týsdagur 7. mars 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. mars 2017 · Nr. 29
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Javnstøða í landsstýrinum
men langt á mál í tinginum
Landsstýrið við javnstøðu millum kynini hevur broytt politikkin, heldur tingkvinna
Árni Gregersen
Politiska skipanin í Føroyum
manglar enn rættuliga langt
eftir at koma á mál, tá ið tað
snýr seg um javnstøðu mill
um kvinnur og menn.
Samgongan hevur tó gjørt
eina roynd og hevur skipað
landsstýrið við eins nógvum
kvinnum, sum monnum. Fýra
av terimum átta, sum manna
landsstýrið eru kvinnur.
Verri er støðan, tá ið tað
eru vit, sum veljarar, sum
seta tjóðating okkara saman.
33 fólk manna Løgtingið
og av teimum eru bert 10
kvinnur. Hóast tað, so eru
fleiri kvinnur í tinginum nú
enn nakrantíð fyrr.
Spurningurin er so um
tað ger nakran mun í til
gongdini til mál í politisku
skipanini, at javnstøða er
millum bæði kynini – ella um
talan er um eina prosess,
sum tekur langa tíð áðrenn
nakar munur sæst.
Kanningar vísa, at tað er
torført hjá kvinnum at sleppa
framat og at tær mangan
mugu vera munandi betur
fyri enn menn, fyri at sleppa
framat somu størvum –
eisini tá ið talan er um pol
itisk størv.
Errin
Ein av teimum undangongu
kvinnunum í stríðnum fyri
javnstøðu, er fyrrverandi
tingkvinnan, Kain Kjølbro,
sum á tingi umboðaði Tjóðv
eldisflokkin.
Hon sær eina ávísa fram
gongd hóast tað ikki altíð
gongur so skjótt.
– Men eg má siga, at eg eri
errin, tá ið eg síggi tær fýra
kvinnurnar, sum nú eru
partur av landsstýrinum,
sigur hon.
Hon leggur afturat, at
hugsa vit eitt sindur aftur í
tíðina, tá ið kvinnur komu
uppí politikk, so var støðan
ein
heilt
onnur.
Sluppu
kvinnur yvirhøvur framat,
so var tað tí ær skuldu taka
sær av málsøkjum, sum
høvdu við heim og skúla at
gera. Tær sluppu ikki framat
teimum
tungu
politisku
størvunum.
– Í dag sita tær fýra
kvinnurnarí landsstýrinum
á tungum málsøkjum. Til
dømis situr ein teirra við
fíggjarmálum. Tað hevði ikki
hent fyri nøkrum árum
síðani, sigur Karin Kjølbro.
Stórur munur
At tað er ein munur, tá ið
landsstýrið er samansett
av eins nógvum kvinnum
og monnunum ivast summi
ikki í.
Ein teirra er Kristianna
Winther Poulsen, tingkvinna
fyri Javnaðarflokkin.
– Tað er heilt greitt, at
munur er á at hava eitt
landsstýri við kvinnum og so
eitt uttan kvinnur. Eitt lands
stýri við javnstøðu sær sam
felagið í einum munandi
breiðari perskektivi enn tá ið
tað bert er annað kyni, sigur
hon.
Hon vísir á, at fleiri átøk
eru gjørd, síðani hetta lands
stýrið og hendan samgongan
tók við, sum neyvan høvdu
verið raðfest, um kvinnurnar
ikki vóru so nógvar í tali.
– Eg kann vísa á tær
broytingar, sum eru gjørdar,
so einsamallar kvinnur við
børnum umframt einsamall
ar mammur, sum lesa fáa eitt
sindur meira at liva fyri,
høvdu neyvan verið gjørdar
uttan so, at tað vóru so
nógvar kvinnur í Løgtingi
num og í landsstýrinum,
sigur Kristianna Winther
Poulsen.
Hon vísr eisini á, at harð
skapur móti kvinnum neyv
an hevði verið tikin í so
stórum álvara, vóru kvinnur
ikki partar av lóggevandi
arbeiðnum.
– Alt kemur ikki eftir
einum degi, men tað gongur
tann rætta vegin. Tað ræður
um hjá okkum kvinnum at
halda fast um tað sum er
vunnið og byggja víðari á
tað, sigur Kristianna Winther
Poulsen.
ALTJÓÐA KVINNUDAGUR
Kvinnurnar sita á teimum
10 av 33 stólum í føroyska
tjóðartinginum, Løgtinginum.
Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin, ivast ikki í, at javnstøðan
í landsstýrinum og mongu kvinnurnar í Løgtinginum eru ein høvuðsorsøk
til at láglønt og einsamallar mammur fingu skattalætta og hjálp.
Karin Kjølbro, fyrrverandi
tingkvinna, er errrin, tá ið hon
sær, at tær fýra kvinnurnar
í landsstýrinum sita við
tungum málsøkjum