Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-13, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 11 • 13. MARS 2017 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Alt til heimið Amboð fyri lágprís A mbod.fo bleiv stovnað fyri góð­um 3 árum síðani. Tað eru Hjalti Lamhauge og Kristian Holm Joensen sum eiga og reka fyri­ tøk­una. Av fyrstan tíð bleiv Ambod.fo stovn­að sum eitt aftursvar til prís støði og úrvali av amboðum í Føroyum. Út­ reiðslurnar verða hildnar so lágar sum gjørligt, fyri at kundin altíð kann fáa vøruna so bíligt sum yvirhøvur gjørligt. Kristian Holm Joensen er dagligur leiðari í handlinum sum heldur til í J. C. Svabosgøtu 60, beint við Lands­sjúkra­ húsið. Heimasíðan er altíð dagførd, og vøru­úrvalið er sera fjølbroytt. Vit hava vørur bæði til privatkundan og vinnuna. – Okkara úrval broytist og økist alla tíðina, so tað er at fylgja væl við á heimasíðuni. Hvørja viku hava vit nøkur góð tilboð, sum kunnu síggjast á heimasíðunog á okkara facebook síðu. Umframt øll hondamboð eru eisini el-amboð, sveisitól, kompressarar, trýst­luftamboð, donkraftir, lyftir o.l. Eisini eru amboð til umvæling av bilum og motorsúkklum. Tað er lættari at siga, hvat vit ikki hava, sigur Kristian Holm Joensen. Um bílagt verður áðrenn kl. 11 gerandisdagar, verður vøran koyrd út sama dag á meginøkinum og 1-2 dagar seinni til restina av landinum. – Øll eru vælkomin at vitja okkara handil, sum altíð er á tremur við am­ boð­um. Tað sum ikki er á goymslu, skaffa vit, sigur Kristian Holm Joensen. Kreton hevur etablerað seg innan asfalt Í asfalttoyminum hjá Kreton ger eitt lið klárt til asfalttering, og hitt liðið tekur sær av sjálvari asfalteringini. – Heystið royndist væl, og veturin hevur verið fantastiskur, sigur stjórin í Kreton, Eyðun Magnussen Vilmund Jacobsen E ntreprenørfyritøkan Kreton veit­ ir at kalla allar tænastur á sín­ um øki við vanligum flutningi, trail­ara­flutningi og serflutningi, og fyritøkan ger útgrevstur, planeringar, byggir vegir, brekkar, borar og spreing­ir. Tað nýggjasta er, at Kreton eisini er heildarveitari av asfalti og asfaltering. – Síðan vit byrjaðu sum heildar­ veit­ari innan asfaltering, hava vit havt úr at gera, og vit hava lagt nøkur tús­ und tons av asfalti kring um landið í hes­um tíðarskeiði. Eyðun Magnussen, stjóri, sigur, at tað er Helgi Højgaard, sum er for­ maður innan asfalttoymið hjá fe­lag­ num, og hann hevur drúgvar royndir í hesum arbeiði, bæði sum arbeiðs­ maður og arbeiðsformaður í fleiri ár. Tryggur og dyggur veitari Kreton hevur loyst nógvar uppgávur, eitt nú hjá kommunum, og fyritøkan hevur asfalterað nógv tún í hesum tíðarskeiði. Eyðun Magnussen vísir á, at Kreton leggur stóran dent á, at tað, sum fyri­tøkan lovar, heldur, og tí hevur asfalt­toymið stundum arbeitt út á næt­urnar. – Vit leggja stóran dent á at vera ein tryggur og dyggur veitari, og vit leggja á dent á tænastu og góðsku. Stjórin fegnast um, at kappingin innan asfaltvirksemi eisini kemur við­ skiftafólki til góðar. – Vit hava vunnið útbjóðingar, og vit hava gjørt uppgávur, sum vit bein­ leiðis eru bidnir um at gera, leggur hann aftrat. Frá undirveitara til heildarveitara Eftir minni enn einum ári hevur Kreton veruliga etablerað seg á asfalt­mark­ naðinum. – Áður vóru vit bert undirveitarar til asfaltveitingar, har vit fraktaðu maskinur og útgerð. Nú eru vit heild­ arveitarar – við øllum teimum ak­ før­um og amboðum, sum tænastan krev­ur. Eyðun Magnussen sigur, at asfalt­ toymið hjá Kreton líka sum er í tveim­ um pørtum, har eitt lið ger klárt til as­faltering – og hitt liðið tekur sær av sjálvari asfalteringini. – Heystið royndist væl, og veturin hevur verið fantastiskur, sigur stjórin í Kreton. Tey, sum vilja vita meira um virk­ semið hjá Kreton, kunnu ringja á tlf. 597070 - ella hyggja inn á heima­ síðuna www.kreton.fo. Fyritøkan er eisini at finna á Face­ book undir navninum Kreton Sp/f. – Áður vóru vit undirveitarar til asfaltveitingar, har vit fraktaðu maskinur og útgerð fyri aðrar. Nú eru vit heildarveitarar – við øllum teimum akførum og amboðum, sum tænastan krevur, sigur stjórin í Kreton, Eyðun Magnussen Ambod.fo í J. C. Svabosgøtu Kristian Holm Joensen