hósdagur 9. mars 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Tað var skeivt at gera gamla Postverk Føroya til
partafelagið Posta.
So langt eru Rigmor Dam, mentamálaráð
frúa, og Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, samd.
Men Kári P. Højgaard vil hava Rigmor Dam at
vátta, at hon hevur sagt við info, at hon heldur,
at partafelagið Posta átti at verið avtikið og
gjørt aftur til almennan stovn.
Tí hevur hann sent henni ein grein 52 fyri
spurning at fáa hana at vátta
hesa útsøgn.
Hann vísir eisini á, at
tað vóru teir fýra stóru
flokkarnir, Javnaðarflok
kurin, Tjóðveldi, Fólkaflokk
urin og Sambandsflokkurin,
sum samtyktu at gera
Posta til partafelag,
meðan Sjálvstýr
isflokkurin og
Miðflokk
urin vóru
ímóti.
10. mars 2017
Ósemja um grønan orkupolitikk:
– Mvg-frítøka av hitapumpum og at
lækka avgjaldið á elbilum er politiskt flugu
knepparí, sum onki munar. Tí er neyðugt við
veruligum politiskum átøkum á orkuøki
num, sum veruliga muna nakað og flyta
samfelagið rættað vegin.
Tað sigur Magni Laksafoss, tingmaður
fyri Sambandsflokkin í sambandi við, at
samgonguflokkarnir og Sjálvstýri hava lagt
uppskot fram á ting um mvg-afturbering til
teirra, sum keypa sær grønar orkuloysnir at
hita sær húsini við.
Tað tykir, sum um Sambandsflokkurin
vil vraka øll uppskot, sum kunnu gera fólk
tilvitað um at velja sær grønar orkuloysnir
og at keypa el-bilar. Rætt er tað, at orku
framleiðslan hjá SEV ikki er grøn enn, og at
nógv størri stig skulu takast, fyri at grønu
orkuloysnirnar hjá landsins húsarhaldum
veruliga skulu verða grønar.
Men annað útlokar ikki hitt. Sjálvandi er
tað rætt at stimbra fólk at velja grønar orku
loysnir. Og tað er eitt stig rætta vegin, at
húsarhald fáa sær grønar orkuloysnir, hóast
SEV ikki hevur røttu grønu orkuloysnina
enn. Gamaní er tað ikki ein loysn at flyta
oljunýtsluna úr húsarhaldinum til Sunds
verkið hjá SEV. Men tað er kortini eitt stig
rætta vegin, tí SEV hevur avgjørt og skal
finna sær grønari loysnir til streymfram
leiðsluna.
So jú, tað er eitt framstig og gott fyri
brúkaran og umhvørvið, at tað verður mvg-
afturbering til húsarhald, sum velja sær
grønar orkuloysnir. Og ja, landið skal gera
nógv meira til tess, at málsetningurin um at
Føroyar skulu vera grønar um 13 ár.
Tá tað nú er Sambandsflokkurin, sum
finst at, so kunnu vit minna á, at Sambands
flokkurin hevur eitt uppskot í Løgtingi
num um at leggja eyka gjøld á brennievni
og vegskatt at fíggja rakstur av ókeypis
koyring í undirsjóvartunlunum. Umframt
hesa hækking, so kostar tað landskassa
num beinleiðis 395 milliónir krónur, sum
tunnilsfelagið annars skal rinda aftur
í landskassan, sum bæði Kaj Leo Holm
Johannesen, fyrrveranid løgmaður, og Aksel
V. Johannesen, løgmaður, hava staðfest.
Hesar 395.000 milliónirnar høvdu
kanska munað frægari sum partapeningur
í einum vindmyllufelag – tá tær eftir
Sambandsfloksins
tykki ikki skulu
berast aftur í
landskassan.
Rætt at fáa fólk at velja grøna loysn
Kári P. Højgaard
trýr ikki upp á info
vil Avtaka p/f Posta
Les eisini blaðið
á telefonini
Sleyg og ballað orð
Høgni Djurhuus
baksíðan
Várar umsíðir
fyri føroyskum
heilsupolitikki?
Tíðargrein
Hans Pauli Strøm
síða 24-25
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Visti tú?
– at bara 13 kvinnur
tilsamans hava sitið í
landsstýrinum?
Onkur vil kanska siga, at
klaksvíkingar eru nakað fyri
seg. Men um tað passar, skal
vera ósagt her. Men í Norðoya
Tjóðveldisfelag eru tey í øllum
førum nakað fyri seg.
Har hava tey havt aðal
fund, og sambært heimasíð
uni tjodveldi.fo, so eru tey
farin heilt til USA at leita eft
ir tí fimta nevndarliminum –
sum er ein deyð amerkonsk
forsetafrúa: Jacqueline
Kennedy
Fyri at endurgeva
heimasíðuna hjá Tjóð
veldi, so stendur skrivað
soleiðis, orðarætt:
»Á fundi mánakvøldið
hevur nevndin skipað seg
soleiðis:
Lone Høeg Bejer, formað
ur og aðalstjórnarumboð,
Rasmus S. Biskopstø,
næstformaður, Mildrid
á Lógv kassameistari,
Maria Kristina Smith,
skrivari, Jacqueline
Kennedy, nevnd
arlimur.«
Valdu Jacquline
Kennedy í tjóðveldisnevnd
FLOKSSKRIVSSTOVAN, MARS 7, 2017
Mánakvøldið 27. februar hevði Norðoya Tjóðveldisfelag. Á fundinum var umframt nevndarval eitt gott kjak um
politisku støðuna.
Til nevndina vórðu trý nýggj fólk vald: Jacqueline Gardar, Mildrid á Lógv og Maria Kristina Smith. Rasmus S.
Biskopstø og Lone Høeg Bejer halda fram í nevndini. Erland Sivertsen og Rani Nolsøe vórðu valdir til tiltakslimir.
Á fundi mánakvøldið hevur nevndin skipað seg soleiðis:
Lone Høeg Bejer, formaður og aðalstjórnarumboð, Rasmus S. Biskopstø, næstformaður, Mildrid á Lógv
kassameistari, Maria Kristina Smith, skrivari, Jacqueline Kennedy, nevndarlimur.
Tað var fyrr í vikuni, at floksskrivstovan hjá Tjóðveldi boðaði
frá, at frú Kennedey var vald í nevdina í lokalfelagnum í Klaksvík