Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 66

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 FÓTBÓLTUR 2017 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM VÁGAMENN ROYNA AFTUR 07 VESTUR Tað hevur gingist striltið hjá vágamonnum at vinna fast pláss í fremstu røð. Í síni tíð kom tað meiri enn so fyri, at SÍF og MB vóru í bestu deildini og vendu. Tey munnu vera heilt fá eftir, sum minnast, tá ið sørvingar vóru millum teir bestu, men SÍ er einasta felag í Vágum, sum hevur vunnið FM. Tað var so langt afturi sum í 1947 ella fyri sjeyti árum síðani. Nú er vesturliðið – við manning úr Vágum og eisini bygdunum hinumegin Vestmannasund – aftur í fremstu røð, og hugburðurin sigst vera góður. Higartil hevur liðið ongantíð megnað at verið meiri enn eitt ár í senn í fremstu røð. Felagið sá dagsins ljós í 2007. Fyrsta árið í bestu deildini var í 2009. Steðgurin var bara eitt ár, og tað var hann eisini í 2011 og 2013. Eftir steðg í næstbestu deildini í trý ár ætla vágamenn at bíta seg fastar í fremstu røð. Nýggjur venjari er royndi Trygvi Mortensen. Aftrat sær hevur hann Albert Ellefsen, sum eisini telist millum royndastu venjararnar. Tveir spælarar eru komnir úr Svøríki, sum tað verður vónað fara at verða stuðulsspælarar. Annar er álopsspælarin Ken Fagerberg, og hin er verjuspælarin Petter Björlund. Fyri heimafólkið hevur tað ikki minni týdning, at superveteranurin Tór- Ingar Akselsen er aftur í Vágum og tekur eitt tørn aftrat. Saman við Ken Fagerberg er toppskjúttin í fjør Søren B. Nielsen ein av møguleikunum í álopinum. Aðrir spælarar, sum eru boð upp á fremstu plássini, eru Hørður H. Johansen, Uni F. Nielsen og Rói Hansen. Saman við 40 ára gamla Ivan Stojkovic er Silas Eyðsteinsson við í kappingini um plássið millum stólparnar. Í verjuni eiga Torstein Mýlingstind, Gunleif Magnusarson, Jákup S. Olsen og Emil Mikkelsen royndirnar, um enn tær av eyðsýndum orsøkum ikki eru so nógvar í fremstu røð. Her verður tað ivaleyst avgerandi, hvussu svenski verjuspælarin fer at roynast. Aðrir, sum eru við í kappingini um pláss í aftastu ketuni, eru Petur G. Dalbø, Jóannis á Steig, Høgni Egilstoft Nielsen, Fríði S. Joensen, Niels Mouritsen og Hørður Egilsson. Á miðvøllinum eru Holgar Durhuus, Sigtór A. Petersen, Martin Tausen, Jákup S. Olsen, Sølvi Egilsson, Janus Samuelsen, Hanus Nielsen, Dann Fróðason og Teitur Olsen. Undanfarnu ferðirnar hava royndirnar í fremstu røð verið eyðkendar av, at tað hava verið nógvir útlendingar á liðnum. Nú hava teir har vesturi væl skipaða ungdómsdeild. Felagið luttekur í øllum deildunum, og veteranurin Jens Erik Rasmussen er høvuðsvenjari. Tey eru spent í Vágum, og tað kveikti undir vónirnar, tá ið tað í kappingini hjá venjarafelagnum síðst í januar eydnaðist 07 Vestur at spæla seg í finaluna. MEISTARI (3) 1984, 1985, 1992 STEYPAVINNARI (0) Ongantíð GREIPUVINNARI (0) Ongantíð Í BESTU DEILDINI (31 ÁR) 1981-2004, 2006, 2008-2012, 2014, 2016- Í EUROPA (4) 1993, 1996, 2001, 2002 07 VESTUR STOVNAÐ 6. NOVEMBUR 2007 FORMAÐUR Jim Sonni Guttesen 8 V I T T I P P A HÓPURIN Venjari Trygvi Mortensen 1 Ivan Stojkovic 2 Høgni E. Nielsen 3 Niels Mouritsen 4 Torstein Mýlingstind 5 Petter Bjørlund 6 Gunleif Olsen 7 Søren Nielsen 8 Martin Tausen 9 Janus Samuelsen 10 Jákup S. Olsen 11 Ken Fagerberg 12 Silas Eyðsteinsson 13 Dann Fróðason 14 Rói Hansen 15 Asbjørn Joensen 17 Sigtór A. Petersen 18 Petur G. Dalbø 19 Holgar Durhuus 23 Jóannis á Steig 24 Sølvi Egilsson 25 Tór Ingar Akselsen 26 Teitur Olsen 27 Uni F. Nielsen 28 Fríði Sandberg Joensen 29 Ásmund Hansen 30 Hørður Egilsson 31 Hørður Johansen Tilgongd: Ken Fagerberg (Ljungskile SK), Petter Bjørlund (Ljungskile SK) Tór-Ingar Akselsen (byrjaður aftur) Frágongd: Tóki á Lofti (EB/Streymur) Trygvi Mortensen er oddamaður, nú 07 Vestur fer at gera enn eina roynd at standa seg í bestu deildini, har liðið síðst var í 2013