Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017 SOSIALURIN 30 32 J ohn Mikkensen, tænari á matstovuni Áarstova í Havn, er ein av seks tænarum í kongaríkinum, sum er prenomineraður í flokk­ inum Ársins Tænari 2017 av redak­ tiónini á "Den Danske Spiseguide". Í Juni mánað verður endaliga tilnevningin, og tá verða tað tríggir út av seks, sum kappast um heiðurin Ársins Tænari. Bent Christensen frá "Den Danske Spiseguide" sigur, at heið­ urin er eitt herðaklapp til pro­ fessionella tænaran, sum ger eitt frálíkt avrik á nógvar háttir. – Tænarin er ein sokallaður viti, sum varpar ljós á tænastu­upp­ livingina á eini matstovu. Tá vit síggja at ein persónur uppfyllir hendan leiklutin, sum fyrimynd í longri tíðarskeið – helst yvir fleiri ár – so er tað áhugavert, tí tænaraarbeiði er ofta óstabilt og útskifting fer javnan fram, sigur Bent Christensen. – Tað er ikki bert ein spurningur um at seta tallerkarnar á borðið. Tænarin skal eisni veita eina heildaruppliving og tænastu. Hetta er torført, tí hann skal taka tørvin hjá hvørjum einstaka gesti til eftirtektar. Summir gestir vilja tosa væl og virðiliga um rættir og vín, meðan aðrir gestir vil hava ta stuttu frágreiðingina. Hetta skal tænarin duga at lesa av, tá gesturin vitjar. Tað er ógjørligt fyri ein nýggjan tænara, men hevur hann royndir og egnan stíl, so verður man tað, sum "Den Danske Spiseguide" kallar ein profilur á økinum, sigur Bent Christensen. – Vit halda at John Mikkelsen lýkur hesar treytirnar, og tí hava vit valt at varpa ljós á hann, sigur Bent Christensen. – Vit halda eyga við framgongd­ ini hjá teimum tilnevndu næsta hálva árið. Í Juni velja vit tey enda­liga tilnevndu. Tað er ongin formell vegleiðing fyri, hvussu man tryggjar sær pláss á endaliga listanum, men fyri at vera við í endaligu tilnevningini, so skal man kunna halda á á sama hátt sum nú, og kann man gera tað enn betri, so hjálpir tað eisni, sigur hann. – Fyri ein tænara hevur heið­ urin, og sjálvsagt at verða endaligi vinnarin, nógv at siga fyri persón­ liga fyri yrkisleiðina hjá, og tað at skapa sær eitt navn. Bent Christensen sigur at tey halda vakið eyga við tænarum í Føroyum, og vitja eisini við jøvnum millumbili. Ein av seks teim bestu tænarunum í kongaríkinum er í Havn MYND: HEINESEN MYNDIR N ógv misskilja hatta við talufrælsinum. Tey halda, at talufrælsi er at tosa so nógv sum gjørligt, uttan at siga nakað, sum vert er at tosa um ella lurta eftir. Onnur halda, at fremsta dygd hjá talufrælsinum er at spilla onnur út og sleyga um tey. Og so eru nøkur fá, sum hava fatað, at talufrælsið skal brúkast til at finnast at, avdúka og helst eisini koma við øðrum loysnum enn teimum, sum eru. Hetta gloyma tó tey nógvu. Talufrælsið er stórt, siga tey. Hornasteinurin, tann eini, í fólkaræðinum. Hitt hornagrótið, sum eisini er friðað, eru ymisk onnur frælsi. Talufrælsi er óført at hava, so vit kunnu spilla hvønn annan og onnur út. Talufrælsið verður fyrst og fremst brúkt til tað. Og til at arga tey, sum hava aðrar gudar, hóast tey eru líka frelst sum tey frelstu her hjá okkum. Munur er á gudum og trúgv. Frælsið verður eisini brúkt til spilla tey út, sum ikki hava hatta hálovaða fólkaræðið sum vit hava. Hjá teimum stendur ikki væl til. Teirra leiðarar eru reyvarhol. Hjá okkum stendur væl til, eingin grenjar, eingin krevur, uttan børnini, tey duga ikki annað, annars eru øll nøgd. Tí hvagar skulu annars allar milliardirnar koma, um vit koma reyvandi við øllum okkara annars rímiligu krøvum? Vit vilja ikki hava milliardirnar úr Danmark. Eingin vil gjalda meira. Tvørturímóti so er alt longu alt ov dýrt. Óført, at eingin krevur. Feysbukkan er háborgin hjá talufrælsinum, trækogslipfrælsinum. Har kunnu øll skræða seg, tí øll eru har, uttan nakrir fáir drumbar, sum onga meining hava kortini mitt í øllum meiningunum og tí eru meiningarleysir. Talufrælsið er stórt. Løgið, at so nógv siga so lítið ella næstan einki. Hví tey ikki brúka talufrælsið og brúka kjaft. Kvinnur brúka tað, tær tosa, snakka nógv og jabba nógv meira. Tvíburin hjá talufrælsinum er skrivifrælsið. Men tá stendur verri til, tí fólk tora ikki at kalla ein spaka fyri haka við skrivaðum orðum. Nógv ræðast ðini og yini. Fólk tora ikki rættiliga at skriva tað, sum tey veruliga ætla sær at siga. Tá fundur er ella okkurt annað tiltak, sum fólk skulu lokkast til, annars koma tey ikki, verður skrivað í innkallingini, at okkurt leksandi verður til góman og ábit (sum er morgunmatur), hóast fundurin er um kvøldið. Álvaratos, hví skulu fólk gita, hvat verður til góman? Í staðin fyri at skriva sum tað er, snapsur og øl vera at fáa. Skrivaða málið er fult av slíkari uttanumskriving. Fólk tora ikki at brúka frælsið, tey hava, og skriva sum tað er. Júst sum í londunum, har skrivi­ frælsi er forboðið. Har balla tey, sum finnast at teimum ráðandi til dømis, orðini inn fyri at kunna siga tað, sum tey ætla sær at siga. Tað gera tey fyri at sleppa snikka­ leys gjøgnum ritskoðanina. Hjá okk­ um er eingin sensurur. Kortini balla vit boðskapin inn í løgnum orðum og óskiljandi vendingum. Uttan iva hava danskarar skyldina. Nógv orð, men, sum væntað bleiv eingin breið semja um fiskivinnu­ nýskipanina. Tað er ikki heilt rætt. Breið semja er um ikki at hava nakra breiða semju. Tað er breitt og høgt. Sum eg alla tíðina havi sagt og skrivað bart út. Í desember verður galdandi fiskivinnuskipan, sum ikki er nýggj, verri enn so, longd óbroytt. Hon verður fiskivinnunýskipanin. Hon verður í øllum førum nýggj í 2018. Og hon kann ikki vera so ring hóast alt, tá ikki ber til at broyta hana. Vit eru so fá í Føroyum, at illa ber til at krevja breiðar semjur. Tí hava vit ongar breiðar semjur. Høgni Djurhuus Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Sleyg og ballað orð BAKSÍÐAN