Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 56

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 FÓTBÓLTUR 2017 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Tað sigur Jón Krosslá Poulsen, ið er farin aftur til Suðuroyar at spæla. Fyrst og fremst er tað samanleggingin, ið hevur lokkað hann. Suðuroyingar tykjast at standa saman um royndarárið við samanlagda Effoliðnum  LYKLASPÆLARIN Rógvi Joensen Útlendingarnir hava ikki prógvað seg í føroyskum fótbólti, og tí stendur Rógvi Joensen eftir sum størsti profilurin. Sterki miðvallarin við góðu renniorkuni skal vera undangongumaður á miðvøllinum, ið hevur tørv á, at nakrir ganga á odda. Rógvi Joensen er ein teirra.  GJØGNUMBROTIÐ Stefan Radosavljevic Blaðungur 16 ára gamal leikari, ið er tekniskt væl fyri og er partur av sterka U17- landsliðnum. Spurningurin er, um hann kann fáa ein leiklut á suðuroyarliðnum í ár.  VENJARIN Maurice Ross Fyrrverandi skotskur landsliðsleikari, ið hevur avmarkaðar venjararoyndir úr lægri deildunum í Noregi. Hevur gjørt greitt, at hann væntar av sínum leikarum, at teir eru í góðari venjing og geva alt. Hevur eina torføra uppgávu frammanfyri sær.  MÁLIÐ Yvirliva í deildini Samanlagda suðuroyarliðið er spildur nýtt, og tí má sigast, at tað týdningarmesta fyri liðið er at yvirliva í deildini. Bestu útlendingarnir hjá TB og FC Suðuroy eru falnir frá, og óvist er, hvussu nýggju útlendingarnir fara at klára seg. Venjarin hevur eiheldur roynt seg í føroyskum fótbólti áður. JÓN KROSSLÁ POULSEN HETTA ER RÆTTA LEIÐIN AT FARA Jón Krosslá Poulsen vann í fjør føroyameistaraheitið við Víkingi, men hevur avgjørt at fara aftur til Suðuroyar at spæla. Ikki við FC Suðuroy, sum framherjin hevur umboðað í fleiri ár, men til nýggja samanlagda suðuroyarliðið, sum í royndarárinum 2017 eitur TB/FC Suðuroy/ Royn. – Eg hevði fleiri aðrar møguleikar, men eg valdi Suðuroyarliðið, tí tað er ein spennandi avbjóðing. Eisini verði eg ein partur av venjaratoyminum, sigur Jón Krosslá Poulsen, ið leggur afturat: – Samanleggingin var tað, ið lokkaði meg mest. Hendan avbjóðingin er sera spennandi, og har eru nógv góð fólk rundanum, nú vit fara í holt við stóru avbjóðingina. TEIR TRÚGVA UPP Á TAÐ Hann er bersøgin og heldur, at samanleggingin ímillum TB, FC Suðuroy og Royn kemur nøkur ár ov seint. Men nú bestu mansliðini hjá feløgunum loksins eru løgd saman, gleða suðuroyingarnir seg til avbjóðingina. – Hetta er einasti møguleiki fyri at fylgja við hinum feløgunum, og eg haldi sjálvur, at samanleggingin kemur eini fimm ár ov seint. Men hetta er rætta leiðin at fara. Vit trúgva upp á tað, lagið er gott í umklæðingarrúminum og menn hugna sær saman, sigur stóri framherjin. PROFESSIONELLUR VENJARI Nýggjur venjari hjá suðuroyarliðnum er skotski Maurice Ross, sum krevur nógv av sínum leikarum. – Venjarin er sera professionellur. Hann krevur eisini líknandi professionalismu av okkum leikarum og hevur eina greiða spæliætlan, ið vit leikarar eru tilreiðar at hjálpa honum við at útinna. Maurice Ross er fyrrverandi skotskur landsliðsleiakri, men venjararoyndirnar hjá honum avmarka seg til lægri deildirnar í Noregi. Við sær úr Noregi hevur hann tikið málverjan Marius Berntzen, verjuleikaran Mats Walberg og framherjan Johan Gulliksen. MÁLIÐ ER AT YVIRLIVA Talan er um leikarar hjá serliga TB og FC Suðuroy, ið manna liðið. Nógvir av hesum hava ikki spælt saman áður, og tí kemur tað ikki óvart á, at málið hjá suðuroyarliðnum í ár er at yvirliva í Effodeildini. – Tað er alfa omega, at vit yvirliva í deildini. Vit hava nógvar ungar mans á liðnum og vilja ikki leggja ov stórt trýst á. Enda vit hægri enn nummar sjey-átta, so er tað bara eitt pluss, men vit eru nøgdir, um vit yvirliva í Effodeildini í ár, sigur Jón Krosslá Poulsen at enda. Tað er alfa omega, at vit yvirliva í deildini