Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 JÁKUP Á BORG NØGDUR VIÐ FYRSTA DYSTIN Nýggi venjarin hjá B36, Jákup á Borg, er nøgdur við eitt stig í Sarpugerði, men hann iðrar seg um, at B36 ikki megnar at spæla sigurin heim. – Eg haldi, at eru ov lítið djarvir á bóltinum í seinna hálvleiki, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36. Hann mátti eisini ásanna, at hann má venja seg við tekniska øki, tí nú sleppur hann ikki á vøllin longur Tað vóru tvey lið við hvør sínari fótbóltsáskoðan, ið møttust í Sarpugerði í gjár. Víkingur spælir kontrafótbólt, meðan B36 vil fleiri tekniskum spælarum vil leggja hald á bóltin Tróndur Arge Ongin tapti. Víkingur og B36 spældu seg til eitt stig í part, áskoðararnir fingu ein dyst við ídnum spælarum og liðini avrikaðu tað, ið vit kundu roknað við av teimum. Tað er fyrsta umfar av 27 í Effo- deildini. Tað merkist eisini sein­astu minuttirnar av dyst­inum, at bæði liðini kundu liva við javnleikinum, tí so tapur ongin. B36 átti fyrsta stykkið Dysturin er bara 14 minuttir gamal, tá B36 kemur á odda. Jákup á Borg, nýggjur venj­ ari hjá B36, hevur boðað frá, at liðið skal tora at spæla bólt. Væl vitandi um, at Vík­ ingur er FM vinnari í fót­bólti – og helst revsing í kontra­ fótbólti. Tað riggaði væl við vind­in­ um undan, at leggja ljósabláu Víkingarnar undir trýst. Patrik Johannesen stríddist væl sum fremsti maður, men var ikki so sjónligur á bólt­inum. Sama kann sigast um Christian R. Mouritsen, sum tó vísti í løtum, at hann passar væl inn í spæliháttin hjá nýggju liðfeløgunum. Tá sást meiri til Lukasz Cieslewicz, Róald Jakobsen og Philip Lund, sum í stund­ um spældu heilt væl saman. Í verjupartinum riggaði væl millum Odmar Færø og Andrias H. Eriksen. Fyrr­ nevndi var meiri sjónligur og tók eisini onkrar tví­dystir, sum fáir aðrir høvdu klár­að móti Ade­shina Lawal. B36 er í ár utt­an stríðs­ mann­in og lands­ liðsbakkin, Jónas Tór Næs. Avloysarin er ein kendur maður í árstalsfelagnum Nevniliga Høgni Eysturoy. Hann hevur sínar styrkir í tekniska spælinum og passar tí væl inn. Fyri B36 vóru tríggir nýggir spælarar á liðnum. Tveir av teimum hava ein fortíð í felagnum. Tað eru Philip Lund, sum spældi í B36 í seinnu hálvu av 2015, og Christian R. Mouritsen, sum í 2010 spældi við B36. Tann triði er Patrik Johannesen. Allir passa væl til spælistílin hjá B36 og tóktust passa væl inn. Tað er ikki ikki uttan orsøk, at fleiri viðmerkjarar halda, at B36 er eitt tað mest spenn­ andi liðið í Effo-deild­ini í ár. Treiskir gamlir menn Undan kappingarbyrjan hevur nógv verið tosað um miðalaldurin á liðnum hjá Víkingi. Eisini hvussu liðið fer at megna at takla heitið sum FM vinnari. Fyrstu 70 minuttirnar sá einki út hjá víkingunum. Fróði Benjaminsen er nýggj­ ur í miðverjuni, meðan Ade­shina Lawal er nýggjur í álopinum. Gert Hansen mátti geva skarvin yvir longu aftaná 20 minuttir. Tað var sjádan, at V í k i n g u r fór um miðjuna eftir bóltinum. Teir bíða – og bíða. Soleiðis sá eis­ini leingi út í seinna hálv­leiki, har B36 helt fram at halda fast í bóltinum. Tá so møguleikin kom, eftir góðum skoti frá Hans Paula Samuelsen, so megn­ aði Hanus Jacobsen ikki at standa á beinunum, tá hann skuldi trilla returin í málið. Eina løtu sat tú við kensl­ uni, at hetta kundi verða byrj­anin til niðurtúrin hjá Víkingi. Tað er so bara til Gunn­ar Vatnhamar stútar inn­leggi frá beiggja sínum, Sølva Vatnhamar, í málið til 1-1. Tá rakna gomlu og treisku menninir við. Fróði Benja­minsen verður fluttur fram á miðvøllin, meðan ein hart ar­beið­andi Hans Jørgen Djur­huus endar í mið­verjuni. Fram til seinastu minutt­ irnar er tað Víkingur sum er omaná. Brádliga hevur liðið vunnið Stórsteypið til ognar, og er um reppið at fella B36 í fyrsta umfari. Pulsurin á heimsfólkinum slær aftur í vanligari takt og Víkingur líkist sær sjálvum. Stutt til tey gulu At kalla á hvørjum ári semj­ ast dómararnar um at leggja eina linju, har serligur dent­ur skal leggja á ávísar ónollur í spælinum. Serliga hevur dómaraelitan leita eftir onkrum hjá fjórða dóm­aranum at takast við, so hesin ikki stendur til pynt – um hann ikki er nærtakandi fyri onkrum glepsi. Í dag sæst hann renna aftur og fram millum venj­ ara­benkurnar at peika, og annars hjálpur hann at døma – tá tað passar honum. Á vøllinum er eitt av fokuspunktunum, at spælari í ger seg sekan í at seinka uppafturtøku av spælinum fær gult kort umgangandi. Hetta sóu vit millum annað í stórsteypadystinum. Linj­ an helt eisini í dystinum í Sarpugerði. Hans Jørgen Djurhuus fekk gult, tá hann stillaði seg fyri, tá B36 átti fríspark. Í seinna hálvleiki fekk Andrias H. Eriksen eisini gult, tá hann helt ov leingi í bóltinum, eftir at hann vildi hava at tað vóru teir hvítu, ið áttu innkast. Ikki tvingaði at vinna Tað sást greitt seinastu minuttirnar, at bæði liðini kundu liva við javnleikinum. Tað kom ongantíð róp í sein­astu minuttirnar. B36 spældi væl og var á odda leingi, men fær eitt stig úr Gøtu. Víkingur fær eitt stig, eftir at hava verið aftanfyri meginpartin av dystinum. Tað kunnu bæði liðini liva við. trondur@sosialurin.fo VEGURIN TIL TOPPIN EFTIR YMISKUM LEIÐUM Fótbóltur Dysturin hesa vikuna...