Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-06, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2017síða 68

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 FÓTBÓLTUR 2017 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM  LYKLASPÆLARIN Søren Nielsen Danski málrevurin hevði alstóran týdning fyri uppflytingina hjá 07 Vestur. Hann skeyt ikki færri enn 26 mál í 20 dystum, og máltevi hansara fær 07 Vestur brúk fyri undir liðini á nýtilkomna Ken Fagerberg. .  GJØGNUMBROTIÐ Jóannis á Steig 19 ára gamli bakkurin fekk av álvara sítt gjøgnumbrot í barndómsfelagnum í fjør, har hann spældi við í 25 av 27 dystum í 1. deild. Vinstrabeintir spælarar sum hann hanga ikki á trøðunum, og nú skal fetið til Effodeildina takast.  VENJARI Trygvi Mortensen Hann hevur royndir av hægsta stigi og burdi verið ein fongur hjá uppflytarunum. Fer skipanin at rigga og verjuparturin at hanga saman, so er latið upp fyri álopsfótbóltinum, ið er vørumerkið hjá Trygva sum venjara.  MÁLIÐ At yvirliva Hóast 07 Vestur hevur keypt skilagott inn til nýggjastu vitjanina í Effodeildina, og hóast fleiri spáa liðið at vera eitt, sum væl kann yvirraska, so má málið í fyrstu atløgu vera at yvirliva í deildini. KEN FAGERBERG Vit skulu nokk klára okkum. Eg føli og vænti, at vit kunnu yvirraska Einaferð kostaði hann 10 milliónir krónur, men setningurin hjá nýggja 07 Vestur-áleyparanum, Ken Fagerberg, er í løtuni at fóta sær aftur á fótbóltsleiðini og hjálpa felagnum, sum hann er fullvísur í kann arga tey flestu í Effodeildini. STÓRTALENT Hann byrjaði fótbóltsleiðina í felagnum Lindholmens BK, men tá ið hann var 12 ára gamal, vóru evnini hjá Ken Fagerberg somikið eyðsýnd, at tað væl størri felagið, Örgryte IS, lá framvið og fekk hann at skifta til teirra. Sum 17 ára gamal slapp Ken upp í part á besta liðnum, og sum 18 ára gamal hevði hann longu skotið 12 mál í 24 dystum fyri liðið í Superrettan, næstbestu svensku deildini. Harumframt var hann eisini partur av svenska U21-landsliðnum, har hann kappaðist um pláss í álopinum við eitt nú Ola Toivonen. Fiorentina og FC Midtjylland kappaðust um at fáa fatur á Ken, og tað endaði við, at danska felagið fór avstað við honum. Hóast FC Midtjylland ikki vildi upplýsa keypsprísin, so skrivaðu danskir miðlar, at hann lá um 10 milliónir krónur. Í FC Midtjylland hevði Ken liðfelagar sum Simon Kjær, sum í dag spælir við Fenerbahce, og Winston Reid, sum í dag spælir við West Ham. TIL FØROYA Ken Fagerberg spældi fýra ár í FC Midtjylland, har hann skeyt seks mál í 45 dystum. Hann bleiv ikki tann málslúkurin, ið fólk høvdu væntað, so hann varð útleigaður aftur til Örgryte IS og eisini Viborg FF. Seinni hevur hann eisini umboðað AC Horsens, Vendsyssel FF og seinast Assyriska FF, men nú skuldi okkurt heilt nýtt henda. Valið fall á føroyskan fótbólt og 07 Vestur. – Kenan Hajdarevic (fyrrv. KÍ-leikari, red.) fortaldi mær, at umboðsmaður hansara hevði samband við føroyskan fótbólt, og at hetta var eitt gott stað at fáa gongd í fótbóltsleiðina aftur. Eg helt, at hetta ljóðaði sera áhugavert, so eg valdi at taka av, sigur Ken, sum hevur donsku damuna og teirra átta mánaðar gamla son við til Føroya. – Eg hevði eisini aðrar møguleikar, men hetta føldist sum tað rætta. Ikki bara fótbóltsliga, men hetta virkar eisini sum eitt gott stað at byrja eina familju, heldur Ken. YVIRRASKA 28 ára gamli Ken Fagerberg hevur gjørt tvey ára sáttmála við 07 Vestur, og í løtuni er eingin dreymur um at sleppa uttanlands at spæla aftur. – Fótbóltur er trupul at spáa um, og soleiðis sum eg eri sum persónur, so livi eg her og nú. Eg hyggi ikki so langt fram, og í løtuni hugsi eg bara um at tað skal gangast 07 Vestur væl, sigur svenski framherjin, sum kennir seg ógvuliga vælkomnan í Føroyum. – Tað hevur verið ein góð byrjan hjá mær. Her er áhugavert at vera, og fólk eru ótrúliga fitt. Eisini í felagnum, har nógv verður gjørt burturúr at tingini eru sum tey skulu vera. Tað snýr seg um at fáa tingini at rigga, og at fáa góð úrslit er fremsta raðfestingin, sigur hann. – Vit skulu nokk klára okkum. Eg føli og vænti, at vit kunnu yvirraska fleiri av liðunum. Vit hava nakrar góðar persónligheitir á liðnum, sum eru tilreiðar at gera tað, sum skal til, sigur Fagerberg. SKAL HJÁLPA UPPFLYTARUNUM