Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 44

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 FÓTBÓLTUR 2017 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM TAÐ ER NÓGVUR TREKKUR Í HB HAVNAR BÓLTFELAG Fyrrverandi løgmaður skal vísa felagnum aftur til røturnar, samstundis sum tað við nýggjum spælarum verður skundað undir í strembanini at vinna seg út aftur í Europa og á toppin í landskappingini Tíðirnar eru øðrvísi í sigursvanda felagnum í Gundadali, enn tær plagdu at vera. Teir, sum vunnu sigrarnar, vóru fyri tað mesta uppaldir í felagnum, teir vóru svangir eftir meiri, og millum fremstu spælararnar í øðrum feløgum var hugurin at sleppa framat í HB stórur. Í HB fegnast tey um farnu sigrarnar, men tað nívir, at tað nú eru liðin trý ár, uttan at HB hevur vunnið nakað gull, og tað er ikki akkurát HB stílurin, at so nógvar skiftingar eru á liðnum. Fyri einum ári síðani varð sagt, at HB leitaði aftur til røturnar. Soleiðis er tað framvegis skilt á tann hátt, at Sigfríður Clementsen er venjari í barndómsfelagnum, har hann eisini var venjari í 2011 og 2012, og fyrrverandi málverjin Kaj Leo Johannesen, fyrrverandi løgmaður, er nýggjur formaður í barndómsfelagnum. Tað varð roknað at vera stórt vónbrot í fjør, tá ið HB ikki megnaði at vinna atgongumerki til altjóða fótbólt, og nú verður lagt nógv fyri í strembanini eftir, at hetta ikki skal endurtaka seg. Á vøllinum hevur útskiftingin síðani vónbrotið verið stór. Næstan eitt lið er farið, og eitt nýtt lið er komið. Harvið var HB í vetur fyri felagið í tí ókendu støðu, at tað ikki var greitt, hvussu liðið fór at verða mannað. Teitur Matras Gestsson í málinum, Jóhan Troest Davidsen í miðverjuni, Jógvan Rói Davidsen á vongverjanum í høgru og Rókur av Fløtum Jespersen á sentrala miðvøllinum eru sjálvskrivaðir. Fram ímóti kappingarbyrjan eru fleiri útlendingar lagstir aftrat, sum tað verður vónað skulu verða stuðulsspælarar: álopsspælarin Daniel Elly Pedersen úr Frem í Valby og Martin Bergvold, sum hevur royndir úr italskum fótbólti, og sum er ætlaður at røkja verjukendan miðvallarleiklut. Annar møguleiki er Alexander Stankov, sum hevur verið í Viborg, og sum er ætlaður at vera framrættaður síðuspælari. Millum aðrar, ið nú hava vunnið sær royndir, eru Bartal Wardum, Ára Mohr Jónsson og Trónd Jensen, sum eru við í kappingini um verjukend pláss. Ari Mohr Olsen og Adrian Justinussen hava víst, at teir eiga evnini í framrættaðu leiklutunum. Annar møguleiki er Sebastian Pingel, sum í fjør royndi seg í B36. Superveteranurin Andrew av Fløtum kann fara at vísa seg at verða hentur trumfur. Framrættaðu veteranarnir Símun Samuelsen og Levi Hanssen eru aftur í HB. Heðin Hansen og Dánjal Pauli Lervig, sum hava spælt í Víkingi, eru nýggir, Poul Thomas Dam roynir seg aftur eftir at hava verið nógv skaðadarvaður, og Heri H. Mohr og Jákup Pauli Breckmann eru aftur í Gundadali, eftir at teir í fjør hjálptu TB og Sigfríða Clementsen. Í fjør vann HB FM Í U12, U14 og U16 og silvur í U18, og fleiri ungir spælarar eru á veg. Millum hesar eru 17 ára gamli eykamálverjin Mattias Lamhauge, Daniel Johansen, Hjalti K. Djurhuus og Bjarti Vitalis Mørk. MEISTARI (22) 1955, 1960, 1963, 1964, 1965, 1971, 1973, 1974, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1990, 1998, 2002, 2003, 2004, 2006, 2009, 2010, 2013 STEYPAVINNARI (26) 1955, 1957, 1959, 1962, 1963, 1964, 1968, 1969, 1971, 1972, 1973, 1975, 1976, 1978, 1979, 1980, 1981, 1982, 1984, 1987, 1988, 1989, 1992, 1995, 1998, 2004 GREIPUVINNARI (12) 1955, 1963, 1964, 1971, 1973, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1998, 2004 Í BESTU DEILDINI (73 ÁR) 1942-1943, 1945-1984, 1986, 1988- Í EUROPA (22) 1993, 1994, 1995, 1996, 1997, 1998, 1999, 2000, 2001, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2013, 2014, 2015, 2016 HB STOVNAÐ 4. oktober 1904 FORMAÐUR Kaj Leo Holm Johannesen 5 V I T T I P P A HÓPURIN Venjari Sigfríður Skaale Clementsen 1 Teitur M. Gestsson 2 Dánjal Pauli Lervig 3 Jógvan Rói Davidsen 4 Sebastian Pingel 5 Jóhan Troest Davidsen 6 Heðin Hansen 7 Martin Bergvold 8 Levi Hanssen 9 Tróndur Jensen 10 Andrew av Fløtum 11 Daniel Elly Pedersen 15 Heri Hjalti Mohr 16 Mattias Lamhauge 17 Bartal Wardum 18 Símun Samuelsen 19 Rókur av Fløtum Jespersen 21 Adrian Justinnusen 22 Ári Mohr Jónsson 23 Ari Mohr Olsen 24 Poul Thomas Dam 25 Bjarti Vitalis Mørk 26 Daniel Johansen Hjalti Kárasson Djurhuus Jákup Pauli Breckman Tilgongd: Andrew av Fløtum, Levi Hanssen (byrjaður aftur), Heðin Hansen (Víkingur), Dánjal Pauli Lervig (Víkingur), Símun Samuelsen (AB), Poul Thomas Dam (byrjaður aftur), Daniel “Elly” Pedersen (Frem), Sebastian Pingel (B36), Martin Bergvold (Livorno) Frágongd: Øssur M. Dalbúð (fluttur av landinum), Arnbjørn Hansen (EB/Streymur), Teit Jacobsen (Sønderjyske), Fróði Benjaminsen (Víkingur), Christian Mouritsen (B36), Magnus Egilsson (Givin), Pál M. Joensen (fluttur av landinum)