mánadagur 13. mars 2017síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 11 • 13. MARS 2017
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Alt til heimið
Flamingo og steinull
til bjálving
Bjálving kann verða ein loysn, men um húsini ikki eru tøtt, er neyvan nøktandi
bara at bjálva. Tað er ein góð loysn at bjálva betong við flamingo
Vilmund Jacobsen
Á
heimasíðuni hjá byggifelagnum
Búsetur hava lesarar høvi at
seta ymiskar spurningar, og her
eru eisini nakrir lesarar, sum spyrja um
bjálving.
Ein spurningur er soljóðandi:
– Vit fara at skifta vindeygu í okk
ara 30 ára gomlu húsum og fara at
bjálva betri. Okkara verandi oljunýtsl
una er alt ov stór.
Lesarin leggur aftrat, at hetta eru
timburhús við stoyptari og pussaðari
grund, og hjallarahæddin er inn
rættað.
– Verandi bjálving er 100 mm
glasull, eisini niður á loftsgólvið. Vit
umhugsa at klæða húsini við timbri,
soleiðis at klædningurin gongur út í
eitt – úr erva og niður.
Spurningurin hjá viðkomandi er:
– Hvat vil serfrøðin ráða okkum
til? Hvussu tjúkk skal bjálvingin verða
uttan á grundini, og hvussu tjúkk
skal bjálvingin verða uttan á verandi
timburklædningi? Hvat er ráðiligt at
brúka, flamingo ella steinull?
Lesarin leggur spyr eisini, um
neyðugt er við ventilum á ovasta
lofti, um tróðurið er tætt, og hóskandi
bjálving er niður á loftið.
Og um neyðugt er við ventilum –
hvar skulu hesir so verða?
Mugu vera tøtt
Á Búsetur skilja tey væl, at húsaeig
arin vil spara olju.
– Bjálving kann verða ein loysn,
men um húsini ikki eru tøtt, verður
tað neyvan nøktandi at bjálva.
Búsetur heldur, at bjálving við 200
mm tilsamans annars er nøktandi at
bjálva við – ella 100 mm aftrat, har
bjálvað er frammanundan.
– Tað er gott at brúka flamingo inn
á betong. Um tað í neðra er betong
og er bjálvað innanveggja, er bara at
bjálva uttaná og út til tjúkdina á ovara
hæddini.
Er útlufting neyðug?
Búsetur heldur, at um luftsirkulatión
er omanfyri bjálvingina á loftinum, er
ikki vist, at neyðugt er við ventili.
– Um ventilur verður gjørdur, skal
ventilur helst bæði verða í erva og
neðra, soleiðis at her verður luftskifti,
har tann eini blæsir inn og hin blæsur
út, sigur Búsetur.
Tað er gott at brúka
flamingo inn á betong
Bjálving við 200 mm tilsamans er nøktandi