Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-13, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2017síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 11 • 13. MARS 2017 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Alt til heimið Tú fært mangt & hvat í Vági Tað er Magnus Jensen, sum eigur og rekur handlarnar, Mangt & Hvat og Ur & Optik í Vági. Handlarnir húsast undir somu tekju í miðbýnum Vilmund Jacobsen N avnið Mangt & Hvat hevur líka sum hingið við gjøgnum fleiri ár, og navnið passar eisini væl til handilin, sum hevur eitt stórt og fjølbroytt útboð av alskyns vørum. – Vit hava meginpartin av teimum vørum, sum Vøruhúsið á Hjalla hevur í niðaru hæddini. Umframt, at vit sam­starva við Vøruhúsið, keypa vit eisini sjálvi úr útlandinum, eitt nú úr Danmark og Skotlandi. Magnus Jensen sigur, at tey leingi hava keypt vørur úr Skotlandi, og tá ikki so nógvir handlar keypa haðani, eru hesar vørur forvitnisligar. Talan er serliga um amboð og ymiskt annað. – Í Mangt & Hvat hava vit nógvar ymiskar bú­ nýtis-og amboðsvørur, og tá Vøruhúsið á Hjalla gevur út tilboðs­blað, kunnu hesar vørur keyp­ast fyri sama prís hjá okkum. Hann vísir á, at hevur Vøruhúsið vørur í til­ boðs­blaðnum, sum Mangt & Hvat ikki hevur á goymslu, syrgir handilin í Vági fyri, at viðskifta­ fólk í Suðuroy fáa vørurnar fyri sama prís sum í tilboðsblaðnum. – Nú várið stundar til, og fólk hava hug at fara út í tún ella í urtagarðin at stákast, hava vit øll amboð til utt­an­duraarbeiði. Vit hava eisini tjøld, soviposar, ovnar og kókiplátur til kamp­ing og annað, leggur hann aftrat. Máling og gólv Mangt & Hvat selur eisini máling, gólv og annað til heimið, og sermerkt fyri handilin í Vági er, at hann letur upp longu klokkan 08 á morgni og hevur opið til klokkan 17.30 van­ligar yrkadagar. Opið er eisini í døgurða­tím­anum. Leygardag er opið frá klokkan 08 til 14. Magnus Jensen heldur tað vera um­ráðandi, at ein handil, sum selur máling, letur upp stundis­ liga. – Vit hava máling til bæði innan-og uttan­ duraarbeiði, og vit kunnu útvega alla máling, sum Vøruhúsið hevur í sínum útboði. Er tað okkurt, vit ikki hava, sum viðskiftafólk spyrja eftir, hava vit Suðuroyarleiðina, sum vit kunnu fáa vørur suður við tríggjar ferðir um vikuna. Mangt & Hvat selur eisini alt tapet, gólv og vinyl, sum Vøruhúsið hevur í sínum útboði. Umframt alt hetta, hevur handlin í miðbýnum í Vági eisini eitt hampiligt útboð av leikum. Ur & Optik Tað er ein tíð síðan, at Magnus Jensen yvirtók handilin, Ur & Optik, sum ligg­ur beint við síðuna av og í sama bygn­ingi sum Mangt & Hvat. – Her koma fólk úr allari Suður­oynni, sum keypa ur, brillur og ymiskt annað. Fólk koma eisini inn á gólvið at skifta battarí í urum og reimar. Slíkar uppgávur klára vit sjálvi, men tá brúk er fyri optikara, hava vit samstarv við optikara í Havn, sum regluliga kem­ur suður at gera optikaraarbeiði. Maskin­ur og annað til tað arbeiði hava vit her suðuri, sigur Magnus Jensen. Ur & Optik selur og graverar eisini steyp og medaljur. Tey, sum vilja meira um Mangt & Hvat og Ur & Optik, kunnu ringja á tlf. 264956.