mánadagur 6. mars 2017síða 58
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
FÓTBÓLTUR 2017
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
SKÁLA ÆTLAR AT
TAKA NÆSTA STIGIÐ
SKÁLA ÍTRÓTTARFELAG
Tað verður støðugt lagt aftrat besta liðnum
á Skála. Í fyrraárið varð uppflytingin í
bestu deildina tryggjað. Í fjør endaði liðið
á áttanda plássi. Tá ið talvan varð gjørd
upp eftir síðsta umfar, vóru tað átta
stig aftur til níggjunda plássið og harvið
niðurflytingina..
Næsta málið er at lyfta liðið longri upp
á støðutalvuni. Í fjør var bara eitt stig fram
til sjeynda plássið. Tá ið havt verður í huga,
hvørjar fyritreytirnar síggja út til at vera,
so eigur tað ikki at vera verluleikafjart at
miðja hægri.
Pauli Poulsen er fjórða árið á rað venjari
í barndómsfelagnum. Harvið eru royndirnar
og innlitið í møguleikarnar í liðnum og styrkir
og veikleikar hjá mótstøðuliðunum góð.
Í fjør neit tað dygt, tá ið lyklaspælarar
ikki vóru tøkir. Nú eru fleiri dygdargóðir
spælarar, og harvið er intensiteturin í
venjingunum betri og kappingin um plássini
millum teir fyrstu ellivu størri.
Andras Gango úr Ungarn, sum
fer undir sítt trettanda kappingarár í
Føroyum, er framvegis fyrsta valið millum
stólparnar. Higartil er hann skrásettur at
hava spælt 270 dystir í bestu deildini – í
landskappingini, steypakappingini og altjóða
dystir.
Nýggjur í miðverjuni er Valerian
Iobashvili, sum í Vági vísti seg at vera
stinnur miðverji. Superveteranurin Jónhard
Frederiksberg, ið er møguleiki á báðum
vongverjunum og eisini longri frammi
á vøllinum, tekur eitt tørn aftrat. Aðrir
verjuspælarar eru Leivur Joensen og André
Olsen, ið eru nýggir í felagnum, og so Ari
Olsen og Jákup Jakobsen og veteranurin
Arnhold Berg, sum í fjør var nógv
skaðadarvaður.
Tað er smeitur, at verjukendu
miðvallararnir Pauli G. Hansen og
Símun Petur Poulsen ikki longur eru
tøkir. Nýggjur møguleiki á framrættaða
miðvøllinum er Michal Przybylski, og
Andras Frederiksberg, sum í fjør var nógv
skaðadarvaður, er nýggjur møguleiki á
verjukenda miðvøllinum. Teir báðir kappast
við teir, ið bóru miðvøllin síðsta kappingarár
– Pætur Dam Jacobsen, Edvin Jakobsen,
Jákup Johansen, Ólavur Mikkelsen, Jan
Ingason Hansen og Jákup Joensen og Aksel
Jacobsen.
Stóra avbjóðingin í fjør var, at tað gekst
so illa at skjóta mál. Tað var bara B68, ið
skoraði færri mál enn Skála.
Skálamenn hava dyrgt eftir nýggjum
álopsspælara við tyngd og broddi í. Tølini
siga, at tað væl kann fara at vísa seg,
at teir hava havt hepni við tí átakinum.
Nýggjur álopsspælari á Skála er Mamuka
Toronjadze úr Georgia. Síðstu fýra árini
hevur hann spælt fótbólt í Føroyum. Í fjør
skoraði hann seytjan mál fyri FC Suðuroy í
næstbestu deildini.
Seytjan ára gamli Andreas Egeberg
Jacobsen hevur higartil spælt tríggjar
minuttir í bestu deildini. Nú er hann triði
møguleikin í Skála álopinum.
MEISTARI (0) Ongantíð
STEYPAVINNARI (0) Ongantíð
GREIPUVINNARI (0) Ongantíð
Í BESTU DEILDINI (9 ÁR) 2002-08, 2014, 2016-
Í EUROPA (2) 2005, 2006
SKÁLA ÍTRÓTTARFELAG STOVNAÐ 15. mai 1965 FORMAÐUR Kaysten Rasmussen
6
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Venjari Pauli Poulsen
Andras Gango, málv.
Steffan Gaard, málv.
Ari Olsen, verjul.
Leivur Joensen, verjul.
Jákup Jakobsen, verjul.
Valerian Iobashvili, verjul.
André Olsen, verjul.
Jónhard Fredriksberg, verjul.
Arnhold Berg, verjul.
Aksel Jacobsen, miðv.
Andras Fredriksberg, miðv.
Ólavur Mikkelsen, miðv.
Edvin Jakobsen, miðv.
Pætur Dam Jacobsen, miðv.
Michal Przybylski, miðv.
Jákup Johansen, miðv.
Jan Ingason Hansen, miðv.
Jákup Joensen, miðv.
Brian Jacobsen, álop
Mamuka Toronjadze, álop
Andreas Egeb. Jacobsen, álop
Frágongd: Fritleif í Lambanum (ÍF), Rógvi Egilstoft Nielsen (EB/
Streymur), Símun Petur Poulsen (Fluttur av landinum), Álvur
Christiansen (Fluttu av landinum), Rasmus Anderson (Fluttur av
landinum), Pauli G. Hansen (Givin)
Tilgongd: Mamuka Torondjadze (FC Suðuroy), Valerian Iobashvili
(FC Suðuroy), Michal Przybylski (B68), Andras Fredriksberg (NSÍ),
André Olsen (NSÍ), Leivur Joensen (ÍF)
Eftir væl eydnaðu royndina í fjør eru vánir fyri, at
Skála kann lyfta seg longri frá niðurflytinarstrikuni,
sum skálamenn í fjør endaðu dygst omanfyri