevur liðið
fleiri sigrar at vísa á. Tann síðsti var fyri
fimtan árum síðani, tá ið NSÍ í 2002 vann
løgmanssteypið.
Undanfarnu tvey árini var liðið leingi við
í kappingini um FM. Í 2015 endaði tað við
silvurkrónum og í fjør við bronsukrónum.
Í fjør vóru tað seks stig frá NSÍ og fram til
FM plássið. Teir í NSÍ iðraðu seg eitt nú um
tvey tap í Trongisvági.
Tølini siga, at tað í fjør royndist væl
í framrættaða partinum. NSÍ skoraði
næstflest mál. Minni væl royndist tað í
verjuni. Tað fóru væl fleiri mál ígjøgnum,
enn tað fóru hjá hinum fýra, sum
kappaðust um altjóða atgongumerkini.
Í innanhýsis uppgerðum ímóti næstu
kappingarneytunum hevur NSÍ ofta ligið
undir. Í fjør var hetta væl betri, tí tá var
úrtøkan fimm sigrar, ein javnleikur og seks
tap ímóti teimum, ið endaðu í ovaru hálvu.
Í fjør var Anders Gerber nýggjur venjari.
Undan kappingarbyrjan í ár er innlitið í
føroyskan fótbólt yvirhøvur væl størri,
enn tað var, tá ið hann var heilt nýggjur í
Føroyum.
Kappingin um plássini á liðnum er
stór. Liðformaðurin Klæmint A. Olsen og
gávuríki Árni Frederiksberg eru trumfirnir
frammi á vøllinum. Símun Rógvi Hansen er
tryggur málverji, og Karstin Hansen og Eli
Joensen eru eykamálverjar. Veteranarnir
eru Einar Tróndargjógv og Pól Jóhannus
Justinussen. Jens Joensen, Tobias Olsen
og Per Langgaard kappast í verjuni saman
við Jan Ó. Ellingsgaard, sum er komin úr
ÍF, og Bárði J. Hansen, sum hevur verið í
Víkingi, og sum eisini er møguleiki fremri á
vøllinum.
Karl Løkin, sum er komin úr Fuglafirði
og aftur í barndómsfelagið, er ætlaður
leiklut á sentrala miðvøllinum saman
við Betuel Hansen, Magnusi Olsen og
Haraldi R. Højgaard, sum í fjør var
skaðadarvaður. Í framrættaðu leiklutunum
eru møguleikarnir eitt nú Jonleif Højgaard
og Jann Martin Knudsen.
Í fjør vóru fleiri ungir spælarar á og
kring besta liðið. Eingin ivast í evnunum, og
royndirnar bera við sær, at fyritreytirnar nú
eru uppaftur betri. Petur Knudsen spældi
nógv á miðvøllinum, og aðrir vóru Jann
Benjaminsen, Hans Marius Davidsen, Andri
Benjaminsen, Mórits Heini Mortensen og
Aron Knudsen. Nýggir í hópinum eru Jóhann
Gaardbo, Sjúrður Pauli Nielsen og Pætur
Hentze.
Aðrir ungir og evnaríkir spælarar eru á
veg, tí NSÍ vann FM í U18 kappingini í 2013,
2015 og aftur í 2016.
MEISTARI (1) 2007
STEYPAVINNARI (2) 1986, 2002
GREIPUVINNARI (0) Ongantíð
Í BESTU DEILDINI (30 ÁR) 1976, 1979, 1984-1988, 1991-
1992, 1994-1995, 1997-
Í EUROPA (11) 2003, 2004, 2005, 2007, 2008, 2009, 2010,
2011, 2012, 2015, 2016
NSÍ STOVNAÐ 24. mars 1957 FORMAÐUR Arnfinn Langgaard
3
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Venjari Anders Gerber
1
Símun Rógvi Hansen (málm.)
2 Per Langgaard
4 Jens Joensen
6 Karl Løkin
7 Jann Martin Mortensen
8 Haraldur R. Højgaard
9 Jonleif Højgaard
10 Klæmint A. Olsen
11 Árni Frederiksberg
12 Einar Tróndargjógv
13 Pól Jóhannus Justinussen
15 Pætur Hentze
16 Petur Knudsen
17 Jann Julin Benjaminsen
18 Magnus H. Olsen
19 Hans Marius Davidsen
20 Mórits Heini Mortensen
21 Andri Benjaminsen
22 Bárður Hansen
23 Jannik Mathias Olsen
24 Betuel Hansen
25 Eli Joensen
26 Jóhann Gaardbo
27 Aron Knudsen
28 Sjúrður Pauli Nielsen
29 Karstin Hansen (málm.)
37 Jan Ellingsgaard
77 Tobias Olesen
Frágongd: Jákup Andrias Gaardbo (ÍF), Nikolaj Køhlert (Valur,
Ísland), Andras Fredriksberg (Skála)
Tilgongd: Karl A. Løkin (ÍF), Jann Ó. Ellingsgaard (ÍF), Bárður J.
Hansen (Fremad Amager)