mánadagur 6. mars 2017síða 50
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
FÓTBÓLTUR 2017
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
ÍF ÆTLAR SÆR ÚR
ONGAMANNALANDI
ÍTRÓTTARFELAG FUGLAFJARÐAR
Tíðliga í vetur var fótbóltslagið einki serligt
í Fuglafirði. Fleiri teirra, sum í fjør vóru
stuðulsspælarar, fluttu í onnur feløg,
og tað var neyðugt fíggjarliga at repa
seglini. So varð undirskrivað við Jákup
Mikkelsen um at halda fram sum venjari,
Olgar Danielsen varð settur at vera
hjálparvenjari, og so kendist tað sum um,
at fuglfirðingar loftaðu sær.
Síðani á nýggjárinum hevur ÍF fyrireikað
seg, og manningarliga sær tað ikki so illa
út. Strikan í rokningini er, at tað sær einki
út fyri, at Clayton Soares – orsaka av
trupulleikum við pappírunum – fer at fáa
loyvi at spæla við.
Seinastu árini hevur tað ikki verið so
hugaligt hjá ÍF, sum tað var nøkur ár
herfyri.
Bestu árini í hesi øldini vóru í 2012 og
2013, tá ið tað eydnaðist at vinna silvur í
landskappingini. Bæði í 2010 og 2011 rakk ÍF
finaluni í steypakappingini.
Felags fyri trý tey seinastu árini er,
at liðið er endað undir miðjuni, og at
talan hvørki hevur verið um kapping um
heiðursmerki ella hóttan av niðurflyting.
Fuglfirðingar hava ikki viljað sagt so
nógv um, hvat teir rokna við í nýggja
kappingarárinum. Men teir vilja fegnir
sleppa eitt vet longri fram, so dagsskráin
verður at telva um plássini í ovaru hálvu.
Venjarin ætlar, at tað skal ganga meiri
professionelt fyri seg á og kring liðið.
Um tað eydnast, og um íblástur og
góður hugburður verður at síggja, so er
møguleikin ikki so langt burtur, tí tað er
kapping um plássini á liðnum.
Henrik Lindhard úr Danmark fer at
kappast við Tór Traðará og Jóhannes
Djurhuus um plássið millum stólparnar.
Tað er smeitur, at Poul Nolsøe Mikkelsen,
sum hevur verið álit í miðverjuni, framvegis
er skaðaplágaður. Møguleikar í miðverjuni
eru Ndende Adama Guéye, ið annars fyri
tað mesta hevur verið miðvallari, Fritleif í
Lambanum, sum er komin aftur av Skála,
og Jákup Andrias Gaardbo, sum er komin úr
Runavík.
Á vongverjunum eru Dánjal Pauli
Højgaard, Gunnar Christiansen og
superveteranurin Alex José dos Santos
uppløgd boð. Aðrir verjuspælarar eru
veteranurin Áki Petersen, Sámal Joensen
og Bergtór Thomsen.
Á verjukenda miðvøllinum eru
lyklaspælararnir veteranarnir Kristoffur
Jakobsen, sum var sera eyðsýndur í fjør,
og Bogi Reinert Petersen, ið er fluttur aftur
úr Danmark. Í framrættaðum sentralum
plássum eru Niels Pauli Danielsen, sum er
komin úr KÍ og plagar at vera málsøkin, Ari
Ó. Ellingsgaard og Frank Poulsen.
Í borðunum eru veteranarnir Dánjal
á Lakjuni, Andy Olsen og Hanus Eliasen.
Nýggjur álopsspælari er Adeola Runsewe,
sum hevur roynt seg í donskum og
svenskum fótbólti. Aðrir avbjóðarar eru
Jóhan Petersen, Margeir Toftegaard og Pól
Magnus Petersen.
MEISTARI (1) 1979
STEYPAVINNARI (0) Ongantíð
GREIPUVINNARI (0) Ongantíð
Í BESTU DEILDINI (33 ÁR) 1971-82, 1985, 1988-89, 1993-94,
1996-99, 2004-06, 2008-
Í EUROPA (3) 2011, 2013, 2014
ÍF STOVNAÐ 25. mars 1946 FORMAÐUR Durita Toftegaard
7
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Venjari Jákup Mikkelsen
1
Andrias Poulsen
2 Gunnar Christiansen
3 Poul Nolsøe Mikkelsen
4 Alex José dos Santos
5 John Daniel Guðjónsson
6 Karl Abrahamson Løkin
7 Dánjal á Lakjuni
8 Bogi Reinert-Petersen
9 Kristoffur Jakobsen
10 Ari Ólavsson Ellingsgaard
12 Elias Rasmussen
13 Hallgrím Gregersen Hansen
14 Dánjal Pauli Højgaard
15 Oliver Korch
17 Leivur Joensen
18 Clayton Soares
20 Jóhan Petersen
22 Ingi Sørensen
23 Andy Olsen
27 Margeir Toftegaard
28 Hanus Eliasen
30 Adeshina Lawal
37 Jan Ólavsson Ellingsgaard
46 Jákup F. Nolsøe Mikkelsen
80 Tóri T. Traðará
Tilgongd: Henrik Lindhard (Skive, Danmark), Jákup Andrias Gaardbo
(NSÍ), Fritleif í Lambanum (Skála), Bogi R. Petersen (Kolding,
Danmark), Niels Pauli Danielsen (KÍ), Adeola Runsewe (Silkeborg)
Frágongd: Elias Rasmussen (Víkingur), Jann Ellingsgaard (NSÍ), Karl
A. Løkin (NSÍ), Adeshina Lawal (Víkingur), John Daniel Guðjónsson
(Fluttur av landinum), Leivur Joensen (Skála), Clayton Soares (Farin
av landinum)
Málið er at sleppa burtur úr støðuni, ið hevur verið eyðkend
av, at fuglfirðingar hvørki hava verið við í kappingini um
heiðursmerkini ella hava verið hóttir av niðurflyting