Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mars 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. mars 2017 · Nr. 29 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað kann tykjast ikki sørt marg­hátt­ ligt, at tað skal hava verið neyð­ugt í fleiri enn hundrað ár at há­tíð­ar­halda ein kvinnu­dag. Tí hví skulu vit hava eina dag, har vit seta fok­us á, hvussu skeivt býtið er í sam­fel­ag­num, tá tað um kynini ræður? Tá má vælsaktans vera tí, at vit sum sam­felag viðurkenna, at kvinn­ ur hava ikki somu atgongd mill­um annað til vald í samfelagnu, sum menn. Tað má vera tí, at vit sum sam­ fel­ag viðurkenna, at menn hava rætt­ indi fram um kvinnur. Øll eru samd um, at hetta skal broyt­ast. Og nógv er broytt gamaní. Við nýggja landsstýrinum frá 2015 fingu vit fyri fyrstu ferð fulla javn­støðu í lands­stýr­inum. Og vit skulu ikki longur, enn 9 ár aftur í tíð­ i­ni, tá Javnaðarflokkurin skipaði eitt landsstýrið við átta monnum. Skulu kvinnur hava vald, so skulu menn missa vald – og júst tað er kanska nóg mikið til at eyðmerkja trupulleikan, at tað er so trupult hjá kvinnum at fáa vald. Men hóast samgonguflokkarnir hava valt javn­støðu í landsins stýri, so hava velj­ar­ar­nir ikki gjørt tað. Tí velj­ar­in valdi bara 10 kvinnur á ting á sein­asta løgtingsvali. Hóast tað eru 99 ár síðani, at kvinnur fyrstu ferð sluppu at velja til løg­tingið – og stilla upp til løg­tingi, so skuldi tað taka 60 ár til fyrsta kvinnan varð vald á ting. Tað var á løgtingsvallinum í 1978, tá Jona Henriksen úr Javn­að­ar­flokk­ i­num og Karin Kjølbro úr Tjóð­veld­ is­flokkinum vórðu valdar á ting. Tá hevði Jona Henriksen tó havt sæti á tingi skeiðið framm­an­und­an sum varafólk – og hon er so­statt fyrsta kvinna við føstum sæti á tingi. Men síðani tær báðar vórðu vald­ar á ting hava vit bara valt til­sam­ans 23 aðrar kvinn­ur í Løgtingið. Tað merk­ir, at um vit tóku allar kvinnur til­sam­ ans, sum eru valdar á ting – og tær eru valdur frá 1978 til 2015 – so kláraðu tær ikki at manna eitt løgting. Í dag verður hildið nátúrligt at siga, at tú ert fyri, at kvinnur hava sama rætt sum menn – eisini til dømis at verða valdar á ting. Men soleiðis hevur ikki altíð ver­ið. Tey sum til dømis stríddust fyri at fáa javnstøðulógina samtykta vórðu løgd undir bæði eitt og annað, tí tað var bæði illavorðið og ógudiligt soleiðis at trýsta kvinnur fram í samfelagnum, og ofta ímóti teirra egna vilja. Tey meira raffineraðu, sum eru og vóru ímóti tvungnari javnstøðu plagdu at siga, at vit skulu finna bestu tallentini og ikki hyggja eftir kyninum. Og bestu tallentini høvdu sum oftast menn, varð hildið. Her er eisini vend komin í, síðani javnstøðulógin varð samtykt fyri 23 árum síðani. Tí er kjakið um, hvørt vit skulu hava javnstøðuóg ella ikki, tagnað. Nú tosa vit heldur um sjálv­an trupulleikan. Tilsamans hava føroyingar ikki valt ein tingsal av kvinnum hava bara valt 25 kvinnur fingu væl av konga­ fiski síða 14 Koyst­ ískoyit ikki spill heilsusíða Síða 11 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Nevndin í Mentannargrunni Lands­ins fekk óvanliga nógv­ ar um­sóknir til starvslønir í ár, 146 í tali. Umframt fjølbroytt list­ar­ ligt og mentanarligt ar­beiði, (bæði fyri leik og lærd), hev­ ur nevnd­in lagt høv­uðs­dent­ in á dygd, sigur nevndin í fráboðan. Nevndin hevur raðfest allar um­sókn­ir­nar soleiðis, at fleiri lista­fólk fáa ar­beiðs­ náð­ir við starvs­løn í hálv ella heil ár. Nevndin hev­ur í ár gjørt av at lata (longu) starvs­ lønirnar