Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 FÓTBÓLTUR 2017 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM SUÐUROYINGAR STANDA SAMAN TVØROYRAR BÓLTFELAG Skotskur venjari hevur ábyrgdina, nú fyrstu fetini skulu takast ímóti tilveru, har annað er á skrá enn at sleppa undan niðurflyting Tað eru nýggjar tíðir í fótbóltinum í Suðuroy. Viðhvørt hava TB og FC Suðuroy verið í næstbestu deildini og onkuntíð í bestu deildini, og ofta hevur annað liðið verið í fremstu røð og hitt í næstbestu deildini. Hósdagurin fimtandi desember varð søguligur, tí tá varð avgjørt í Royn, TB og FC Suðuroy, at fótbólturin í Suðuroy skuldi skipast í felags liði. Nýggja liðið eitur TB/ FCS/ROYN, sum nú er umboðað í bestu og næstbestu deildini. Í fyrstu atløgu verður arbeitt fyri at nýggja felagsliðið skal varðveita plássið í deildunum. Skotbráið hevur verið stutt. Takið hevur verið at savna spælarar og at finna nýggjan venjara. Harvið er útgangsstøðan øðrvísi enn í nógvum av hinum feløgunum, har tað verður arbeitt víðari frá tí, sum var í fjør. Nú er setningurin at samansjóða felagsskapin og liðið. Fyrsti venjari hjá oyggjaliðnum er 35 ára gamli Maurice Alexander Ross úr Skotlandi. Síðstu árini hevur hann verið venjari í lægru deildunum í Noregi. Hjálparvenjari er Mard De Vries úr Hollandi. Teir fóru undir nýggju avbjóðingina 30. januar. Palli Augustinussen og Karl Øster, sum hava verið venjarar í ávikavíst FC Suðuroy og TB, eru í venjaratoyminum. Besta liðið venur við Stórá í Trongisvági, har heimadystirnir verða spældir. Hóast talan er um samanlegging, so er ásannað, at tað er neyðugt við styrki aðra staðni frá, tí fleiri av fremmandu spælarunum, sum seinnu árini hava verið lyklaspælarar í Vági og á Tvøroyri, royna seg nú aðra staðni. Nýggi venjarin hevur tríggjar spælarar við sær úr Noregi: málverjin Marius Bentzen, miðverjin Mats Joachim Walberg og álopsspælarin Johan Finnmann Gulliksen. Felags fyri teir allar er, at teir hava spælt í næstbestu og triðibestu deildini í Noregi. Kári Jacobsen, sum higartil hevur vart FC Suðuroy málið, fer at kappast við norska málverjan. Í verjuni hava Teitur Olsen, Eirikur Magnusarson og Ragnar Joensen royndir frá besta TB liðnum, og Dánjal Godtfred og Tóki Krosslá Mortensen hava spælt á besta FC Suðuroy liðnum. Salmundur Bech, Heri Kjærbo og Rógvi Joensen, sum í fjør var nógv skaðadarvaður, eru lyklaspælarar á miðvøllinum. Millum ungu spælararnar eru Jonn Marni Lindenskov, Ari Krosslá Poulsen, Eiler Brattalíð, Teitur Krosslá Mortensen, John Villi Woldike Leo, Hávar Albinus, Aron Sørensen, Andrias Sørensen og Stefan Radosavljevic. Í fremstu røð eru Búi Egilsson, Poul Ingason og veteranurin Jón Krosslá Poulsen, sum tekur sær av venjingum í høvuðsstaðnum, har fleiri spælarar búgva. Størsta avbjóðingin í Suðuroy er at halda upp á fólkið. Í fótbóltshøpi eru møguleikarnir góðir fyri menning í yngru deildunum. Talan er um felagslið, og so royndir venjarar sum Jón Pauli Olsen og Pól F. Joensen læra frá sær. MEISTARI (7) 1943, 1949, 1951, 1976, 1977, 1980, 1987 STEYPAVINNARI (5) 1956, 1958, 1960, 1961, 1977 GREIPUVINNARI (1) 1977 Í BESTU DEILDINI (59 ÁR) 1942-1943, 1945-1988, 1990- 1996, 1998, 2005, 2012-2013, 2015 Í EUROPA (0) Ongantíð TB STOVNAÐ 13. mai 1892 FORMAÐUR Niels Pauli Eysturberg 9 V I T T I P P A HÓPURIN Venjari Maurice Ross Marius Berntzen Kári Jacobsen Tóki Krosslá Mortensen , verjul. Dánjal Godtfred, verjul. Eirikur Magnusarson, verjul. Ragnar Joensen, verjul. Teitur Olsen, verjul. Mats Walberg, verjul. Salmundur Bech, miðv. Jonn Marni Lindenskov, miðv. Ari Krosslá Poulsen, miðv. Rógvi Joensen, miðv. Heri Kjærbo, miðv. Eiler Brattalíð, miðv. Teitur Krosslá Mortensen, miðv. John Villi Woldike Leo, miðv. Hávar Albinus, miðv. Aron Sørensen, miðv. Andrias Sørensen, miðv. Stefan Radosavljevic, miðv. Búi Egilsson, áleyp. Jón Krosslá Poulsen, áleyp. Poul Ingason, áleyp. Johan Gulliksen, áleyp. Tilgongd: Jón Krosslá Poulsen (Víkingur), Mats Joachim Walstrøm (Nest-Sotra IL), Marius Berntzen (FK Ørn Horten) og Johan Gulliksen (FK Ørn Horten) Frágongd: Casper Radza (Middelfart), Ndende Adama Gueye (ÍF), Kofi Appiah (Fluttur av landinum), Albert Adu (KÍ), Mamuka Torondjadze (Skála), Valerian Iobashvili (Skála)