Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017 SOSIALURIN 30 22 EIRIKUR LINDENSKOV F yrstu ferð kvinnur kundu velja og stilla upp til Løgtingið var á løgtingsvalinum 24. apríl 1918. Nýggja grundlógin kom í gildi 5. juni í 1915, men lógin kom ikki í gildi fyri løgtingsvalið fyrr enn eftir løgtingsvalið 28. febr­uar í 1916. Fram til 1918 varð løg­tings­val hildið annaðhvørt ár upp á skift norðanfjørðs og sunnan­fjørðs. Á valinum í 1918 – tá kvinnurnar fyrstu ferð fingu valrætt, broyttist valdsbýtið í Løgtinginum, og fekk Sjálvstýrisflokkurin meirilutan. Tað var fyrstu og einastu ferð, at Sjálvstýrisflokkurin fekk meiri­ lutan á tingi. Fram til 1928 vóru bara Sambandsflokkurin og Sjálv­ stýrisflokkurin á tingi. Hóast kvinnur hava havt val­ rætt í 102 ár og kunna stillað upp til løtingsval í 99 ár, so tók tað 60 ár frá fystu ferð kvinnur kundu velja til løgtingið, til føroyingar vandu seg so væl við tankan um, at kvinnur vórðu valdar í løg­tingið. Tað hendi á løgtingsvalinum 7. november í 1978, tá Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum og Karin Kjølbro úr Tjóð­veldis­ flokkinum vórðu valdar á ting í Suðurstreymoyar valdømi. Men Jona Henriksen hevði sitið á tingi valskeiðið framm­ an­undan. Hon stillaði upp til løg­tingsvalið í 1974 og fekk næst­ flestar atkvøður. Jákup Linden­ skov varð fyrstvaldur, men tá hann helt fram í landsstýrinum, tók Jona Henriksen sæti fyri hann í løgtinginum frá 1975 til løgtingsvalið í 1978. Fyrsta kvinna, sum hevur møtt á tingi var Malla Samuelsen úr Sjálvstýrisflokkinum, sum kom inn nakrar dagar í 1964 sum eyka­ fólk fyri Marius Johannesen. Men tað er altso ikki fyrr enn í 1975, at ein kvinna, Jona Hen­riksen, hevur fast sæti í ting­sal­inum. Í 1978 varð løgtingsvallógin broytt soleiðis, at talið av val­dømis­ valdum tingfólkum verður økt úr 20 upp í 27. Talið á eykamandatum verður samstundis lækkað úr 10 niður í 5. Eftir hetta varð tal­ ið av løgtingsfólkum altíð 32. Frammanundan var talið skift­ andi. Tá lógin um eitt valdømi kom í gildi í 2008, varð tingfólkatalið hækkað til 33. Broytingin í 1978 førdi við sær, at 8 valdømisvald fólk skuldu veljast í Suðurstreymoy. Og júst í Suðurstreymoy var møguleikin størstur at fáa kvinnur valdar, tí hetta var fólkaríkasta valdømið. Og soleiðis var longu í 1978, tá Jona Hendriksen varð vald sum nummar tvey hjá Javn­ aðar­flokkinum og Karin Kjøl­ bro sum nummar tvey hjá Tjóð­ veldisflokkinum. Í 1980 røkk Jona Henriksen ikki øðrum plássi, tí tá varð hon yvirhálað av Jóannes Dalsgaard. Jona Henriksen gjørdist nummar trý á listanum, og møtti av og á sum varafólk. Karin Kjølbro var einsamøll kvinna á tingi frá 1984 til 1988. Á løgtingsvalinum í 1988 verður Karin Kjølbro afturvald. Hesaferð hevur Tjóðveldisflokkurin tvær kvinnur í fremstu røð, tí á fyrsta plássið verður Jóngerð Purkhús vald. Og tá verður eisini Marita Petersen úr Javnaðarflokkinum vald. Tí eru tríggjar kvinnur í løgtinginum valskeiðið frá 