Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 52

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 FÓTBÓLTUR 2017 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Fleiri profilar eru farnir av ÍF liðnum frá í fjør, og nú hvílir ábyrgdin á øðrum herðum enn hon hevur gjørt. Ein av nýggju profilunum er Ari Ó. Ellingsgaard, sum væntar at fuglfirðingar koma at taka fólk á bóli í ár.  LYKLASPÆLARIN Bogi R. Petersen ÍF leikarin, Bogi R. Petersen, sum farna kappingarár fekk debut á føroyska a-landsliðnum, fær í ár stóra ábyrgd á liðnum hjá ÍF. Felagið hevur mist nógvar týðandi leikarar frá í fjør, og tí verður Bogi R. Petersen ein av leiðarunum í ÍF-hópinum.  GJØGNUMBROTIÐ Jákup Andrias Gaardbo Runavíkingurin, sum í ár hevur skift frá NSÍ til ÍF, er helst eitt gott boð uppá ein leikara, sum í ár kemur at fáa sítt gjøgnumbrot á liðnum hjá ÍF.  VENJARIN Jákup Mikkelsen Eftir at hava verið partur av venjaratoyminum hjá ÍF seinastu árini, stendur Jákup Mikkelsen í ár einsamallur við høvuðsábyrgdini. Talan er stóra avbjóðing, tí ÍF hevur í ár havt stóra útskifting í leikarahópinum.  MÁLIÐ Vilja nærkast oddinum Seinastu trý árini hava verið skuffandi. Langt hevur verið í oddin, og langt niður í botnin. Í ár vil ÍF helst sleppa longur upp á stigatalvuni, enn teir hava verið seinastu árini, men kappingin er hørð. ARI Ó. ELLINGSGAARD Tað er eyðsæð at vit hava mist stórar profilar av liðnum frá í fjør ÁBYRGDIN ER Á NÝGGJUM HERÐUM Liðskiparin og varaliðskiparin frá í fjør eru farnir til NSÍ. Toppskjúttin er farin til grannarnar úr Víkingi, meðan besti leikarin seinastu nógvu árini ikki hevur fingið longt sítt uppihaldsloyvi. Talan er um stórt fráfall av profilum á ÍF liðnum til hetta kappingarárið. AÐRIR TAKA STØRRI ÁBYRGD Ein av ÍF profilunum seinastu árini, sum hevur valt at vera verandi í barndómsfelagnum er miðvallarleikarin, Ari Ó. Ellingsgaard. Hann merkir at tað hvílir ein eyka stór ábyrgd á herðunum hjá teimum, sum hava valt at verið verandi í felagnum. – Tað er eyðsæð at vit hava mist stórar profilar av liðnum frá í fjør. Men eg haldi at vit týðuliga merkja í hópinum, at aðrir menn nú taka størri ábyrgd á liðnum. Vit merkja at ábyrgdin hvílir á herðunum hjá øllum av okkum nú, og at tað ikki eru einstakir profilar sum kunnu gera tað fyri okkum, sigur Ari Ó. Ellingsgaard. Ari Ó. Ellingsgaard sigur eisini, at tað hvílir størri ábyrgd á sínum egnu herðum í ár enn undanfarin ár. – Eg eri nú komin upp í árini, so nú skal eg av álvara virka sum ein profilur á liðnum hjá okkum, og sjálvsagt merki eg eitt eyka trýst á mær ár til at lyfta liðið fram. KUNNU BARA YVIRRASKA Meðan vónirnar til fuglfirðingar seinastu árini hava verið heldur høgar, tykist tað at vera heldur øðrvísi í ár. Ari Ó. Ellingsgaard sigur seg eisini merkja, at væntanirnar til liðið í ár, ikki eru tær somu sum tær hava verið tey undanfarnu árini. – Eg merki týðuliga at fólk í ár, vænta eitt sindur minni av okkum, enn tey hava vænta undanfarin ár. Men eg meti hetta vera ein møguleika hjá okkum, at taka øll á bóli. Tá øll forvænta lítið av okkum, kunnu vit bara yvirraska, og tað trúgvi eg eisini fult og fast uppá at vit fara at gera. Ivist faktiskt onga løtu í, at fara at klára okkum betri, enn tað sum fólk væntað, sigur Ari Ó. Ellingsgaard. NÝTT EYÐKENNI FYRI ÍF At enda sigur Ari Ó. Ellingsgaard, at tað sum fer at eyðkenna liðið hjá í ár, helst fer at vera eitt sindur øðrvísi, enn tað sum hevur eyðkent ÍF fyrr. – Eg trúgvi at eyðkenni fyri liðið í ár verður heldur øðrvísi enn undanfarin ár. Tað hava verið ov nógvir dystir, har hugburðurin hevur verið líkaglaður, og tí trúgvi eg at fuglfirðingar í ár koma at síggja ein størri stríðsvilja frá liðnum, enn teir hava gjørt seinastu árini, sigur Ari Ó. Ellingsgaard at enda, sum er bjartskygdur um kappingarárið hjá ÍF.