mánadagur 6. mars 2017síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
FÓTBÓLTUR 2017
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Hóast áhugi í fjør var frá fleiri øðrum feløgum, valdi Árni
Fredriksberg at leingja sáttmálan við barndómsfelagið, NSÍ.
Høvuðsorsøkin er, at hann trýr uppá at tað ber til at vinna við NSÍ.
Álopssinnaði miðvallarleikarin, Árni
Fredriksberg, fekk sítt gjøgnumbrot í
2012, tá hann tók ábyrgd á einum ungum
NSÍ liðið, ið hevði mist fleiri av royndu
leikarunum frá árinum fyri. Málsetningurin
tá var greiður. Tað ráddi fyrst og fremst um
at yvirliva.
KRØVINI ERU HÆKKAÐI
Síðani tá er nógv broytt í Runavík. Liðið
hevur av álvara fótað sær aftur millum
tey ovastu liðini í Føroyum, meðan
umstøðurnar rundanum leikvøllin eisini eru
broyttar nógv.
Árni Fredriksberg heldur tó, at
ítróttarliga trýstið, er tað sum er mest
broytt í felagnum.
– Tað er sjálvsagt stórur munur frá tí
árinum, tá vit spældu eitt nýtt lið saman.
Tað sum eg haldi er mest broytt, eru
væntanirnar til liðið hjá okkum. Tá var tað
bert ein spurningur um at yvirliva, meðan
topp fýra í dag er vorðið eitt krav til felagið.
Tá tað er sagt, eru umstøðurnar sjálvsagt
eisini nógv betraðar seinnu árini, sigur Árni
Fredriksberg.
SÆR MØGULEIKA AT VINNA VIÐ NSÍ
Farna kappingarár ljóðaði eitt skiftið, at
fleiri onnur feløg vístu áhuga fyri Árna
Fredriksberg. Árni Fredriksberg greiðir frá,
at hóast áhugi var fyri honum frá øðrum
feløgum, ynskti hann at vera verandi í NSÍ.
– Fyrst og fremst havi eg tað ótrúliga
gott í felagnum. Og so leingi sum eg síggi
fyri mær, at tað er møguligt fyri at vinna
við NSÍ, síggi eg onga orsøk til at fara til
nakað annað felag, sigur Árni Fredriksberg.
LANDSLIÐSSTEÐGURIN
IKKI PERMANENTUR
Seinastu árini hevur Árni Fredriksberg verið
nógv inni í landsliðshitanum hjá Lars Olsen.
Men til seinasta dystin í fjør ímóti Sveis á
útivølli, boðaði Árni Fredriksberg frá, at
hann tók ein steðg frá landsliðsfótbóltinum.
Talan er tó um ein fyribils steðg, orsakað
av krevjandi útbúgving.
– Eg ætli ikki at steðgurin á landsliðnum
skal vera permanentur, og tí havi eg ætlanir
um at melda meg tøkan til landsliðið aftur
einaferð í framtíðini. Eg kendi tó á mær
akkurát tá, at landsliðið bleiv ov nógv í
mun til arbeiði og útbúgving, sigur Árni
Fredriksberg.
ÆTLA SÆR FLEIRI STIG ENN Í FJØR
NSÍ hevur í vetur styrkt seg væl, har tríggir
nýggir leikarar eru knýttir afturat hópinum
í Karl Løkin, Jann Ellingsgaard og Bárði J.
Hansen, meðan frágongdin hevur verið lítil
frá farna kappingarárið. Og tá vit spyrja
Árna Fredriksberg um vónirnar til komandi
kappingarár, er hann eisini bjartskygdur.
– Vit ætla fyrst og fremst at gera tað
betri enn farna kappingarár. Tá fingu vit 55
stig, og í ár skulu vit hava fleiri enn 55 stig.
So kunnu vit fáa at síggja hvussu langt tað
kann røkka, greiðir Árni Fredriksberg frá at
enda.
TRÝR UPPÁ AT TAÐ
BER TIL VIÐ NSÍ
LYKLASPÆLARIN
Klæmint A. Olsen
Klæmint A. Olsen,
sum seinastu fimm
kappingarárini á rað
hevur verið toppskjútti
í Effo-deildini, er stóra
stjørnan á liðnum hjá
NSÍ. Hann stendur
støðugt á rætta
staðnum, og verður
ein av lyklunum til
at tryggja NSÍ eitt
gott kappingarár..
GJØGNUMBROTIÐ
Andri Benjaminsen
Kviki og evnaríki leikarin, ið farna kappingarár
fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum
hjá NSÍ. Í ár væntast hann at fáa fleiri
minuttir á liðnum enn farna kappingarár.
VENJARIN
Anders Gerber
Talan er í ár um annað kappingarárið í
føroyskum fótbólti hjá NSÍ venjaranum. Hann
kennir tí betur til føroyskan fótbólt nú, enn
hann gjørdi fyri einum ári síðani, og ætlar at
NSÍ skal avrika betur enn farna kappingarár.
MÁLIÐ
Topp trý
Seinastu árini hevur NSÍ av álvara fótað sær
aftur í oddinum av føroyskum fótbólti, har
felagið hevur havt framgongd hvørt kappingarár.
Farna kappingarár fór liðið eitt pláss aftur í
mun til fyri tveimum árum síðani, men fekk
fleiri stig. Í ár er NSÍ ein av stóru FM-biðlunum.
ÁRNI FREDRIKSBERG
Fyrst og fremst havi
eg tað ótrúliga gott í
felagnum