Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 62

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 FÓTBÓLTUR 2017 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 8 V I T T I P P A SUNDALAGIÐ AFTUR Á KORTIÐ EB/STREYMUR Gamal kenningur er við róðrið, og felagsliðið eigur tveir heimavallir, nú dagsskráin er at varðveita plássið í fremstu røðini Eftir stuttan steðg í næstbestu deildini er EB/Streymur aftur í fremstu røð, og harvið verður tað aftur sunnudagsfótbóltur í Sundalagnum. Um allir heimadystirnir verða spældir í Streymnesi er ikki víst. Eiðis kommuna hevur gjørt nýggjan vøll niðri á Hólmanum. Vøllurin lýkur øll krøv, sum eru til vallir, har dystir í fremstu røð verða spældir. Felagshús við umklæðingarrúmum og tí, sum annars skal til, er um at vera liðugt. Setningurin at fáa karmarnar kring vøllin at lúka krøvini eru um at vera roknir. Eitt nú eru ljósviðurskiftini í lagi. Frá 2001 og fram til 2015 var EB/ Streymur partur av bestu deildini. Fyrstu árini snúði tað seg um at halda tørn um plássið í fremstu røð, so vóru tað gyltu árini, tá ið felagsliðið í tíðarskeiðnum frá 2006 og fram til 2012 vann heiðursmerkir á hvørjum ári og gull bæði í 2008 og 2012, umframt at løgmanssteypið endaði við Margáir í 2010 og 2011. So gekk ikki heilt so væl, og í 2015 fór luftin heilt úr, tá ið liðið endaði aftast og flutti niður. Heðin Askham var venjari frá 2009 og fram til 2012, tá ið hann, eftir at hava vunnið FM, bað Sundalagnum farvæl. Nú er Heðin Askham aftur í EB/Streymi. Leiðslan er nýggj í felagnum, og flestu teirra, sum vóru stuðulsspælarar gyltu árini, spæla ikki longur. Arnbjørn Hansen er aftur í barndómsfelagnum, og so eru tað Leif Niclasen, Arnar Dam og Brian Olsen. Við mest sum bara lokalum spælarum er málið at skava so mikið av stigum saman, at tað skal eydnast at halda tørn um plássið í fremstu røð. Høvuðstreytin fyri at tað skal eydnast er, at spælararnir eru svangir, vísa góðan hugburð og leggja nógv fyri. Hugburðurin hjá venjaranum er, at liðið skal leypa so nógv á, sum tað verður møguleiki fyri. Samstundis verður ásannað, at sannlíkið er stórt fyri, at tað ofta verður soleiðis, at uppflytararnir fara at verða pressaðir langt aftur á vøllin. Trygvi Askham og Símun Jóhan Wolles eru málverjar. Í verjuni eru nógvir, ið vóru við til at flyta niður í fyrra árið og vóru við, tá ið liðið í fjør vann næstbestu deildina. Hesir eru Árni G. Olsen, Poul G. Olsen, Andras Olsen, Ári Kruse, Ragnar B. Danielsen, superveteranurin Sjúrður Jacobsen, Rógvi E. Nielsen, Jóhannes Hansen, Petur Zachariasen og Áki Kruse. Á miðvøllinum er saknur í Marna Djurhuus, sum hevur sett skógvarnar á hillina. Har eru umframt Brian Olsen og Arnar Dam Róði H. Olsen, Ólavur Ejdesgaard og Tóki Johannesen saman við Dan í Soylu og Tóki á Lofti, sum eru nýggir í felagnum. Í álopinum eru veteranarnir Arnbjørn Hansen, sum í fjør var nógv skaðadarvaður, Leif Niclasen, sum í fjør var besti málskjútti í næstbestu deildini og 17 ára gamli Niklas T. Kruse, sum ikki áður hevur spælt í bestu deildini. MEISTARI (2) 2008, 2012 STEYPAVINNARI (4) 2007, 2008, 2010, 2011 GREIPUVINNARI (1) 2008 Í BESTU DEILDINI (16 ÁR) 1994, 2001- Í EUROPA (7) 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012, 2013 EB/STREYMUR STOVNAÐ 13. februar 2011 FORMAÐUR Brian Hansen 10 V I T T I P P A HÓPURIN Venjari Heðin Askham 3 Árni Grunnveit Olsen 5 Poul Grunnveit Olsen 7 Ári Kruse 8 Rói Heðinsson Olsen 9 Tóki H Johannesen 10 Niklas T. Kruse 14 Rógvi Egilstoft Nielsen 23 Leif Niclasen 18 Brian Olsen 19 Arnar Dam 20 Jóhannes Hansen 26 Andras Olsen 22 Arnbjørn Hansen 39 Sjúrður Jacobsen 11 Tóki á Lofti 13 Ragnar B Danielsen 4 Petur Zachariasen 17 Símun Jóhan Wolles Dan í Soylu Trygvi Askham Rói Zachariasen Tilgongd: Trygvi Askham (B36), Tóki á Lofti (07 Vestur), Dan í Soylu (AB), Rógvi Egilstoft Nielsen aftur frá leigu (Skála) Frágongd: Jákup Andrias Hansen (Givin), Marni Djurhuus (Givin)