1988 til 1990. Á valinum í 1990 verða tríggjar kvinnur valdar: Lisbeth L. Petersen, Marita Petersen og Helena Dam á Neystabø, allar úr Suðurstreymoyar valdømi. Í 1994 verða umframt tær tríggjar, sum vórðu valdar í 1990, eisini valdar Ingeborg Vinther fyri Verkamannafylkingina. Hon er vald í Suðuroy og Maria Hansen í Vestmanna. Nú eru fyri fyrstu ferð kvinnur valdar uttan fyri Suðurstreym. Í 1998 minkar talið aftur niður á tríggjar kvinnur, sum allar eru valdar í Suðurstreymoy: Annita á Fríðriksmørk, Lisbeth L. Petersen og Katrin Dahl Jakobsen. Í 2002 verða aftur fýra kvinnur valdar – allar úr Suðurstreymoy: Annita á Fríðriksmørk, Kristina Háfoss, Katrin Dahl Jacobsen og Lisbeth L. Petersen. Í 2004 minkar talið niður á tríggjar: Lisbeth L. Petersen, Heidi Petersen, vald í Norðstreymoy, og Annita á Fríðriksmørk. Eftir at Føroyar gjørdist eitt valdømi í 2008 fingu kvinnur frægari atgongd til løgtingið, tí tá varð talið av kvinnum meira enn tvífaldað til sjey kvinnur: Katrin Dahl Jacobsen, Annika Olsen, Annita á Fríðriksmrøk, Helena Dam á Neystabø, Rósa Samuelsen, Bjørt Samuelsen og Bergtóra Høgnadóttir. Í 2011 øktist kvinnuumboðanin aftur. Tá vóru 10 kvinnur valdar: Annika Olsen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Rósa Sam­ue­ lsen, Edva Jacobsen, Rigmor Dam, Eyðgunn Samuelsen, Kristina Háfoss, Bjørt Sameulsen, Gunvør Balle og Sirið Stenberg. Á seinasta løgtingsvali, sum var 1. september í 2015 vóru aftur 10 kvinnur valdar: Ann­ ika Olsen, Elsebeth Mer­cedis Gunnleygsdóttur, Sonja Jógvans­ dóttir, Eyðgunn Samuelsen, Rig­ mor Dam, Sirið Stenberg, Kristina Háfoss, Annita á Fríðriksmørk, Katrin Kallsberg og Hanna Jen­sen. VALRÆTT Í 99 ÁR – MEN VIT HAVA BARA VALT 25 KVINNUR Á TING Kvinnur á Løgtingi vald fyrstu ferð 1 Jona Henriksen 1978 2 Karin Kjølbro 1978 3 Jóngerð Purkhus 1988 4 Marita Petersen 1988 5 Helena Dam á Neystabø 1990 6 Listbeth L. Petersen 1990 7 Ingeborg Vinther 1994 8 Maria Hansen 1994 9 Annita á Fríðriksmørk 1998 10 Katrin Dahl Jakobsen 1998 11 Kristina Háfoss 2002 12 Heidi Petersen 2004 13 Annika Olsen 2008 14 Bergtóra Høgnadóttir 2008 15 Bjørt Samuelsen 2008 16 Edva Jacobsen 2011 17 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 2011 18 Eyðgunn Samuelsen 2011 19 Gunvør Balle 2011 20 Rigmor Dam 2011 21 Rósa Samuelsen 2011 22 Sirið Stenberg 2011 23 Hanna Jensen 2015 24 Katrin Kallsberg 2015 25 Sonja Jógvansdóttir 2015 26 Hildur Patursson* vara 93-94 27 Jóna Mortensen* vara 11-15 28 Kristianna Winther Poulsen* vara 12&15- 29 Rúna Sivertsen* vara 96-04 30 Ruth Vang* vara 15- * hava sitið sum varafólk, men ongantíð verið valdar á ting. Aðrar kvinnur hava eisini sitið sum varafólk, men eru valdar á ting fyri ella eftir tíðina sum varafólk Hóast valrætt í 102 ár, so hava føroyingar tilsamans bara valt 25 kvinnur á ting. Og bara 14 kvinnur hava sitið í landsstýrinum. 6 kvinnur, sum ongantíð eru valdar á ting, hava havt sæti á tingi sum eykafólk fyri landsstýrisfólk