soleiðis: – Teitur Lassen, tónleikari, 1 ár. – Sissal Kampmann, rit­høv­ und­ur, 1 ár. – Silja Strøm, myndlist, 1 ár. – Guðrið Poulsen, leirlist, 6 mán­aðir. – Jens L. Thomsen, tónaskald, 6 mánaðir. – Randi Samsonsen, tekstillist, 6 mánaðir. – Bárður Oskarsson, myndarithøvundur, 6 mánaðir. Umframt eru starvslønir í styttri tíðarskeið latnar 27 um­søkj­ar­um, tilsamans 125 mán­að­ar­lønir eru latnar fyri góðar 3,3 milliónir krónur. Íverksetanarstudningur varð latin 4 umsøkjarum – kr. 300.000 tilsamans. Umsøkjararnir vóru 9 í tali. – Dansieksperimentið – Birita Adela Davidsen – Hans Marius Weihe Ziska – Edvard Nyholm Debess Tilsamans vóru 146 um­sókn­ ir, og søkt varð um starvsløn fyri 35.6 milliónir krónur. Ment­an­argr­unn­ur Landsins . Hesi fingu starvsløn í 2017: Silja Strøm 12 Sissal Kampmann 12 Teitur Lasse 12 Bárður Oskarsson 6 Guðrið Poulsen 6 Jens L. Thomsen 6 Randi Samsonsen 6 Bernd Kretsmer 3 Búi Egason 3 Eyðgunn Hansen 3 Greta Svabo Bech 3 Hanus G. Johansen 3 Hugin Eide 3 Oddfríður M. Rasmussen 3 Rakel Helmsdal 3 Tróndur Bogason Hansen 3 Trygvi Danielsen 3 Unn Paturson 3 Andras Sólstein 2 Andreas T. Restorff 2 Andrias Høgenni 2 Anton Petersen 2 Durita Dahl Andreasen 2 Flóvin Viderø 2 Gunnvá Zachariassen 2 Knút Háberg Eysturstein 2 Lea Kampmann 2 Mariann Hansen 2 Paulina M.K. Eliasen 2 Ria Tórgarð 2 Sakaris Stórá 2 Súsanna Tórgarð 2 Torleik Mortensen 2 Tummas Jákup Thomsen 2 34 fingu 3,3 milliónir í starvsløn Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Teitur Lassen, Sissal Kampmann og Silja Strøm fáa hægstu starvs­ lønir hesaferð, sum eru 1 ár. Starvslønin er 26.661 krónur um mánaðin Av teimum 25.700 fólkunum, ið vóru arbeiðsvirkin sam- bært fólka teljingini frá 11.11. 2011, vóru tað 6.500 kvinnur og 2.300 menn, ið arbeiddu nið- ur setta tíð, t.v.s. færri enn 35 tímar um vikuna. Av hes um kvinnum vóru tað um 1.550, ið arbeiddu færri enn 15 tímar um vikuna, og av monnunum um 890. Lutfalsliga arbeiddu 55,2% av kvinn unum og 16,6% av monnunum niðursetta tíð. Arbeiðsvikutímatalið broyt ist nógv eftir aldri á fólki. Av teimum yngstu 15-19 ára gomlu eru nógv flest, ið ar- beiða færri enn 15 tímar, men longu frá 20-24 ára aldri ar- beiða nógv flest fulla tíð. Tal- ið av teimum, ið arbeiða fulla tíð, veksur heilt upp til 50 ára aldur, og minkar so aftur líðandi, men enn í ald urs bólkinum 6 5 - 6 9 ár eru flest, i ð arbeiða fulla tíð. Tal ið av teimum, ið arbeiða 16-34 tím- ar, er minst hjá teim yngstu og so javnstórt í aldr i num frá 30 til 64 ár, og mink ar so aftur hjá teim elstu. Í fólkateljingini vórðu fólk ikki bara spurd, hvussu nógv- ar tímar tey arbeiddu um vik- una, men eisini um tíma talið var passaligt, ella tey kundu ynskt sær at ar beitt fleiri ella færri tímar. Bæði hjá kvinnum og monn um søgdu nógv tey flestu, 70-80%, at tímatalið var pass a ligt. Men um tey kundu ynskt sær fleiri ella færri tímar, velst sjálvsagt um, hvussu nógv tey arbeiða. Av teim um umleið 6.500 kvinn u num, sum arbeiða nið ur setta tíð, vóru 1.333, ið ynsktu fleiri tímar, meðan tað vóru 671 av teim 2.325 monn- u num við niðursettari tíð, ið ynsktu fleiri tímar. Av teim 5.258 kvinnunum, ið ar beiða fulla tíð (tvs. 35 tím- ar ella fleiri), vóru tað 1.414, ið ynsktu færri tímar, með an av teimum 11.641 monn u num, ið arbeiða fulla tíð, vóru tað eisini nógvir, 1.885, ið ynsktu at arbeiða færri tím ar um vikuna. Niðursetta tíð: 6.500 kvinnur 2.300 menn Í 2004 valdi Jóannes Eidesgaard seinasta (helst) mannfólka-landsstýri í søguni