Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 11 • 13. MARS 2017 6 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Alt til heimið Hava sniðgivið og framleitt Tvis Køkar í stívliga 60 ár Vilmund Jacobsen T vis Køkar í Danmark hava fram­ leitt køkar í meira enn seksti ár, og soleiðis er fyritøkan hin elsta og mest roynda av sínum slag í Danmark. – Vit framleiða sjálvi okkara egnu køkar á køksverksmiðjuni í býnum Tvis í Vesturjútlandi. Tvis Køkar siga, at tá tey vita, at tey gera alt sjálvi – ja, so vita tey eis­ ini, at teirra køkar halda. Ikki nøgdarframleiðari Á køksverksmiðjuni í Tvis arbeiða royndir snikkarar, timburmenn, mon­ tørar og onnur dugnalig fólk í hesi fram­leiðslu. – Vit eru ikki ein nøgdarframleiðari, og vit hava ikki køkar á goymslu, men vit framleiða ein køk í senn. Við øðrum orðum gera vit okkum ómak og gera hvønn køk, soleiðis at hann uppfyllir ynskini og dreymarnar hjá teimum, sum skulu hava køkin. Antin tað eru borðplátur, skuffur, lok ella annað í køkinum, sum tú ikki sært, so brúka Tvis Køkar bert dygdar­ tilfar í sínari framleiðslu. Hjá Tvis Køkum veita tey lívs­garan­ti á øllum snúgvandi metallutum í køk­ inum, og haraftrat veita tey ein klagu­ rætt í fimm ár, tá tað eru góðkendir montørar hjá Tvis-fyritøkuni sum seta køkin upp. – Vit veita viðskiftafólki góð ráð sum gera, at vandin fyri at gera eina feil­íløgu minkar, siga tey hjá Tvis Køk­ um. Prísurin er miðal – Prísurin er tað einasta, sum bara er miðal við einum Tvis køki. Tað siga tey hjá Balslev í Føroyum, sum umboða hesar køkar. Tey halda tað ikki vera neyðugt at gjalda risastórar upphæddir fyri góðsku og handgjørdar staklutir, tá tú sum viðskiftafólk skal hava ein nýggj­an køk. – Vit vita nevniliga, at tað ber til at framleiða serstakar góðskukøkar fyri ein miðalprís. Á verksmiðjuni í Tvis hava tey í meira enn seksti ár sniðgivið og fram­ leitt køkar, skáp, hurðar, skuffur, borð­ plátur og smálutir. – Vit vita, at tað, sum tey fram­ leiða, heldur, bæði tá ræður um snið, handverk og góðsku. Íblástur hjá Balslev Tey hjá Balslev bjóða tey viðskiftafólki inn á gólvið at fáa íblástur til ein nýggj­an Tvis Køk. Meira um hesar køkar kann lesast á www.tvis.com – Vit eru ikki ein nøgdarframleiðari, og vit hava ikki køkar á goymslu, men vit framleiða ein køk í senn, siga tey í Vesturjútska býnum Tvis Veita eisini tæn­ astur til húsar­ hald Vilmund Jacobsen Tangavirkið í Vági ger nógvar ymiskar uppgávur og loysnir, stór­ar sum smáar, bæði til vinnu­lív á landi og sjógvi – og til privata húsarhaldið. Ein partur av framleiðsluni hjá smiðjuni er, sum navnið sigur, tangar av ymiskum slagi og í ym­ iskari stødd. Smiðjan framleiðir rekkverk, trappur og ymiskt annað úr jarni og stáli. – Vit eru altíð til reiðar at koma út til viðskiftafólk at gera uppmátingar og geva tilboð, um fólk ynskja sær rekkverk á trappuna, altanuna ella aðra­ staðni kring húsini. Á Tangavirkinum siga tey, at fyritøkan eisini er veitari av allar hvs-útgerð til húsarhald, virkir og stovnar. – Vit selja alt innan hita, vatn, sanitet og ventilation, eins og kranar, vask, wc-møblar og ann­ að. Tangavirkið samstarvar við veitara av ketlum og gera fegnir uppsetingar- og rørarbeiði, tá ketl­ar verða skiftir. Virkið í Vági hevur sett nógvar ketlar upp millum ár og dag. – Fólk eru altíð vælkomin at ringja til okkara og spyrja seg fyri, siga tey á Tangavirkinum í Vági, har umleið 20 mans eru til arbeiðis, harav fimm lærlingar.