mánadagur 13. mars 2017síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 11 • 13. MARS 2017
20
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Brandur Sandoy
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUNA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Treiskur, arbeiðssamur, rættvísur.
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN:
Samsung.
HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR-
FRÍTÍÐARUPPLIVING:
Í summarhúsi á Rømø við familjuni í 2009.
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST:
Óført, takk-
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM:
Heildini, eyguni siga nógv.
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG:
Tá arbeiðið eydnast.
HVAT STRESSAR TEG:
Alt tað eg ikki havi tíð at gera,
og tá avtalur verða brotnar.
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR:
Feskt og ræst seyðakjøt, og
stokt føroysk neytariv.
HVAT GLEÐIR TEG:
Tá tað gongst børnunum væl,
og tey eru eydnusom.
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKK UPPFYLT:
At síggja tjøldrini aftur í ár koma
at ríka okkum tilveruna.
HVAR ARBEIÐIR TÚ:
Borgarstjóri á Sandi, og
bóndi á Skemmugarði.
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR:
Øllum frá heavy metal til blues,
bara tað er melodiskt og fellur væl í
oyrað. Lurti eftir øllum uttan jazz.
HVAT ER BESTA UPP
FINNINGIN OG HVÍ:
Tað eru nógvar uppfinningar, sum lætta
okkum øllum sera nógv um gerandisdagin,
men bilin hevði verið ringt at verið fyriuttan,
so tað man vera mítt besta boð.
HVAT ER BESTA ÍLØGAN
TÚ HEVUR GJØRT:
Fyri skjótt 22 árum síðani gjørdi eg
eina íløgu í eitt hjúnaband. Tað hevur
kastað nógv av sær, og verið mær til
mikla gleði og er tað framvegis, so tað
má vera besta íløgan eg havi gjørt.
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ:
Et so lítið av útlendskum mati sum gjørligt,
tú veit aldri, hvussu hann er hagreiddur.
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR:
Ja, tveir border collie og ein franskan bulldog.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN:
Ferðast við familjuni ein langan túr
hinumegin klótuna, og investerað restina.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR:
Havi onki ynski um at vinna so nógvar
pengar. Pengar gera ongan lukkuligan,
heldur hinvegin. Teir kunnu gera tilveruna
lættari, men hvat er eitt lív uttan baks?
Men um so varð at eg vann 10 mió kr, so
høvdu børnini helst merkt rákan av tí.
HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ
FØROYUM OG HVÍ:
Friðurin. Lági kriminaliteturin. Relatiónirnar.
Tað at vit hvønn dag kunnu fara til
verk okkara, uttan ótta og ekka fyri at
verða fyri yvirgangsatsóknum og øðrum
fjandansskapi, sum vit uppliva uttan fyri
Føroyar. Nei, vit skulu verja okkum og halda
fast í siðvenjum og átrúnaði, ið gera at vit
hava eitt so gott samfelag sum vit hava.
HVAR ER TÚ UM 10 ÁR:
Eg ætli mær ongastaðni, so um Gud vil verið
eg nøkulunda í sama geografiska stað sum í
dag. Hvat man ger til ta tíð fer tíðina at vísa.
Ríkar
tilveruna
at hoyra
tjøldrini
aftur
Tað besta við
Føroyum er
friðurin, lági
kriminaliteturin
og relatiónirnar