mánadagur 6. mars 2017síða 64
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
FÓTBÓLTUR 2017
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
EB/Streyma liðskiparin, Rógvi Egilstoft Nielsen, sum í
ár fer undir sítt fimta kappingarár í felagnum, sigur, at
EB/Streymur í ár er betur brynjað til at spæla í Effo-
deildini, enn felagið var seinast tá teir vóru uppi.
Vágamaðurin, Rógvi Egilstoft Nielsen,
fer í ár undir sítt fimta kappingarár í EB/
Streymi. Hann skifti til felagið í 2013, tá EB/
Streymur júst var blivið føroyameistari fyri
aðru ferð í søgu felagsins. Rógvi Egilstoft
Nielsen greiðir frá, at stórar broytingar
eru hendar í felagnum, síðani hann gjørdist
partur av EB/Streymi í 2013.
– Tað er eingin loyna at síðstu árini
eru stórar broytingar hendar í felagnum.
Felagið kappast ikki longur á sama hátt í
toppinum, sum tað gjørdi tá. Men sjálvt um
besta lið felagsins ikki hevur havt so góð
úrslit síðstu árini, hevur tað gingið væl á
nógvum øðrum økjum. Felagið tykist í dag
betur skipað, umframt at ungdómsarbeiðið
er vorðið nógv betur.
UMHUGSAÐI AT SKIFTA
Hóast barndómsfelagið hjá Rógva Egilstoft
Nielsen, 07 Vestur, í ár aftur er partur
av bestu deildini, hevur Rógvi Egilstoft
Nielsen valt at halda fram í EB/Streymi.
Høvuðsorsøkin er, at hann stórtrívist í
Sundalagnum.
– Hetta er mítt fimta ár við EB/Streymi,
og eg havi havt tað ótrúliga gott norðuri í
Sundalagnum hesi árini. Tá vit fluttu niður í
2015, ivaðist eg leingi í, um eg skuldi skifta
felag ella ikki. Men eftir at hava hugsað
meg væl um, avgjørdi eg, eins og nógvir
aðrir í felagnum, at taka tvey ár afturat við
EB/Streymi.
MEIRA KAPPINGARFØRIR
ENN SEINAST
Tá EB/Streymur seinast var partur av
Effo-deildini, var útskiftingin stór í hópinum
hjá sundalagsmonnum. Felagið misti
tá nógvar profilar, og nógvir ungir og
óroyndir leikarar fingu møguleikan. Rógvi
Egilstoft Nielsen heldur, at hópurin til hetta
kappingarárið er betur brynjaður enn tá til
at spæla Effo-fótbólt.
– Tað er eingin ivi um, at vit eru meira
kappingarførir til at spæla í Effo-deildini í ár.
Í 2015 misti felagið nógvar av profilunum,
og tí var hópurin tá rættuliga ungur og
óroyndur. Í ár er hópurin vorðin tvey ár
eldri, umframt at vit hava fingið leikarar inn
í hópin, ið styrkja væl um.
KUNNU TAKA ØLL LIÐ Á BÓLI
At enda sigur Rógvi Egilstoft Nielsen, sum
í fjør gjørdist liðskipari hjá EB/Streymi, at
hann er bjartskygdur um kappingarárið hjá
EB/Streymi, har hann væntar at teir vera
torførir at spæla ímóti.
– Sum so nógv onnur, vænti eg at
kappingin verður býtt sundur í tveir bólkar,
har vit koma at stríðast í niðaru hálvu. Men
vit koma at vera sera truplir at spæla ímóti.
Hóast vit nógvar dystir koma at vera nógv
trýstir, koma vit altíð at hava stóra styrki
í kontraspælinum, og tí kunnu vit taka eitt
og hvørt lið á bóli í Effo-deildini, sigur EB/
Streyma liðskiparin, Rógvi Egilstoft Nielsen,
at enda.
STÓRTRÍVIST
Í SUNDALAGNUM
LYKLASPÆLARIN
Arnbjørn Hansen
Arnbjørn Hansen
spælir í ár aftur við EB/
Streymi, eftir nøkur ár í
HB. Tað er eingin ivi um,
at hann eisini er stóra
stjørnan á liðnum,
og rakar hann eitt av
sínum góðu árum, kann
hann vera lykilin í, at
EB/Streymur kemur at
yvirliva í Effo-deildini.
GJØGNUMBROTIÐ
Dan í Soylu
Nýggi leikarin á EB/Streyma liðnum, Dan í
Soylu, fekk í fyrru hálvu í fjør partvíst sítt
gjøgnumbrot í Effo-deildini. Í seinnu hálvu
gekk tó ikki líka væl. Í ár verður nógv væntað
av unga leikaranum í Sundalagnum.
VENJARIN
Heðin Askham
Seinast Heðin Askham var venjari í EB/Streymi,
vann felagið FM-heitið. Nú er støðan ein onnur, og
uppgávan er øðrvísi sum venjari. Heðin Askham
hevur ikki áður roynt at vant eitt botnlið, og tí er
talan um eina spennandi uppgávu hjá venjaranum.
MÁLIÐ
At yvirliva
Sum uppflytari, er eingin ivi um, at málið
hjá EB/Streymi í ár fyrst og fremst er at
yvirliva. Felagið byggir á sama bulin, ið
spældi liðið upp í fjør, umframt at nakað av
styrki er komin afturat. Megnar EB/Streymur
at yvirliva, er málsetningurin náddur.
RÓGVI EGILSTOFT NIELSEN
Hetta er mítt fimta ár við
EB/Streymi, og eg havi havt
tað ótrúliga gott her