Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 60

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 FÓTBÓLTUR 2017 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Pætur Dam Jacobsen og liðfelagarnir yvirlivdu væl og virðiliga í Effodeildini í fjør. Í ár skulu fleiri mál skjótast, og eisini vóna skálamenn at vinna fleiri stig Í fjør gekk gekk væl í hond, tá ið skálamenn royndu seg sum uppflytarar í fremstu deildini. Á stigakontuna komu 26 stig, og hetta var væl og virðiliga nóg mikið til at yvirliva í Effodeildini. – Samanumtikið vóru vit væl nøgdir við kappingarárið í fjør, har málsetningurin hjá okkum varð náddur. Vit løgdu okkum eftir at sleppa undan at vera í veruligum niðurflytingarvanda, og tað megnaðu vit eisini. Vit løgdu altíð góð avrik eftir okkum, og óansæð hvussu gekst, so var tað sera sjáldan, at vit kollapsaðu sum lið, sigur Pætur Dam Jacobsen, sum er ein av royndu leikarunum á liðnum. – Tó vóru vit ikki nøgdir við ringu gongdina eftir summarfrítíðina, leggur hann afturat. Ringa gongdin gjørdi um seg frá 16.-22. umfar, har skálamenn fóru av vøllinum heili sjey ferðir á rað uttan at skora mál. Við bert 25 málum í 27 dystum í farna kappingarári skoraði Skála næstfægst mál av øllum liðum í Effodeildini, og hetta ætla skálamenn at betra. – Tað verður í øllum førum trupult at skora færri mál, enn vit gjørdu í fjør, sigur Pætur Dam Jacobsen skemtiliga. MISTI IKKI EIN MINUTT Pætur Dam Jacobsen hevur spælt í fleiri ár í Effodeildini við bæði EB/Streymi og Skála, og er hann ein royndur harri í føroyskum fótbólti. Kropsliga er hann væl fyri, og í fjør var hann saman við málverjanum, Andras Gango, einasti leikari hjá Skála, sum fekk fulla leiktíð í øllum 27 landskappingardystum. – Eg slapp undan skaðum í fjør, og tað fegnist eg um. Eg haldi, at mín orka eins og áður er hampiliga góð. Í fjør var eisini fyrsta árið nakrantíð, at eg spældi við í øllum dystum, hóast eg eri blivin 34 ára gamal, sigur miðvallarin, ið eisini kann spæla í miðverjuni. SKULU HAVA FLEIRI STIG Fitt av útskifting hevur verið í hópinum hjá Skála. Seks leikarar eru farnir, meðan seks nýggir eru komnir inn. Hvønn týdning stóra útskiftingin fer at hava er óvist. – Teir nýggju leikararnir mugu fáa pláss og tíð at vísa seg fram. Teir leikarar, ið vit hava mist, vóru okkum góðir og gjørdu sítt. Týpurnar av leikarunum, sum vit hava fingið, eru tó av sama slagi, og vit vóna í øllum førum, at okkara nýggju menn fara at gera mun, sigur Pætur Dam Jacobsen. Minstamálið hjá Skála í kappingarárinum 2017 er at varðveita sætið í Effodeildini, men miðað verður eftir at vinna meira enn tey 26 stigini, ið komu á stigakontuna í fjør. – Tað týdningarmesta fyri okkum er at yvirliva í deildini – vit skulu ikki gloyma, at ofta verður sagt, at næsta árið sum uppflytari ofta er truplari enn tað fyrsta. Vit hava tó sett okkum eitt mál um, at vit skulu vinna fleiri stig enn í fjør. So mugu vit síggja, um vit eisini koma hægri upp á stigatalvuni, vóru seinastu orðini frá Pæturi Dam Jacobsen. FLEIRI STIG SKULU Á KONTUNA  LYKLASPÆLARIN Edvin Jacobsen Skála er eitt av lið­ unum, sum kanska ikki hevur ein ávísan lyklaleikara, men Edvin Jacobsen er ein av teimum betru. Skilagóður og bólttryggur mið­vall­ ari, sum hevði eitt gott kappingarár í fjør og gjørdist deildur toppskjútti við fýra málum.  GJØGNUMBROTIÐ Michal Przybilski 19 ára gamli póllendingurin, sum er uppvaksin í Føroyum, er nýggjur í felagnum. Er kvikur og hevur góðan bóltførleika. Var ímillum teir føstu hjá B68 í fjør og skoraði trý mál. Í ár er møguligt, at meira er í væntu frá unga manninum.  VENJARIN Pauli Poulsen Hevur verið venjari hjá Skála í skjótt trý ár nú og hevur góð úrslit at vísa á. Í 2015 vunnu skálamenn lættliga 1. deild við Paula Poulsen við róðrið, og í fjør rakk 43 ára gamli venjarin eisini málinum. Ein maður, sum kennir bæði felagið og leikararnar væl.  MÁLIÐ Sleppa undan niðurflytingarstríði Liðið sær spennandi út, meðan onnur tykjast viknað. Tó er liðið eiheldur so gott, at tað ikki kann koma í niðurflytingarvanda. At sleppa sær undan niðurflyting er góðtikið fyri Skála, men tað ber til at røkka plássi í tryggari legu miðskeiðis í deildini. PÆTUR DAM JACOBSEN Tað verður í øllum førum trupult at skora færri mál, enn vit gjørdu í fjør