mánadagur 6. mars 2017síða 46
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
FÓTBÓLTUR 2017
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Hann hevur spælt móti Francesco Totti, Kaka og David Beckham í
Italia. Nú er málið at fáa spælitíð í HB og vinna FM. Martin Bergvold
er ein spælari við nógvum royndum og nógvum upplivingum í síni
yrkisleið. Millum annað at blíva álopin, tá han spældi við Livorno
Nýggi formaðurin í HB er bragdligur,
tá hann tekur orðið í HB-húsinum til
tíðindafund.
– Í HB ynskja vit, at útlendsku spæl
ararnir skulu lyfta spælið. Eg haldi ikki
at eg sigi ov nógv, tá eg sigi at tað ger
okkara nýggi spælari, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
Við hansara lið situr 33 ára gamli
Martin Bergvold. Hann er skúlaður í danska
stórfelagnum FCK. Hevur spælt við Livorno
í Italia, har hann millum annað spældi hálvt
annað ár í bestu deildini.
ÁVEGIS Í EIN MÁNAÐ
Tað hevur verið samband millum Martin
Bergvold og HB í ein mánað, eftir at
sáttmálin við Livorno bleiv uppsagdur.
– Eg var her fyri einum mánað síðani. Eg
fekk eina góða mynd av felagnum. Tað er
ikki so langt úr Danmark og øll tosa danskt.
Tað ger alt lættari, sigur Martin Bergvold,
sum á fyrsta sinni er í HB-troyggju.
Hann ásannar tó, at hann ikki kennir so
nógv til føroyskan fótbólt.
– Sum danskari, so kennir tú altíð eitt
sindur til Føroyar, men eg viðurkenni, at tað
ikki er tann deildin, sum eg havi fylgt mest
við í, sigur miðvallarin.
ÁLOPIN Í ITALIA
Heilt stóra tíðin hjá Martin Bergvold er, tá
hann í 2007 skiftir til Livorno í Italia. Hann
veit lítið um felagið, men er ikki í iva um
uppgávuna. Seria A hevur nøkur av størstu
nøvnunum í fótbóltsheiminum.
– Eg havi spælt móti spælarum sum
Kaka, Francesco Totti og David Beckham.
Tað var ein spennandi tíð og nógvar
upplivingar, sum eg aldrin fari at gloyma,
sigur Martin Bergvold.
– Fótbóltslívið í Italia er merk av ídnum
viðhaldsfólkum. Tey fagna tær tá tað
gongur væl, men eru eisini eirindaleys, tá
tað gongur illa.
– Tað hendi nógv løgin og øðrvísi ting,
ið tú sum danskari ikki skilur. Eitt skifti,
tá vit kláraðu okkum illa møttu ídnastu
áskoðararnir upp til venjing, og meddaðu
áleyparanum hjá okkum ein í høvdið. Vit
máttu halda til á leikvøllinum, tí vit sloppu
ikki avstað. Tað var slíkt sum hendi, fortelur
Martin Bergvold.
Hansara besta minni er tá Livorno í
2009 flytur upp. Tá verður liðið fagnað,
sum teir hava vunnið meistaraheitið.
EIN DYSTUR ER EIN DYSTIR
Hóast hann er komin heilt úr Seriu A til
Føroya, so verður motivatión ikki ein
trupulleiki.
– Ein fótbóltsdystur er ein fótbólts
dystur. Um tað er ein dystur í Seriu A ella í
bestu deildini í Føroyum, so eri eg til reiðar
og motiveraður sum altíð. Eg havi eisini
verið í fótbóltsverðini øll hesi árini og veit,
at um tú slakar, so ávirkar tað avrikini,
sigur Martin Bergvold og leggur afturat:
– Eg ynski at spæla nógvar dystir og
vónandi kunnu vit vinna meistaraheitið, tá
alt kemur til alt, sigur danski miðvallarin,
sum hevur gjørt sáttmála fyri komandi
kappingarár.
Ætlanin er, at hann skal verða maðurin á
miðjuni, sum skal halda liðnum saman.
EIN FÓTBÓLTSDYSTUR
ER EIN FÓTBÓLTSDYSTUR
LYKLASPÆLARIN
Martin Bergvold
Danski miðvallarin
er tað, sum Sigfríður
S. Clementsen hevur
eftirlýst. Ein spælarii,
sum kann verða
bindiliðið millum
verjuna og álopið.
Riggar miðvøllurin,
so er HB komið langt.
Her skal tó sigast,
at felagið longu
í Róki av Fløtum
Jespersen og Tróndi
Jensen hevur spældi miðvallarar
GJØGNUMBROTIÐ
Bartal Wardum
Ungi, men kraftmikli miðverjin fær seg í ár
royndan. Í løtuni er hann fyrstaval undir
liðini á Jóhan Troest Davidsen. Kropsliga er
hann væl fyri, men lykilin blívur at seta seg
ígjøgnum móti teimum góðu áleyparunum.
VENJARIN
Sigfríður Skaale Clementsen
Hevur drúgvar royndir sum venjari í bestu
deildini. Tykist vita hvat hann vil, men
spurningurin er um tað er nakað, ið hópurin
kann geva honum. Hann skal brúka allar snildir,
um HB skal liggja heilt frammi í oddinum
MÁLIÐ
Evropa og uppreisn
Tað er ikki nokk hjá HB bara at koma í Evropa,
men tað er ein stórur partur av málinum. Meir
enn tað, so er málið at endurbyggja stórfelagið
HB. Tey bæði tingini skulu ganga hond í hond.
MARTIN BERGVOLD
Eg havi spælt móti spæl
arum sum Kaka, Francesco
Totti og David Beckham