Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-13, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2017síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 11 • 13. MARS 2017 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Alt til heimið Soleiðis kann tín lítli – og sjálvforsýnandi – »urtagarður« síggja út Urtagarður í fløsku Ber tað til at hava sítt egna lívhválv – ella sína egnu biosferu – í einari fløsku ella glasílati? Ja, tað ber saktans til Vilmund Jacobsen E in fløskuurtagarður kann í prin­ sippinum vera sjálvbjargin, bæði í tíggju og tjúgu ár. Einasta, sum nýtist einum urtagarði av hesum slag, er dagsljós. Hevur tú røttu nøgdina av vætu í fløskuni, endurskapast bæði vatn og føðsluevni av sær sjálvum í tann mun, sum brúk er fyri tí. Soleiðis verður eisini lívið í fløskuni ella glasílatinum hildið uppi. Men, hvussu verður so ein slíkur fløsku­urtagarður gjørdur, soleiðis at tú fært røttu vistskipanina? Reinføri er umráðandi Í fyrsta lagi skalt tú hava eina stóra glasfløsku – ella okkurt annað glas­ ílat, sum kann latast aftur, soleiðis at tað verður lufttætt ella fløskutætt, sum vit plaga at siga. Jú, størri fløskan ella glasílatið er, jú betri er, tí planturnar veksa, og tær kunnu veksa væl undir givnu fyri­ treytunum. Best er eisini, um tú heldur teg til nøkur fá plantusløg í hvørji fløsku ella glasílati sær. Og tær smáu planturnar eru tær best egnaðu. Ger fløskuna klára Tað fyrsta, tú skal gera, er at vaska fløskuna ella glasílatið væl, helst við kókandi vatni, soleiðis at bakteriur ella svampur ikki kunnu hótta planturnar. Síðan koyrir tú eitt tveir sentimetra tjúkt lag av reinum perlugrúsi í ílatið, eins og vit kenna tað í einum fiskabúri. Grúsið drenar, soleiðis at moldin ikki rotnar. Tá hetta er gjørt, fyllir tú varisliga eitt 3-5 sentimetra tjúkt lag av frísk­ ari urtagarðsmold í. Umráðandi er alla tíðina at halda fløskuna reina. Tú kanst brúka eina lítla trakt ella okkurt annað, soleiðis at tú ikki dálkar fløskuhálsin, tá tú stoytir moldina í. Tú kanst kóka alt Ynskir tú at vera heilt vís/-ur í, at ong­ ar bakteriur ella annað óreint endar í hesum lítla »urtagarði«, kanst tú kóka alt, sum verður latið í fløskuna ella ílatið, soleiðis at allar smáverur við vissu eru deyðar. Tá alt er klárt, kanst tú planta í fløsk­uni, og her er týdningarmikið at velja planturnar við nærleika. Planturnar skulu so vítt gjørligt vera smáar, tá tær gerast vaksnar og leysar av snýkum. Passa vætuna til Teir fyrstu dagarnar skal vatnnøgdin passast til, soleiðis at tað um morg­ unin er døgg á innaru síðu á fløskuni, tó ikki meira enn so, at døggið damp­ ar, sum dagurin gongur. Er vætan ov nógv, letur tú fløskuna standa opna, til døggið minkar. Nú nýtist tær bara at hyggja eftir, hvussu planturnar í fløskuni ella glas­ ílatinum veksa og trívast. Kelda: www.piardino.com Smáar og eksotiskar plantur eru vakrar og vælegnaðar til eina slíkan »urtagarð«