Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-13, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 11 • 13. MARS 2017 4 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ R úni Thomsen er froðbingur, men giftur til Hvalbiar við dóttir Eliesar Poulsen, sum í mong ár var formaður fyri Lítlu Dímun. Tí kom hann eisini nátúrliga at kenna sína ábyrgd og at hava tilknýti til hesa lítlu oyggj, sum hvalbingar eiga. Ein summardag í 1997 fóru Rúni og aðrir hvalbingar út í oynna. Teir fóru upp gjøgnum brattlendið, sum eyð­kennir alla oynna. Veðrið var av tí besta, men vøllurin var nakað vátur og grasið rættiliga sítt. Tveir savnaðu seyðin og skuldu fáa hann at stoyta. Rúni var ein av monnunum, ið var ovastur. Hví tað hendi, veit hann ikki, men brádliga misti hann fótafestið og fór á glið oman gjøgnum brøttu líðia. Hann royndi at seta stavin fyri seg, men tað eydnaðist ikki. Stavurin stóð fastur eftir í vøllinum. Rúni fór sendandi omaneftir. Hann minnist bara, at hann kom við nógvari ferð fram við einum manni fyri og øðrum eftir. Einaferð merkti hann, at ein maður tók í seg, men hesin tordi ikki at halda, tí so fór hann sjálvur sama veg. Ferðin vaks oman móti einari gjógv. Einaferð fekk hann vent sær á búkin. Hann royndi at taka í tað síða grasið, men tað helt ikki. Við miklari ferð kemur hann niður í eitt gil og fer víðari oman móti einum stiki. Menninir stóðu sum hamskiftir og hugdu at. Hegn var einki, bara tann ovari og niðari jaðarin vóru eftir. Sum ta seinastu royndina at bjarga lív­inum roynir hann at grípa í og fáa fatur í tann ovara jaðaran. Hann helt rimmar­fast um tráðin, til tað stóð á. Og tað eydnaðist, jaðarin helt, og Rúni steðgaði. Men nú vóru bara smáir tríati metrar efitr oman á eggina, og har var millum hálvthundrað og hundrað metrar høgt berg niður og grót og hella. Svágur Rúna hevði fylgt ið, tá hann fór omaneftir, tí Rúni var ikki meira enn steðgaður oman móti eggini, tá hann longu stóð hjá honum. Hann má hava stórlopið oman gjøgnum bratt­ an. Svágurin spurdi Rúna, um hann hevði fingið ilt nkrastaðni – Nei, svaraði hann og reisti seg upp. Tá sló hann høvdið í ein stein og helt fyri. – Nú fekk eg ilt í høvdið. Men tað legið hann ikki nógv í. Tá ið slíkt hendir, fær eitt menn­ iskja neyvan savnað tankarnar um álvarsomu støðuna, tað er í. Bak­slátt­ urin kemur ikki fyrr enn aftaná. Meðan Rúni fór sendandi teir okkurt um hundrað metrarnar omaneftir, hugs­ aði hann ikki um vandan , hann var í. Nakrir seyðir vóru eftir. Menninir siga við Rúna, at hann skal koma við teimum, tí teir hildu ivaleyst, at tað var best fyri hann sjálvan aftan á tað, sum var hent. Hann gekk eitt petti, men so komm bakslátturin. Hann fór at hugsa um álvarsemið í støðuni, og hvat kundi verið hent sær. Tá orkaði hann ikki meira. Menn fóru at royna á rættini, men hjá honum kom púrt einki bruturúr. Dagurin fór helt fyri einki. Sjálvur heldur hann, at hinir menn­ inir mundu vera sera skelkaðir eisini, tá ið teir sóu hann fara við øgi­ligari ferð akandi oman móti bakk­an­um. Onkur hevur sagt við hann seinni, at teir vóru greiðir yvir, at hann kom ikki livandi aftur frá tí. Teir trúðu, at hansara seinasta stund var komin, at hann steðgaði ikki aftur. Annar báturin for til lands undan tí bátinum, sum Rúni var í. Kona hansara var á bryggjuni, tá ið teir løgdu at. Har fekk hon at vita um álvarsama til­ burðin, maður hennara hevði verið fyri um dagin, og at hon var heppin at fáa hann aftur í øllum góðum. Hon gjørdist, sum vera man, heilt kløkk av hesum boðunum, tí hon visti ikki, hvat hetta snúði seg um. Tær komandi næturnar heima við hús vóru heldur ikki so hugnaligar hjá Rúna. Mitt á nátt kundi hann støkka upp úr svøvni, tí hann kendi á sær, at hann fór út av eggini. Hetta vardi langa tíð eftir tilburðin. Ofta verður havt á lofti, hvussu menn eru klæddir, tá teir fara at reka. Rúni var í skóm, sum vóru egnaðir til rakstur. Hann var eisini í buksum, sum fjallmenn vanliga brúka, men tíverri hevði hann latið seg í nylonjakka, sum er góður at vera í, tá ið tað regnar, men ikki til fjallgongu, um maður er áhaldsin. At Rúni gleið, hevði soleiðis einki við klæðini at gera, men nylonjakkin mundi tó kortini vaksa munandi um ferðina omaneftir. Nú eru liðn trettan ár, síðani Rúni kundi verið omandottin. Hann hevur ikki longur trupulleikar av hendinini, men ein fylgja av fallinum er, at hon­ um ikki dámar hæddir. At tey búðu niðri, og long tíð gekk til hann aftur kom út í oynna, ger eisini sítt til, at ein fer av vana. Rúni er ein av teimum, sum skipar fyri túrum innan ferðavinnu í Lítlu Dímun. Fyrstu ferð, hann var til gongu aftur úti í oynni, var í 2009. Tað bar so á, at meðan hann fylgdi teimum ferð­andi kring um í oynni, varð hann einsa­mallur júst ta løtuni, hann kom gjøgnum gilið, har hann gleið á sinni. Hann vildi uppliva at síggja staðið nærri. Hann gav sær tí góðar stundir at ganga strekkið oman, har hann tólv ár frammanundan lættliga kundi latið lívi. Rúni fer tó ikki at venda oynni bakið. Hann ætlar at vera treiskur og venja seg aftur at ganga har úti. – Fær ein frið at ganga, so fer tað helst at eydnast, sigur hann. 1997: Hví tað hendi, veit hann ikki, men brádliga misti hann fótafestið og fór á glið oman gjøgnum líðina. Hann royndi at seta stavin fyri seg, men tað eydnaðist ikki. Minnist bara, at hann kom við nógvari ferð fram við hinum monnunum. Einaferð fekk hann vent sær á búkin. Hann royndi at taka í tað síða grasi, men roytti tað bara upp. Menninir stóðu sum hamskiftir og hugdu at. Misti fótafestið úti í Lítlu Dímun Við loyvi frá forlagnum Føroya Met úr bókini »Skakandi tilburðir VI«, 2011, sum fæst í bókahandlum kring landið. Rúni Thomsen í Hvalba, ið fór á glið í Lítlu Dímum fyri 20 árum síðani Rúni Thomsen fór á glið oman gjøgnum líðina og steðgaði um 30 metrar frá tromini Savnsmynd úr Lítlu Dímum