mánadagur 13. mars 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31
Vilmund Jacobsen
Frumframførsla av leikinum
var hin 4. mars, og síðan hava
fleiri framførslur verið.
Tað er rumensk/franski,
Eugene Lonesco, sum hevur
skrivað leikin, og leikverk
ætlanin er beinleiðis úrslit av
dramaverkstøðunum,
sum
Losjan Glotti seinastu árini
hevur skipað fyri saman við
Noomi Reinert.
– Hetta hevur økt áhugan
fyri sjónleiki millum tey
ungu, og í hesum leikinum
vísa tey veruliga nógv av tí,
sum tey hava lært.
Úr Gøtu verður sagt, at
leikurin kann tykjast ør
kymlandi og meiningsleysur,
men undir leiðslu av Mari
ann Hansen megna leikar
arnir á fram úr góðan hátt
at geva teimum stuttligu
og so at siga meiningsleysu
samrøðunum og gerðunum
meining.
Tær næstu sýningarnar
av leikinum "Hin berskølluta
sangarinnan"
verða
hós
kvøldið 16. mars klokkan 19
og leygarkvøldið 18. mars,
eisini klokkan 19.
Leikararnir
Teresa Reinert (Frú Joensen),
Hallur Ellingsgaard (Harra
Joensen), Birita Djurhuus
(Frú Jacobsen), Òlavur Juste
sen (Harra Jacobsen), Kaia
Poulina Norðgerð (Vaskikon
an Marjun) og Annika Odd
marsdóttir Olsson (Brand
meistari).
Leikstjórn: Mariann Han
sen. Ljós og ljóðfólk: Bogi
Eyðunsson, Egin Tollaksson
Joensen og Torvald Joensen.
Pallsmíð/hjálparfólk:
Rúni
Justinussen, Maria Ziska
son Nesá, Arnfinnur Nesá,
Katrina Eyðunsdóttir Han
sen, Noomi Reinert og Maj-
Britt W.H. Jacobsen.
Vilmund Jacobsen
Flestu partrolarar eru til
fiskiskap. Skipini fáa mest
av upsa, men fiskiskapurin
er smáligur. Skipini koma
inn at landa, sum henda
vikan gongur.
Tríggir
djúpvatnstrol
arar eru til fiskiskap, og
væntandi koma tveir inn
at landa fyrst í hesi vikuni,
og hin triði landar helst í
næstu viku.
Djúpvatnstrolararnir
fáa mest av upsa, svart
kalva og kongafiski.
Á Fiskamarknaði Føroya
vænta tey, at ein trolbátur
kemur inn at landa í dag, og
hesin hevur mest av toski
og hýsu.
– Tríggir aðrir trolbátar
eru nýliga byrjaðir túr, og
teir koma væntandi inn at
landa síðst í vikuni.
Trolbátarnir fiska norð
an fyri, og teir fáa mest av
toski og hýsu.
Tvey garnaskip eru eis
ini til fiskiskap. Tey fiska
svartkalva, og helst kemur
annað skipið inn at landa
í dag, og hitt kemur vænt
andi seinni í vikuni, verður
lagt aftrat.
Trolaraflotin undir Føroyum roynir
sítt besta, og tey fyrstu skipini
koma inn at landa í dag
Í morgun seldi Fiska
marknaður Føroya 148,2
tons av fiski fyri stívliga
2,4 miljónir krónur. Hetta
gevur ein miðalprís fyri
øll fiskasløgini samanlagt
á 16,65 krónur fyri kilo
Soleiðis
roynist
húkurin
Vilmund Jacobsen
Fýra ísfiskalínuskip
eru og hava verið til
fiskiskap í íslendskum
sjógvi. Eitt av hesum
kemur inn at landa
í dag, og tvey koma
seinni í vikuni.
Á Fiskamarknaði
Føroya siga tey, at
ísfiskalínuskipini í ís
lendskum sjógvi hava
fingið mest av toski,
hýsu og so nakað av
longu og brosmu.
Umframt ísfiskalínu
skipini, eru eisini fýra
frystilínuskip í íslendsk
um sjógvi, men tey
koma neyvan heim at
landa hesa vikuna.
Eitt línuskip er á Ís
landsrygginum, sum
fær mest av toski, og
eitt er vestanfyri og
fær mest av longu. Hesi
bæði skipini koma eisini
inn at landa í dag.
Tvey línuskip eru
norðan fyri, og tvey
onnur eru eystanfyri.
– Hesi bæði skipini
fáa mest av toski og
hýsu og so nakað av
longu og brosmu.
Á Fiskamarknaði
Føroya hava tey eisini
mett um útlitini til
útróður hesa vikuna.
– Streymurin verður
hampiligur, og líkt er
eisini til, at tað verður
útróðrarveður onkran
av døgunum. Teir, sum
royna við línu, fáa eina
blanding av toski og
hýsu, og snellubátarnir
fáa næstan bara tosk,
verður lagt aftrat.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at í dag er
einki útróðrarveður,
og tað verður tað
heldur ikki í morgin.
Sambært DMI verður
vindurin í morgin
millum 15 og 20 metrar
um sekundið, men
minkar, sum náttin
gongur niður í 10 til 15
metrar um sekundið.
Mikudagin verður
vindurin aftur millum 10
og 15 - og hósdagin 13 til
18 metrar um sekundið.
Tað verður sambært
DMI ikki fyrr enn
hósnáttina, at vindurin
minkar aftur niður í 5 til
10 metrar um sekundið,
og hetta verður eisini
veðrið fríggjadagin.
vilmund@sosialurin.fo
Alt við
sama lag
Í hesum døgum framførir Sjónleikarfelagið Glotti í Gøtu
tragikomiska leikin "Hin berskølluta sangarinnan"
Berskøllut
sangarinna
Í morgun fór
Eysturkommuna undir
eitt nýtt tiltak sum
er morgunmatur fyri
vinnulívsfólki saman við
býráðslimum og umsiting
Fríggjadagin vóru fýra trolbátar til fiskiskap,
og væntandi landar tann fyrsti í dag